týsdagur 1. apríl 2014síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 2. apríl 2014 · Nr. 39
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fiskimálaráðið
Stjóri til Umhvørvisstovuna
Ábyrgdarøki
Stjórin hevur evstu ábyrgd av dagliga
virksemi stovnsins.
Høvuðsuppgávur
• Saman við leiðsluni á stovninum
setir stjórin yvirskipað mál og leggur
virksemið til rættis innan øll arbeiðsøki.
• At viðvirka til og stuðla undir
trygga málsviðgerð og brúk av
fyrisitingarligum mannagongdum,
og hava gott innlit í almenna fyrisiting
og politiskar tilgongdir.
• At hava ábyrgd av fíggjarstýring,
og at játtanir verða hildnar.
Almenn førleikakrøv
• Viðkomandi kandidatútbúgving frá
lærdum háskúla. Harumframt er
tað ein fyrimunur, um stjórin hevur
leiðsluútbúgving, leiðsluroyndir og
starvsroyndir innan virkisøki stovnsins.
• Tað er av stórum týdningi, at stjórin
sær yvirskipað upp á tær mongu
ymisku uppgávurnar, sum stovnurin
skal loysa. Harumframt skal hann
kunna fara niður í smálutir, uttan at
missa yvirlitið, og hava lætt við at seta
seg inn í nýggj viðurskifti.
• Stjórin skal duga væl at fyriskipa og
leiða starvsfólk. Tá tørvur er á tí,
skal stjórin evna at skera ígjøgnum.
• Stjórin skal hava góð evni at samskifta
í almenna rúminum og beinleiðis við
føroyskar og útlendskar myndugleikar,
vinnugeirar og yrkisbólkar.
Setanartreytir
Starvið verður lønt ájavnt 38. lønarflokki
hjá Tænastumannafelag landsins, tó uttan
at vera tænastumannastarv. Setanarøkið
fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir
tí, umframt hini stjórnarráðini.
Umsóknir
Umsókn við upplýsingum um prógv,
royndir og møgulig viðmæli verður send til
Fiskimálaráðið,
postrúm 347,
110 Tórshavn,
ella við telduposti til fisk@fisk.fo í
seinasta lagi 22. apríl 2014 kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Rógva Reinert, aðalstjóra í
Fiskimálaráðnum, á telefon 55 32 11, ella
við at senda teldupost til fisk@fisk.fo.
Umhvørvisstovan er stovnur undir Fiskimálaráðnum,
sum fevnir um virkisøkini Vernd, Matrikul, Kort og Skráir,
Gransking, Tinglýsing og Fólkayvirlit og Skógrøkt.