hósdagur 3. apríl 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Hans Pauli Strøm
Tíðargrein síða 15
FarGen
víðskygd
verkætlan
Theodor Olsen
Eygamálið síða 14
Orð
kunnu
broyta
umstøður
– Føroysku politikararnir hava valt
heldur at taka pengar frá Føroya
fólki og geva eina milliardagávu til
nakrar fáar ríkar reiðarar í staðin
fyri at selja veiðirættindini og geva
vanligum løntakarum ein skatta
lætta á 5.000 krónur um mánaðin.
Tað sigur Kári Petersen, búskap
arfrøðingur, við blaðið í dag. Hann
hevur greinað tøl hjá fiskivinnuni,
sum vísa, at útsøgning hjá Jacob
Vestergaard, fiskimálaráðharra, um,
at pengarnir arbeiða í vinnuni, als
ikki passar. Sambært greiningini hjá
Kára Petersen, so hava reiðarar tikið
eina góða milliard úr fiskivinnuni
sum vinningsbýti seinastu 10 árini.
Bara uppsjóvarvinnan hevur
tikið 500 milliónir krónur út sum
vinningsbýti seianstu fýra árini.
Framrokningarnar hjá búskap
arfrøðinginum vísa eisini, at næstu
fýra árini kunnu somu reiðarar
taka út 2,2 milliardir krónur afturat
úr vinnuni.
Hetta eru sera høg tøl – serliga
um hetta verður roknað upp á eig
ararnar. Eru teir 10 í tali, so er talan
um einar 275 milliónir krónur í part,
vísir greiningin hjá Kára Petersen.
So er tað, at vit kunnu spyrja,
hví okkara politiska skipan virkar
á hendan hátt?
Er tað rætt, at ein tilvildarligur
landsstýrismaður skal hava rættin
til at býta út so stór milliarda virði
til privatpersónar – eitt virði, sum
almenna Føroyar eigur, eitt virði,
sum sambært løgtingslóg er fólks
ins ogn?
Nei, sjálvandi er tað ikki rætt.
Kári Petersen heldur, at tað hevði
verið best fyri búskapin, um eitt til
feingisgjald varð tikið, sum svaraði
til virðið á veiðirættindunum. Á
tann hátt kundu vanligi løntakarin
fingið ein skattalætta upp á 2.500
– og harvið kundi ein barnafamilja
fingið 5.000 fleiri tøkar krónur um
mánaðin.
Hetta ber til, tí at vit hava ein
flokk, Fólkaflokkin, sum ikki vil
broyta hetta. Hinir gera, sum Fólka
flokkurin sigur. Beint nú er tað
Sambandsflokkurin, sum ger sum
Fólakflokkurin sigur, og tí verða
ongar broytingar.
Fyri hava Tjóðveldi og Javnað
arflokkurin soleiðis aktað Fólka
flokkin, sum heldur, at vit sum
samfelag fáa meira burturúr, at
nakrir fáir reiðarar fáa nakrar mill
iardir frá Føroya fólki – heldur enn
at øll fáa ein skattalætta, til dømis
5.000 krónur um mánaðin fyri fam
iljuna.
Tað halda skiftandi samstarvs
flokkar hjá Fólkaflokkinum eisini.
Lítil ivi er um, at pengarnir
høvdu ligið betur í lummanum hjá
til dømis barnafamiljunum.
Men tað vilja føroyskir politik
arar ikki!
Milliardir í privatar lummar
Tey gomlu, sum búgva á
nýggja og stásiliga, ellis- og
røktarheiminum, Hamragarði,
í Vági, verða hart rakt av spar
ingum.
Starvsfólkini gera nú vart
við seg og ávara um, at nú er
vandi á ferð.
Tey vilja ikki leggja navn
til og hóast ótaldar royndir í
morgun at fáa fatur á leiðsluni
á heiminum, og økisleiðsluni í
syðru helvt í Suðuroy, hevur
tað ikki eydnast.
Men starvsfólkini siga, at
tey hava fingið at vita, at tey
skulu spara 60 arbeiðstímar
um vikuna.
Einasta
loysnin
er,
at
steingja køkin um vikuna.
Tað merkir, at allur mat
urin til vikuskiftini, skal ger
ast klárur fríggjadagin, so
at hann kann hitast aftur til
leygardag og sunnudag.
Annars hava vit eisini fing
ið upplýst, at eitt sparitiltak,
sum varð umhugsað, var at
lata onkur kømur aftur fyri at
minka um talið á búfólkum,
men at tann ætlanin varð
kortini slept.
Starvsfólkini
siga,
at
frammanundan
er
røktin
skorin inn á bein, men nú
skulu røktarfólkini so eisini
taka sær av matgerðini um
vikuskiftini
Ein avleiðing verður, at
búfólk verða noydd atliggja
longri í songini hvørt viku
skifti.
Tað vera búfólk, sum noyð
ast at liggja í songini og eta
døgurða, tá ið vit kunnu ikki
hugsa okkum, at vit á nakran
hátt megna at fáa øll upp
áðrenn, sigur starvsfólkið.
Frammanundan er alt, sum
eitur ítriv skorið burtur og
fyri at lætta og hugna um hjá
búfólki, hava tey eisini havt
ymisk húsdjór.
Men nú stúra tey eisini fyri,
at húsdjórini mugu drepast.
– Almannaráðið og lands
stýrisfólk hava varpað boð
skapin
um
Eden-arbeiðs
háttin fyri miðvíst at arbeiða
við trivna og lívsgóðsku fyri
tey gomlu, og fyri at menna
fakliga støðið hjá starvs
fólkinum.
– Tá ið Hamragarður lat
upp, var tað við Eden hug
sjónini í huga.
Nógvur
pen
ingur varð brúkt
ur til at senda
øll starvsfólk á
skeið at menna
sínar
førleikar
til at arbeiða við
hugsjónini.
Men
nú
ásanna
starvs
fólkini, at Eden
hugsjónin ikki letur seg gera
undir teimum treytum, tey nú
arbeiða undir.
Tað verður eisini tosað
nógv um sjálvsavgerðarrætt
hjá teimum eldru
Men Starvsfólkið á Hamr
agarði staðfestir, at framyvir
fer øktin ikki at kunna taka
støði í sjálvsavgerðarrætti
num hjá teimum gomlu, og
fakliga stúra tey fyri, at av
leiðingarnar fyri tey gomlu,
fara at raka meint.
- Til dømis hevur tað nógv
ar avleiðingar at liggja ov
nógv í songini, eitt nú øktur
vandi fyri blørubruna, lungna
bruna, likamlig viknan og stór
afturgongd á øllum økjum.
- So er tað føðsluvirðið
í upphitaða matinum, um
framt tað árin, tað hevur á
fólkini ikki at kenna matlukt,
og kunna sita uppi saman og
eta.
Sleppa ikki upp fyrr enn á døgurða
Blues Perlan er heitið á
nýggjum
tónleikatiltaki,
sum verður eitt afturvend
andi tiltak hvørt ár fyrst í
apríl mánaði.
Fyrsta tiltakið í røðini
verður leygarkvøldið í Perl
uni í Havn.
Samanv ið góðum blues
tónleiki ber eisini til at fáa
okkurt gott undir góman.
Dyrnar lata upp klokkan
18.00. Lutakarar á Blues
Perluni verða:
Debess Blues Station
Froðbiar Sóknar Blues
Orkestur
Sámal Ravnsfjall
Holgar
Sigmund
Blueberry Jam Session
Punjab
Blues Perlan – eitt
nýtt tónleikatiltak
Kann tað passa, at Fólka
flokkurin stýrir øllum flokkum?