Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-22, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mai 2004síða 33

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 • leygardagur • 22. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Spildurnýggir landsliðsleikarar Vagnur Mohr Mort- ensen og Pauli G. Hansen eru boðsend- ir til landsliðið, nú tvey avboð komu úr Íslandi LANDSLIÐSÚTTØKU Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sum vit nevndu í sambandi við úttøkuna av landsliðs- hópinum til dystin móti Hollandi, so var ivasamt, um talan tá var um endaliga hópin. 1. juni er nevnliga ikki við á listanum hjá UEFA yvir sonevndu landsliðs- terminirnar, og tí hava feløg ikki skyldu til at leys- geva leikarar sínar til slíkar dystir. Og tað vísti seg eisini, at avboð komu. Íslendska Fram, har Fróði Benjamin- sen og Hans Fróði Hansen leika, spælir dyst sama dag, sum Føroyar hitta Holland, og teir vildu ikki vera før- oyingarnar fyri uttan á degnum. Bóltførleikin fremst Og í teirra stað hava Henrik Larsen og Jógvan Martin Olsen tikið út tvey spildur- nýggj nøvn. Vagnur Mohr Mortensen úr HB hevur verið nógv burturfrá fótbólti seinnu árini, men í ár hevur hann tó aftur vant við fullari ferð. Tað hevur eisini eydnast 21 ára gamla havnarmanninum at vinna sær fastan sess í miðverjuni, og fyri tað mesta hava avrikini verið sera sannførandi. Somikið sannførandi, at hann nú eisini er tikin í landsliðshóp- in, og tað er einki at ivast í, at landsliðsvenjararnir við hesum hava givið greitt til kennar, hvat slag av verju- leikara til vilja hava. Umframt at vera krops- sterkur og skjótur, er Vagn- ur nevnliga ein av teimum »spælandi« verjuleikarun- um, har bóltførleikin eisini er í hásætinum, og ivaleyst er tað fyrst og fremst hetta, sum hevur drigið hann framum kappingarneyt- arnar, nú hópurin er úttikin. Bóltførleikin er so sanni- liga eisini nakað, sum vigar nógv hjá hinum nýkomna landsliðsleikaranum. Pauli G. Hansen av Skála hevur hesi trý árini, sum Skála hevur verið í bestu deildini, verið avgjørdi spælskiparin á miðvøllinum. At liðið nú eisini er oddalið, eins og Pauli umframt bóltskilið nú eisini er tann, sum gongur fremst í harða arbeiðinum, hevur so avgjørt ikki togað skeiva vegin á vektini hjá landsliðsvenjarunum. Og tað man ikki bara vera á Skála, at fótbóltsfólkið bara hevur bíðað eftir, at lands- liðsboðini skuldu koma. Eftir at Fróði Benjamins er farin til Íslands, má Pauli nevnliga metast sum ein teirra, ið fara at kappast um heitið sum besti miðvallar- in í landinum, og tí er eisini væl skilligt, at eisini lands- liðsvenjararnir hava hug at síggja, hvat hann er førur fyri at avrika, tá uppgávur- nar eru størri enn tær, sum finnast í føroysku lands- kappingini. »Føroyskur« svimjari á bretska landsliðið Ein svimjari við føroyskum ættarbondum verður við á bretska OL-landsliðnum í Grikkalandi seinni í summar. Talan er um David Carry úr Aberdeen, sum hevur ommu úr Klaksvík. Norðlýsið skrivar, at omman er Hasla Josephsen, ið er dóttir Mallu og Hans Josephsen. Hasla giftist til Skotlands við Alexander Elder, sum var trolaraskipari og reiðari. David Carry er 22 ára gamal og lesur búskap á Robert Gordon University í Aberdeen, men hann sigur við blaðið Press and Journal, at nú hann skal fyrireika seg til olympisku leikirnar, hevur tað verið neyðugt at útseta lesingina, tí tá ein kappast á so høgum stigi er ikki pláss fyri øðrum uttan venjingunum. David Carry venur í løtuni í Australia. -ek Trúi tí ikki Vagnur Mohr Mort- ensen fekk mikudag- in landsliðsboð, men hann mátti hyggja í telefonbókina fyri at vissa seg sjálvan um, at hetta var álvara LANDSLIÐSÚTTØKA Jákup Mørk Vagnur Mohr Mortensen varð heilt kløkkur, tá hann mikudagin um døgurða- leitið