Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. apríl 2014 · Nr. 39 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Tíðindi síða 14 Havt sína fyrstu gist­ingar Ummæli síða 15 Ein góður gøtu­ drongur Tá fíggjarkarmarnir vórðu lagdir fram í Fíggjarmálaráðnum mána­ dag­in boðaði Jørgen Niclasen, fíggj­ar­málaráðharri frá eini skatta­ um­legg­ing – sum skal gera før­oysku skatta­skip­anina meira kapp­ing­ar­ føra. Landsstýrismaðurin nevndi, at skatt­a­trýstið í Føroyum er hægri enn í til dømis Noreg, Íslandi og í Dan­mark. Men skattaumleggingin skal kort­ini ikki kostað landskassanum peng­ar, sum flatskattaskipanin gjørdi, tá hon varð innførd nakrar dag­ar eftir, at borgarliga landsstýrið varð skipað. Kringvarpið spældi eina gamla sam­røðu við løgmann týsmorgunin, sum varð gjørd í fjør, tá fíggjarkarmarnir vórðu lagdir fram. Har tók løg­mað­ur til sín kritikkin, sum sam­gongan hev­ur fing­ið fyri flat­skatta­skip­an­ina, sum gav teimum ríkaru skatta­lætta. Løgmaður segði, at samgongan eig­ur at taka hendan kritikkin til sín og vita, hvat gerast kann fyri at lætta um skattin á teimum lægru inn­tøk­u­num. Tað eru 13 ár síðani, at hesi orðini hjá løgmanni fullu. Jørgen Niclasen segði við Rás2, at tey arbeiða við eini hugskotsskrá, har tey skulu finna hugskot fram til at vita, hvussu tey kunnu lækka skattin hjá serliga miðalinntøkunum. So er spurningurin, hvat um­ legg­ing­in gongur út uppá. Men tá flat­skatta­skipanin varð sett í verk var einki til hindurs fyri at frá­ taka lands­kassanum inntøkur í hundrað­mill­i­ón­a­klass­anum, sum part­vís varð fíggjað við at skatta pen­sjón­ir­nar við inngjaldi. Men eftir øllum at døma ætlar lands­stýrið ikki at seta inntøkur til viks fyri at lætta um hjá teim­ um lág­løntu. Og ger landið kortini tað við at seta í verk ymisk brúk­ ar­a­gjøld, so tey somu gjalda tað sama bara øðrvísi, hvussu nógv er tá vunnið? Tað er spell, at vit ikki fingu ein gen­e­rell­an skattalætta, tá viljin varð so stórur, at landsstýrið kundi gjøgn­umføra skattalættan hjá teim­um há­løntu upp á nakrar fáar dag­ar. Hevði viljin verið tann sami at lætt um hjá fólkum, við teimum lægru inn­tøk­u­num, so varð ikki bíð­ að til tólvta tíma, nú val stundar til, og flokk­ar eru farnir at fyrireika upp­still­ing­ar­list­ar­nar. Flatskatturin er uttan iva kom­in fyri at vera. Men skulu aftur 13 mán­ að­ir ganga frá hugskoti til veruleika, so kunnu tey lágløntu skjóta ein hvít­an píl eftir skattalættanum. hugsa um skattalætta Seinastu árini hevur verið støð­ugur vøkstur í bilasøluni. Men hesin vøkstur er nú steðg­ aður. Fyrstu tríggjar mán­að­i­r­ nar í ár eru seldir eins nógvir persónbilar, sum somu tíð í fjør, 306 bilar. Fimm fleiri vøruvognar eru seldir hetta tíðarskeiðið í ár í mun til í fjør, tá tølini á­vik­ avist vóru 45 vøruvognar í mun til 40. Hyruvognarir eru tveir fleiri, sum seldir eru hetta tíð­ ar­skeið­ið í ár, 6 í mun til 4. Bilasølurnar hava fyrr sagt, at bilasølan hevur verið á nógv lægri støði árini síðani fíggj­ar­kreppuna – og at tá hon nærkast 2.000 bilum um árið, er hon aftur á einum nát­úr­ ligum støði. Í 2007 vóru seldir til­sam­ans 1.814 