týsdagur 1. apríl 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. apríl 2014 · Nr. 39
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Hetta endar galið
– Vit verða nokk noydd til at sleppa umlættingini heilt, sigur Tanja Marnadóttir
Ósá. Sonurin, Gabriel, sum hevur autismu, er til umlætting nakrar tímar hvønn
hósdag og fimta hvønn leygardag í Ovarugøtu í Hoyvík. Men nú verða viðurskiftini
broytt so bráddliga, at drongurin tolir tað ikki, sigur mamma Gabriel.
Marjun Dalsgaard
Í eina viku hevur Tanja
Marnadóttir Ósá roynt at
fingið fatur á Almannaverk
inum fyri at fáa vissu fyri,
hvørjar broytingar eru við
at henda á heiminum, har
drongurin er til umlætting
nakrar tímar hvønn hósdag
og fimta hvørt vikuskifti frá
leygardag til sunnudag.
Hun hevur hoyrt, at eingin
av teimum, sum varðar av
dreinginum í dag, verður
har frá 1. mai, men enn hava
foreldrini einki hoyrt frá Al
mannaverkinum.
– Gabriel tekur 3-4 mán
aðir um at venja seg við ein
nýggjan persón, og hetta er
um ein mánað. Eg dugi slett
ikki at síggja, hvussu hetta
skal ganga, sigur 28 ára gamla
Tanja Marnadóttir Ósá.
Lítli Gabriel hevði ein
stuðul, sum hann var sera
fegin um, men hon fór niður
at lesa. Gabriel fekk nýggjan
stuðul. Tað tók langa tíð at
venja seg við tað, men tað
riggar sera væl í dag. Tí er
mamman so kedd um, at
tann stuðulin, sum Gabriel
hevur í dag, er koyrd.
Orsøkin til at hon er koyrd
er, at hon ikki hevur náms
frøðiliga útbúgving, sigur
Tanja, men hon veit tað ikki
við vissu.
Lukkar av
Gabriel er fýra ára gamal.
Hann hevur svera autismu,
hevur einki mál, og skilir
heldur ikki hvat foreldrini
siga við hann. Um gerandis
dagurin riggar væl, er Gabriel
sum oftast glaður, kerligur og
opin yvirfyri foreldrunum.
Tey hava gott samband við
hann og uppliva ein nærleika
hóast stóru trupulleikarnar
við samskiftinum.
Um
dagligdagurin
hjá
honum broytist ógvusliga,
ella ikki fungerar væl, lukkar
hann tó púra av.
– Hann verður ørkymlað
ur, keddur og illur, og vit fáa
ikki samband við hann, sigur
Tanja.
Hon er bangin fyri, at tað
endar við, at tey mugu taka
hann úr umlættingini, tí tað
ávirkar hann alt ov nógv.
Tað ørkymlar hana, at
hon einki hevur fingið at
vita enn.
– Vit hava hoyrt tað frá
starvsfólkunum, men tey
hava tagnarskyldu. Tað und
rar meg almikið, at vit einki
hava fingið at vita form
liga enn. Hesar stóru broyt
ingarnar fara fram, uttan
at vit vera kunnað, og verða
framdar um ein mánað Men
Gabriel tekur fleiri mánaðir
um at venja seg vit eitt nýtt
fólk, sigur Tanja.
Frá
Almannaverkinum
siga tey, at ein kunnandi
fundur hevur verið í oktober,
men tað hevur Tanja ikki
fingið at vita.
– Vit fingu at vita í juni,
at ein fundur helst fór at
vera síðst í september - vit
hoyrdu aldrin nakað aftur,
sigur hon.
Náttarvaktin broytist
Umframt tað, at øll fólkini,
sum vanliga eru um Gabriel,
helst steðga, verður eisini
tann broytingin, at stuðulin
verður tikin burtur um nátt
ina. Gabriel svevur náttina
til
sunnudag
á
umlætt
ingarheiminum, og tá plagar
stuðulin hjá honum at sova
hjá honum, tí hann vaknar
ofta um náttina.
– Tey siga, at tann vanliga
náttarvaktin skal taka sær av
honum um náttina - eg tori
slett ikki hugsa um, hvussu
tað fer at ganga, sigur Tanja.
Á heiminum siga tey, at
tað bert er í innkoyringini,
at eitt barn hevur ein stuðul.
Men hetta er ikki galdandi
fyri Gabriel, sigur Tanja.
– Vit hava fingið játtað 10
tímar um vikuna, men hann
er har bara nakrar fáar tímar
um vikuna - hin vegin skal
hann hava ein stuðul fyri seg
sjálvan - tað er tann avtalan,
sum vit hava gjørt við tað
almenna, sigur Tanja.
Upprunaliga vildu tey
hava hann í eina familju, tí
hann er so lítil enn. Tí varð
avtalan, at Gabriel skuldi
hava ein stuðul fyri seg sjálv
an.
– Vit vita einki um, hvussu
gamal hann er mentalt - í
okkara verð er hann als ikki
stórur, sigur mamman. Hon
væntar, at endin verður, at
tey noyðast at droppa um
lættingina heilt.
Ikki spurd
Tanja sigur seg skilja, at
útbúgvin fólk skulu í starv.
Tó áttu tey, sum foreldur at
verið spurd, heldur hon.