varð ringdur upp av FSF-skrivstovuni. Boðini vóru, at hann var tikin út til landsdystin móti Hol- landi, men at byrja við hevði hann ilt við at trúgva hesum. – Eg helt, at onkur gjørdi telefongass við mær. Telefonbókin lá tó beint við, so eg hugdi eftir nummarinum, og tá fekk eg so staðfest, at tað var Fótbóltssambandið, sum ringdi, so eg mátti heldur trúgva tí, sigur hann. Men hevði tú ikki tann minsta varhugan av hes- um áðrenn? – Heine hevði nevnt okkurt fyri mær, men tað hevði eg ikki tikið so nær. Eg roknaði í øllum førum ikki við, at tað var nakað, sum aktuelt her og nú, staðfestir hann. Gingið skjótt Og tað er einki at ivast í, at tað hevur gingið skjótt hjá Vagni. Hann var part- ur av liðnum hjá HB, tá kappingarárið í 2001 byrj- aði, men síðani hevur hann leikt millum lítið og einki. Tað mesta av 2001 var oyðilagt av skaða, og tá hann eftirfylgjandi fór út at sigla, avmarkaði fót- bólturin seg av sær sjálv- um. – Í fjør byrjaði eg so aft- ur, men Frank Skytte og eg vóru líka sum ikki á bylgjulongd, so eg gavst rættiliga skjótt, óg meira enn einstakar dystir á triðjudeildarliðnum gjørd- ist talan ikki um. Í ár eri eg so byrjaður við fullari ferð, og ikki minst hevur tað verið gott hjá mær, at hava Heine sum venjara. – Hóast eg at byrja við ikki hevði sama bóltfør- leika, sum eg vildi hava, so hevur hann alla tíðina stuðla mær, soleiðis at sjálvsálitið spakuliga er komið, so tað er heilt víst, at eg hava nógv at takka honum fyri. Og Vagnur dylir heldur ikki fyri, at eitt slíkt hera- klapp er nakað, sum ger tað enn meira hugaligt at dríva á við fótbóltinum. – Eg ætli mær í skúla í heyst, so nú verið eg í øllum førum á landi. Og tað er einki at taka seg aft- ur í, at við slíkum avbjóð- ingum sum hesari, so ætli eg mær at koyra á, stað- festir hann. Gleðir seg til nøvnini Sum sagt, so hevur Vagn- ur í ár vunnið sær sess í HB-miðverjuni, men nú er talan brádliga um størri uppgávur enn hetta. Bein- leiðis mótstøðumenninir seinastu tíðina hava verið eitt nú Magni á Lakjuni og Birgir Jørgensen, men um góða viku kunnu tað verða Ruud van Nistel- rooy og Patrick Kluivert. Og tað er einki at ivast í, at hetta er nakað, sum togar í streingirnar hjá einum ungum fótbólts- leikara. – Nú veit eg so ikki, um eg sleppi inn, men bara at hita upp á sama vølli sum slíkir leikarar. Tað verður heilt fantastiskt, heldur hann. Eftir at hava vart fyri Birgiri Jørgensen og Magna á Lakj- uni, verða tað Ruud van Nistelrooy og Patrick Kluivert, sum Vagnur Mohr Mortensen skal takast við Mynd: Álvur Haraldsen Pauli G. Hansen verður av mongum roknaður sum ein av bestu miðvallarunum í landinum, og nú fær hann høvi at prógva hetta fyri landsliðsvenjarunum 17 16 Nr. 96 - 22. mai 2004 UTTAN ÚR HEIMI Bankar leggja saman Aftan á samráðingar í næstan ein mánað er tað nú greitt, at Grønlandsbanken og danski bankin Vestjysk Bank verða lagdir saman. Semjan ímillum teir báðar bankarnar ber í sær, at partabrøvini í grønlendska bankanum verða strikað, og at partaeigararniri fáa partabrøv fyri 736 milliónir krónur í Vestjysk Bank ístaðin fyri. Tann 17. juni verð- ur aðalfundur í Grønlandsbankanum, og tá skulu parta- eigararnir taka endaliga støðu til samanleggingina. Stjórin í Grønlandsbankanum, Svend-Erik Daniel- sen, sigur við útvarpið í Nuuk, at samanlegingin fær onga ávirkan á samskiftið ímillum bankan og viðskifta- fólkini. Alt verður sum nú, sigur hann. Samanleggingin fer kortini at gera, at grønlendski bankin verður betur førur fyri at fíggja vinnulívið, og sethúsaeigarar kunnu eisini vænta at fáa onnur og betri tilboð um fígging enn higartil, sigur Svend-Erik Danielsen, sum leggur aftur- at, at samanleggingin fer Grønlandsbankian sterkari, so hann er betur førur fyri at taka ímóti komandi