týsdagur 1. apríl 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. apríl 2014 · Nr. 39
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Føroya Rættur hevur sett
punktum í drúgva stríðnum
millum hagapartin Ytri Suð
urtriðingur og Vága Flog
havn, sum í áravís hava træt
ast um endurgjaldið fyri
lendið, ið hagin misti í sam
band við at flogbreytin varð
longd upp í 1799 metrar.
Lendið varð ognartikið,
stutt áðrenn arbeiðið at
leingja vøllin fór í gongd í
2010. Upprunaliga vildi Vága
Floghavn
gjalda
340.000
krónur fyri lendið, meðan
hagin
kravdi
góðar
23
milliónir krónur.
Síðani hava metingar
nevndir mett um kravið.
Onnur metti hagan hava rætt
til 27 krónur fyri fermeturin,
meðan hin metti hagan hava
rætt til 71 krónur fermeturin.
Talan er um tilsamans góðar
193.000 fermetrar av lendi.
Avgerandi fyri prísin er
í stuttum, hvussu økið skal
definerast. Er talan um van
ligan haga, tað vil siga lendi
millum bygda? Ella er økið
at rokna sum partur av bygd
um øki, fevnt av eini byggi
samtykt?
Niðurstøðan hjá Føroya
Rætti er, at talan er um
lendi millum bygda, og tí
skal hagaparturin hava 27
krónur í endurgjaldi fyri
hvønn fermeturin. Tí fekk
hagaparturin
góðar
5,2
milliónir krónur í endur
gjaldi fyri mist lendi.
Grótið
Men tað er ikki bara mist
lendi, ið hagaparturin Ytri
Suðurtriðingur heldur seg
hava rætt til endurgjald fyri.
Nógv grót varð tikið úr haga
num til útbyggingina av flog
breytini, og hagaparturin tví
heldur um, at hetta skal Vága
Floghavn gjalda fyri. Talan er
um góðar 1,1 millión kubikk
av gróti, og tí kravdi haga
parturin stívliga 6,5 milliónir
krónur fyri tað. Hesum fekk
hagaparturin fult viðhald í,
tá dómur fall í Føroya Rætti.
Í samband við at leingja
vøllin hevur Vága Floghavn
velt nógv av økinum hjá
haganum, og tí hevur hesin
parturin av haganum eitt
størri virði í dag enn áðrenn
arbeiðið fór ígongd. Hesa
virðisøking
metti
Føroya
Rættur til eitt virði á stívliga
1,2 millión krónur. Henda
upphæddin varð tí drigin
frá endurgjaldinum til haga
partin.
Helvtin
Tá avtornaði var kravið hjá
hagapartinum móti Vága
Floghavn og í síðsta enda
Vinnumálaráðnum
20,6
milliónir krónur. Hagapart
urin metti seg hava rætt til 71
krónur fyri hvønn fermetur
av lendi, umframt ávíst gjald
fyri hvørt kubikk av gróti. Tá
avtornaði fekk hagin góða
helvt av kravinum, tilsamans
10,6 milliónir krónur.
Advokaturin
hjá
Vága
Floghavn, og harvið í síðsta
enda
Vinnumálaráðnum,
hevur ikki stórvegis við
merkingar til dómin. Óla
Jákup Kristoffersen segði
seg serliga vera misnøgdan
við úrskurðin um grótið.
Hann heldur tað ikki vera
rímuligt at Vága Floghavn
skal gjalda fyri grót í einum
øki, sum partafelagið longu
frammanundan rindar ein
fermeturprís fyri.
Bjørn á Heygum, advo
katur
hjá
hagapartinum
Ytra Suðurtriðingi, var hin
vegin misnøgdur við at haga
parturin einans fær endur
gjald á 27 krónur fermeturin,
tá kravið nú var 71 krónur
fyri fermeturin.
Dómur fall í Føroya Rætti
mánadagin,
og
partarnir
10,6 milliónir í endurgjaldi
Hagaparturin Ytri Suðurtriðingur fær 10,6 milliónir
krónur í endurgjaldi fyri mist lendi og grót úr haganum
í samband við útbygging av Vága Floghavn
áðrenn útbygging
eftir útbygging
hava nú fýra vikur at um
hugsa støðuna. Tá fæst at
vita, um punktum verður
standandi,
ella
dómurin
verður
skotin
inn
fyri
Eystara Landsrætt.
jonbrian@sos.fo
Hagaparturin Ytri Suðurtriðingur (teknaður við reyðum)
misti tilsamans 193.000 fermetrar av lendi, tá flogbreytin
varð longd upp í 1799 metrar. Ljósabláu kassarnir á lítlu
myndini vísa ognartøkuna, meðan myrkabláu kassarnir vísa
arbeiðsøkið, ið varð tikið í samband við útbyggingina