– Eingin hevur spurt okk
um, hvussu tað fungerar. Tað
skilji eg ikki. Vit vilja slett
ikki góðtaka, at hon verður
koyrd, sigur hon.
Hon hevur roynt at fingið
fatur á Almannaverkinum
síðan seinasta mikudag, men
enn er tað ikki eydnast at fáa
fatur á nøkrum, sum kan siga
henni, hvussu landið liggur.
Enn hevur hon ikki fingið
formliga at vita, hvussu um
støðurnar hjá Gabriel verða
broyttar.
Av royndum vita foreldr
ini hjá Gabriel, at tað tekur
eini 3- 4 mánaðir hjá honum
at venja seg við ein nýggjan
persón.
– Vit høvdu sum sagt ein
stuðul, sum Gabriel var sera
glaður fyri, tað gekk fínt.
So fór hon niður at lesa,
og hendan nýggja, sum nú
steðgar kom. Tað tók henni
4 mánaðir bara at fáa hann
at koma til borðs, og fáa sær
at eta.
– Eg eri so kedd um hetta -
hetta er ræðuligt, hann er so
lítil, sigur Tanja.
Saman við Steingrími Ósá
eigur hon, umframt Gabriel,
sjey ára gamla Benjamin.Tað
er fyri at geva Benjamini
meira tíð, at tey hava brúkt
umlættingina.
Vit
kunnu
ikki
byggja
stovnin upp eftir einum
starvfólki. Endamálið er
júst, at barnið ikki skal vera
so tengt at einum starvs
fólki, tí hvat nú um við
komandi er heima, ella sigur
upp, ella okkurt annað?
Stjórin í Almannaverk
inum harmast um, at Tanja
Marnadóttir Ósá ikki hevur
fingið fatur á nøkrum, sum
kann greiða henni frá, hvat
fer at henda við stovninum
hjá barninum hjá henni.
– Tað eru 22 børn á
stovninum, so man hevur
valt at kunna á fundum, og
ein kunnandi fundur varð
hildin í oktober, sigur Eyðun
Mohr Hansen.
Haraftrat
verður
ein
kunnandi fundur tann 23.
apríl, men tað er møguligt,
at tað ber til at framskunda
fundin, sigur stjórin. Hann
vil somuleiðis umhugsa at
kunna einstøku familjurnar
hvør sær.
Men Tanja sigur, at hon als
ikki hevur hoyrt um fundin,
sum varð hildin í oktober.
– Vit fingu at vita, at ein
kunnandi fundur helst fór
at verða síðst í september,
men so hoyrdu vit ikki
meira um tað, sigur hon.
Broytingar í skipanini
Bygnaðarbroytingar í Al
mannaverkinum merkja, at
øll starvsfólkini eru koyrd,
og so verða nøkur sett av
nýggjum. Endamálið við
nýggju skipanini er at betra
um viðurskiftini soleiðis, at
fá fakliga útlærd fólk verða
um viðskiftafólkini ístaðin
fyri nógv ymisk fólk, sum
ikki hava nakra fakliga út
búgving.
– Tað eru 22 børn á stovn
inum, og vit mugu hava eitt
sterkt toymi við fólkum,
sum eru fakliga væl fyri. Vit
kunnu ikki byggja skipanina
upp eftir, hvørji starvsfólk
viðskiftafólkini vilja hava,
sigur Eyðun Mohr Hansen.
Eftir nýggju skipanini
verður ikki ein fastur per-
sónur um Gabriel, men nøk
ur fá, sum hann uppá sikt
fer at kenna. Á hendan hátt
verður hann ikki so tengdur
at einum persóni, og tað er
betur fyri allar partar, sigur
Eyðun M. Hansen.
Men hetta er ikki avtal
an sambært Tanju Marna
dóttir.
– Vit hava fingið játtað 10
tímar um vikuna, men hann
er har bara nakrar fáar
tímar um vikuna. Hinvegin
skal hann hava ein stuðul
fyri seg sjálvan - tað er tann
avtalan, sum vit hava gjørt
við tað almenna, sigur hon.
Hon dugir væl at síggja,
at tað kann vera gott, um
tey ikki eru alt ov tengd at
einum persóni.
– Eg dugi væl at síggja
tað, men vit vilja gjarna hava
ein fastan stuðul, tí Gabriel
er so lítil, og vit plaga bara
at hava hann heima, um
sjúka er, ella okkurt annað
er í vegin, sigur Tanja.
Frá Almannaverkinum
lova tey at tryggja eina
skiftistíð,
sum
børnini
kunnu liva við.
– Tað er ymiskt hvat
tørvurin er, men vit leggja
sjálvsagt hetta til rættis
eftir tørvinum hjá tí ein
staka, sigur Eyðun Mohr
Hansen. Akkurát hvat og
hvussu eru familjurnar tó
ikki kunnaðar um enn.
Vilja betra um skipanina
Eyðun Mohr Hansen, stjóri á Almannaverkinum, sigur, at broytingarnar skulu betra um viðurskiftini
Tanja Ósá kennir seg ótrygga, nú stórar broytingar
verða framdar á umlættingarstovninum hjá
soninum, sum hevur svera autismu
Gabriel hevur einki
mál. Tá hann er
ótryggur lukkar
hann av, men tá
gerandisdagurin
riggar, er hann
glaður og kerligur