Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-31, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2014síða 54

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 nr. 3 I 31. mars 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Ársins íverksetara- dagur 2014 mframt at at kósa ársins íverk­seta, vóru tveir aðrar prísir lætnir: Innovatións­ prísurin og Íløgu­prísurin. Haraftrat var møguligt at síggja ymisk hugskot á fram­ tíðartorginum. Mikkalina Norðberg er ársins íverkseti Á íverksetaradegnum í fabrikk­ini hjá Østrøm í Havn varð Mikkalina Norðberg vald sum ársins íverkseti fríggja­dagin. Mikkalina Norðberg er fødd, uppvaksin og búsitandi í Havn. Hon virkar innan glaslist og sigur sjálv, at tað at skera glas á verkstað sínum er løtan, har hugflogið fær veingir. – Alt eg upplivi, síggi og hoyri hvønn dag, kveikir nýggjar mátar at skera, smelta og boyggja glasið soleiðis, sum eg vil hava tað at verða, sigur Mikkalina Norðberg. Tvær nýggjar heiðurslønir Síðan 2009 hevur ársins íverksetari verið káraður. Nú verða tvær heiðurslønir lætnar aftrat. Ein fyri ársins íleggjara og ein fyri nýhugsan. Hetta er fyri at eggja fyritøkum at arbeiða við nýhugsan og at gera íløgur í hugskotini hjá íverksetarum, sigur Rani Nolsøe, sam­ skipari av Íverksetaradegnum. – Eg síggi tað, sum at vit hava eina stóra pulju av hugskotum, og um tey ikki verða tikin fram, so torna tey og hvørva, sigur Rani Nolsøe. Hann er sera vælnøgdur við dagin í dagin. SMS/Miklagarður fekk heiðurslønina fyri nýhugsan takkað verið teirra nýggju vøru – Dreymagávur. – Eg haldi, at tað er av stórum týdningi, at tað verður virt, at ein fyritøka hugsar nýtt – við Dreymagávum, hevur SMS veruliga gjørt nakað fyri ferðavinnuna í Føroyum, sum longu hevur fingið nógvar bíleggingar, vegna hesu nýggju vøruni, sigur Rani Nolsøe. Heiðurslønina fyri íløgur fekk Royndin fyri at gera eina íløgu á 1,3 millión í ruskspannina »Dropbucket«. ruskspann úr endurnýtslupapp Heiða G. Nolsøe og Maria S. Berggren, ið báðar lesa á Danmarks Tekniske Universitet, hava stovnað DropBucket. Tær hava fingið hugskotið at framleiða eina ruskspann úr 3. generatiónspappi, ið ikki kann endurnýtast meira. Einki stativ og eingir posar skulu brúkast í sambandi við ruskspannina, sum verður tveitt burtur eftir brúk. Ruskspannin er nógv brúkt á festival­um og øðrum stórum tiltøkum. Á Roskilde­ festival­inum í fjør blivu 400 ruskspannir frá DropBucket brúktar. Dropbucket hevur vunnið virðislønir fyri hugskotsmenning, og stovnararnir hava søkt um patent uppá ruskspannina. App til ovurviðkvæmi Millum hugskotini á framtíðartorginum var ein app til fólk við ovurviðkvæmi. Fyritøkan Youly er ein tøknifrøðilig fyri­ tøka, har tilgongdin seinastu 5 mánaðirnir hevur verið at ment eina app til fólk við ávísum mattørvum. T.d, diabetikar, fólk við ovur­við­kvæmi og fleiri. Appin riggar á tann hátt, at brúkarin skannar strikukotuna á eini matvøru og fær at vita beinavegin, um hon tolur vøruna ella ikki. Eisini verður møguligt hjá brúkarunum, at leita vørur fram á appini, tilrættaleggja inn­ keyps­lista, gera kostætlan o.s.fr. Youly appin verður í fyrstu atløgu tøk á føroyska og danska marknaðinum, og eftir­ fylgjandi á evropeiska marknaðinum. Faldari og taska í einum Nordian Design fæst við at sniðgeva og menna brúkslutir, og teir hava sniðgivið ein fald­ara, sum kann faldast sum ein taska. Hetta kann til dømis vera hent hjá fyritøkum at hava við á messum, greiða teir frá. Filip er 26 ár og er snikkaralærligur og stendur fyri