Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 2. apríl 2014 · Nr. 39 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Um Menningardepilin Virksemið í Menningardeplinum verður skipað sum eitt tvørfakligt samstarv millum teir ymisku fakbólkarnar, har dentur verður lagdur á at menna og stuðla borgaranum til størri sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt. Mennningardepilin kemur yvirhøvur at verða merktur av, at arbeitt verður í tvørfakligum toymum, har eisini nýggj vitan um arbeiðshættir og tøkni verða inndrigin. Mennningardepilin fer at ganga undan við at menna fyriskipanir í Almannaverkinum, sum kunnu stuðla málinum, um at borgarin kann fáa eitt so sjálvstøðugt lív, sum til ber. Fleiri fakbólkar fara at virka fyri at náa hetta mál, so sum sosialráðgevar, námsfrøðingar, sálarfrøðingar, sjúkrarøktar- frøðingar, ergo- og fysioterapeutar, skrivarar, tøkningar og goymslufólk. Uppgávur á Menningardepilinum • Við støði í tvørfakligum arbeiði verður tú við at menna háttalag og virkisætlanir, soleiðis at arbeiðast kann miðvíst móti, at borgarin fær eitt sjálvstøðugt og virkið arbeiðs- og heimalív • Tænastur, veitingar og hjálpartól til borgarar, ið bera brek og til familjur, ið hava børn, ið bera brek • Veita arbeiðsmarknaðartilboð til borgarar, ið eru tarnaðir í mun til arbeiðsmarknaðin • Tilmæla til fyritíðarpensjón • Visitatión av borgarum, ið hava tørv á stuðuli, búplássi, umlætting, viðgerðar- og virkistilboðum hjá Trivnaðardeplinum • Greina tørvin á tænastum og menna nýggjar fyriskipanir. Førleiki • Útbúgving sum sosialráðgevi, ella líknandi útbúgving • Tú kennir týdningin av, at borgarin verður møttur har hann er skiltur og hjálptur • Tú ert tænastusinnaður og vilt virka fyri, at borgarin verður settur í miðdepilin, soleiðis at møti við Almannaverkið verður einfalt fyri borgaran • Tú hevur hug og evni til at arbeiða tvørtur um fak • Tær dámar væl beinleiðis samband við borgaran • Tú hevur viðkomandi starvsroyndir og breiða vitan innan sosialfakligt arbeiði • Tú hevur viðkomandi kunnleika til almennar myndugleikar og samstarvs- felagar hjá Almannaverkinum • Tú hevur fyrisitingarligar royndir og dugir at orða teg í skrift og talu. Lønar- og setanarviðurskifti Starvið er flokkað í 6. lønarflokki í sátt- mála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Talan er um fast starv og barnsburðarstarv. Menningardepilin er ein nýggjur depil, har ein bygnaðarlig- og hugburðs- broyting verður framd í løtuni og tí má tann sum verður settur, tola ávísar broytingar í starvs innihaldið. Nærri upplýsing Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Hallur Thomsen, depilsstjóra ella Berit Unn Petersen, deildarleiðara telefon 360000. Umsóknir Sendið umsókn við avriti av prógvum, CV v.m. við telduposti til starv@av.fo, ella sum bræv til: Almannaverkið, Smyrilsvegur 20 Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Vinaliga merkið brævbjálvan "Starv Menningardepilin”. Freist Freist at senda umsókn inn er hósdagin 10. apríl 2014, kl. 12. k r e a Sosialráðgevarar til Menningardepilin Lýsing og endurlýsing Smyril Blue Water er eitt av Føroya fjøltáttastu flutningsfelø- gum. Innflutningsdeildin er í støðugum vøkstri, og okkum tørvar tí eitt hugagott sølufólk, ið kann vera við til at menna deildina, samskipa flutning, gera uppsøkjandi søluarbeiði og kundarøkt. Smyril Blue Water bjóðar tær » Eitt áhugavert arbeiðsumhvørvi, har tú hevur ávirkan á gerandisdagin » Eina virkismentan vit eru errin av » At vera partur av einum ágrýtnum og royndum toymi » Møguleika fyri at menna og skapa nýhugsan í arbeiðsøki tínum Tínir eginleikar » Tú er opin og fyrikomandi » Tú er ágrýtin og eldhugaður » Tú tekur ábyrgd og er dugnalig(ur) » Tú samskiftir væl í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum » Tú er telduvanur og hevur kunnleika til MS Office Fleiri upplýsingar Hevur tú fleiri spurningar, ella væntar tær upplýsingar um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við John Frandsen, stjóra á tlf. 309618 ella t-post jof@sbw.fo Umsókn við avritum av viðkomandi prógvum o.a. kann sendast við t-post til jof@sbw.fo ella við posti til: Smyril Blue Water I Postsmoga 3296 I FO-110 Tórshavn Umsóknarfreistin: 14/4-2014 Sí meir um okkum á okkara heimasíðu www.sbw.fo Sølufólk Blue Water Shipping Tórshavn Blue Water Shipping A/S | www.sbw.fo