persónbilar og 428 vør­u­ vognar. Árið eftir, í 2008, lækk­ aði samlaða bilasølan góð­um 30 prosentum. Samlaða sølan av akførum fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár var 413 í mun til 384 somu tíð í fjør. Tað er ein framgongd upp á 7,55 prosent. Søla av persónbilum stóð í stað Í næstum kemur kendi danski sanskrivarin og tón­leik­ar­in Arne Wurgler á stutta vitjan í Føroyum. Arne Wurgler, sum er fødd­ur í Keypmannahavn í 1943, er kendur frá nógvum tón­leikaútgávum, eitt nú Fri­ spark sum kom í 1974, Am­er­ i­k­asange frá 1995 og Holst og Wurgler sum kom í 1999. Eisini hevur Arne um­sett ein sang hjá Martin Jo­en­sen og gjørt tveir sangir um før­oy­ing­ar e­in nevnist Lyk­ken, og hin er gjørdur um kenda rógv­ar­in Ova Jo­en­sen. Meðan hann er í Før­oy­um fer hann at spæla í Vekt­ar­búð­ ini í Vestmanna, Kaffi­hús­i­num í Havn og í Nóls­oy. Konan hjá Arne, Ása, er úr Vest­manna. Tey hittust tá Arne var her saman við Benny Holst í 70unum. Arne Wurgler hevur ong­ an­tíð lagt í at krógva, at hann hoyrir heima á pol­it­ iska vinstravonginum, og tað hoyr­ist eisini í hansara tón­leiki og tekstum. Hann er eisini politiskt virkin inn­ an fólkatingsgátt, har hann hevur latið seg stilla upp fyri Eindarlistan. Har­um­framt hevur hann eis­ini verið virkin í donsku Fólk­a­rørsl­uni móti ES. Fyribils skráin hjá Arne Wurgl­er í Føroyum sær so­ leiðis út: 3. apríl konsert í Vest­ manna, 4. apríl í Havn og 5. apríl í Nólsoy. Arne Wurgler til Føroya Fríggjadagin 4. apríl verður Ítrótt­asamband Føroya 75 ár. Í tí sambandi verður nýggj bók løgd fram, sum serliga lýs­ir seinastu 25 árini hjá ÍSF og føroyskari ítrótt. Móttøka verð­ur í Posthúskjallaranum í Tórs­gøtu í Havn kl. 15 - 17 fríggj­adagin­. Ítróttasavnið hjá ÍSF gevur bókina út, og Uni Arge hevur skrivað. ÍSF varð stovnað 4. apr­íl í 1939 á Sjó­mans­heim­i­num í Havn. Stigtakari til fel­ags­ ska­p­in var ítróttaráðgevin, Poul E. Petersen, sum gjørd­ist fyrsti forsetin í ÍSF. Á stovn­ andi að­al­fundinum vóru sjey ítrótt­a­feløg, Neistin, SÍ, VB, EB, HB, Havnar Róðrarfelag og Havn­ar Fimleikafelag. Í dag eru 16 sersambond í ÍSF og 120 ítróttafeløg. Níggju sersambond hava al­ tjóða limaskapir. Síðan 1989 hev­ur ítróttaliga menningin ver­ið stór, ikki minst or­sak­ að av oyggjaleikunum og altjóða luttøkuni hjá fleiri ítróttagreinum. Fleiri týð­ andi útbyggingar eru eisini fra­mdar. Nýggja bókin kallast "Før­ oy­ar framá - ÍSF 75 ár." Hon lýs­ir gongdina seinastu 25 ár­ini, men leitar eisini longri aft­ur í tíð at fáa sett gongdina í sam­an­hang. Dentur er ser­ liga lagdur á at geva eina heild­ar­mynd av støðuni og ikki at siga søguna hjá hvørj­ um sersambandi sær. Á móttøkuni fríggjadagin fara Petur Elias Petersen, ÍSF- forseti, og Hannis Joensen, formaður í Ítróttasavninum, at bjóða vælkomin, og Uni Arge fer at greiða frá nýggju bókini. Bøkur um ÍSF komu eisini út í sambandi við 25 ára dagin í 1964 og 50 ára dagin í 1989. Møguligt verður at ogna sær eintøk av nýggju bókini, sigur Ítróttasamband Føroya. ÍSF fyllir 75 ár og gevur út bók Við flatskatti gekk skjót­ ari frá hugskoti til veruleika Petur Elias Petersen er forseti í ÍSF