sniðgevingini. Brandur er 25 ár, banka­maður og stendir fyri marknaðar­før­ ingini. Teir hava báðir leingi haft áhuga fyri íverk­ setan og stovnaðu í 2012 egið virkið, men tað er enn bert ein hobby, sigur Brandur. »Fold-it«, sum vøran eitur, kann m.a. kann nýtast sum ein faldari, taska ella gávukort. Hug­skotið kann støðugt mennast og snið­ gevast eftir kundans tørvi. Filip og Brandur hava fingið einkarrætt uppá konseptið »Fold-it«, so talan er um eina heilt nýggja vøru. Nordian Design, sum fyri kortum hevur fingið eina kollektión av »Fold-it« til Føroyar, er farin í holt við søluna, og higartil hevur áhugin verið sera stórur. Fleiri apphugskot Fleiri appir vóru at síggja millum hugskotini. Har ímillum er ein app, sum upprunaliga var gjørd til ferðafólk í Suðuroy, men sum skal kunna brúkast alla staðni. Sapp in Suðuroy er gjørt av Annu Djurhuus, Hjørdis Petersen og Bárður Hansen. Endamálið við appini er, at ferðafólk fáa eina persónliga uppliving og vegleiðing um alt sum er í, og fyriferst í Suðuri. Appin sigur tær, hvørjir ferðaleiðarar eru nærhendis. Hvat teir kosta og so framvegis. Haraftrat vóru vinnararnir frá Skúla FM til staðar - tað vóru næmingar frá Skúlanum við Løkin, Rógvi Langgard, Betuel Reinert Hansen, Elsa Skoubo Jacobsen og Bárður Johannesen. Tey høvdu sítt vinnarahugskot Electricity Checker við, sum er ein electricity- app. Hon sigur tær, hvussu nógvan streym húsar­halds­tólini brúka, gjøgnum dagin. Vilja gera føroyska teknifilmsvinnu Elin Hentze, Magnus Johannesen og Hans Kristian Eyðunson Hansen vilja gera ein føroyskan teknifilm, sum er í einum Før­oysk­ um heimi, og uppá langt sikt vilja tey gera eina føroyska teknifilmsvinnu. Gloym alt um Disney – her verða føroyskir litir, føroyskar plantur, føroyskar søgur og tón­leikur, sum byggir á føroysk kvæði. Hans Kristian Eyðunson er animator, Elin Hentze, sum hevur útbúgving innan film, skal verða producentur og Magnus Johannesen skal standa fyri tónleikinum. Tónleikurin skal vera nýggjur, men byggja á føroysk løg og kvæðir. Tey trý vunnu »Start up Tórshavn« við hugskotinum, og hava nú fingið pening til vega, eins og tey hava fingið hølir at arbeiða í. – Alt er uppá pláss – vit mangla so at siga bara at fara í gongd, siga tey. Regin hugsaði inn í boksina – Við at pakka upplivingina inn í eina gávu­ eskju bar til at selja nógv meira, sigur Regin W. Dalsgaard, sum við Dreymagávuni vann ársins innovatiónsprís. Hugskotið var so sera einfalt. Tað skal bera til at keypa eina uppliving, pent pakkað inn í eina gávueskju, samstundis sum tú fert til handils eftir gerandisvørum. 30 ára gamli Regin W. Dalsgaard, sum gjørd­ist Ársins Íverkseti í 2009, stóð á odda fyri hugskotinum við Dreymagávuni. Sam­ bært honum hevur einfalda hugskotið havt við sær, at ferðavinnan og upplivingarvinnan hava selt munandi meira enn áður. – Vit royndu tað í SMS til jóla, og har bleiv alt útselt, sigur Regin W. Dalsgaard um hug­ skotið, ið fekk navnið Dreymagávan. – Tilboðini vóru har frammanundan, men Dreymagávan ger tað lættari at koma framat til­boðunum. Eisini kann mangan vera torført at keypa eina gávu til fólk, og her hevur tú møgu­leikan at keypa eina heldur øðrvísi gávu, sigur Regin W. Dalsgaard. Fríggjadagin var ársins íverksetaradagur hildin í Östrøm Marjun Dalsgaard u Hugskot til milliónir: Ólavur Ellefsen, sum júst hevur selt fyritøkuna Sinprentis fyri 15 milliónir og Ólavur Simonsen, ein av stovnarunum av Decision 3, sum hevur fingið milliónaíløgu frá Castrol, góvu góð ráð á íverksetaradegnum