av- bjóðingum. Eldur í norskum flogfari Eitt flogfar hjá norska felagnum Widerøe noyddist mitt í vikuni at neyðlenda, eftir at eldur kom í annan mot- orin. Flogfarið, sum er av slagnum Dash-8, var á veg úr Sandefjord til Bergen við 21 ferðafólkum, men stutt eftir at tað var farið á flog, varnaðist flogskiparin, at eldur var í øðrum motorinum. Hann gjørdi av at sløkkja motorin, og tað eydnaðist flogfarinum at venda aftur til Sandefjord, har tað setti seg 20 minuttir eftir, at tað var farið á flog haðani. Eingin fekk skaða av tilburðinum, og øll ferðafólkini tóku av einum tilboði um at sleppa til Bergen við einum øðrum flogfari. Tað er ikki heilt greitt, um talan veruliga var um eld, ella um motorurin gjørdist ov heitur, skrivar Aftenpost- en, og nú verður kannað, hvat veruliga hendi. Kanning- ar hava í hvussu er vist, at hitin í motorrúminum var ov nógvur, og at ávaringartólini virkaðu, sum tey skuldu, skrivar blaðið. Lættføttur sherpa Ein 26 ára gamal maður úr Nepal, ein sherpa, hevur sett eitt nýtt heimsmet. Í gjár eydnaðist tað honum at sleppa upp á heimsins hægsta fjall, tað 8.848 metrar høga Mount Everest. Tað hava fleiri gjørt undan honum, men eingin hevur gjørt tað so skjótt sum hann. Pemba Dorji Sherpa brúkti bara átta tímar og tíggju minuttir upp á fjallið, og hann brúkti sostatt meiri enn tveir tímar minni enn tann, sum átti tað gamla metið, sum varð sett í fjør. Tá Sir Edmund Hillary og Tenzing Norgay sum teir fyrstu komu upp á toppin á Mount Everest tann 29, mai í 1953 brúktu teir meiri enn sjey vikur um ferðina. Men síðani er útgerðin nógv broytt, og tað er høvuðsorsøkin til, at tað ber til at gera ferðina eftir einum degi nú. Sviar selja oyggjar Tey, sum kunnu hugsa sær at njóta summarfrítíðina ella onkra aðra frítíð í svenska skergarðinum, hava nú høvi at keypa sær sína egnu oyggj har. Ein svenskur grunnur hevur gjørt av at selja sín part av skergarðinum. Talan er um eitt øki á landi umframt 30 smáar oyggjar einar 60 kilometrar frá Stockholm. Prísurin fyri alt liggur einastaðni ímillum 15 og 20 milliónir danskar krónur. Tann, sum hevur hug at keypa, skal keypa í mninsta lagi ein triðing av økinum. Svensk bløð skriva, at áhugin fyri økinum er stórur, og seinastu dagarnar nógv fólk í stuttleikabátum verið og hugt at oyggjunum. Sambært Jyllandspostinum hava fleiri danir summarhús í økinum, tí tað er bíligari at keypa sær eitt summarhús har enn eitt nú í Vestur- jyllandi. Nýggjar ræðumyndir úr Irak Nú verður tann ser- vanda deildin hjá am- erikanska herinum, Delta Force, løgd undir at hava farið illa við irakskum fangum FANGAVIÐFERÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Sambært sjónvarpinum CBS eru 24 myndir komnar undan kavi á einari teldu. Trettan teirra hava longu verið almannakunngjørdar, men hinar ellivu hevur eingin sæð fyrr. Ein onnur sjónvarpsstøð, ABS, vísti fyrrakvøldið nakrar av myndunum. Á nøkrum teirra standa tveir hermenn úr teirri servandu deildini Delta Force uppi yvir líkinum av einum irakskum fanga. Sambært ABS er talan um Manadel al-Jamadi, sum doyði í Abu Ghraib-fongslinum, eftir at amerikanskir hermenn høvdu tikið hann. Tað hevur fyrr ljóðað, at al-Jamadi doyði av løstum, sum hann hevði fingið, tá amerikanararnir avhoyrdu hann í fongslinum. ABC sigur seg hava fingið at vita frá øðrum hermonnum, at líkið av al-Jamadi bleiv lagt í ís og síðani pakkað í ein plastikkposa. Á myndun- um, sum vórðu vístar hós- kvøldið, standa tveir av hermonnunum brosandi uppi yvir líkinum. Ein talsmaður hjá amer- ikanska verjumálaráðnum segði hóskvøldið, at tær nýggju myndirnar verða sendar teimum, sum kanna ágangin ímóti fangunum í Irak. Nógvir amerikanarar halda, at uppaftur fleiri myndir fara at koma undan kavi. Republikanski senat- orurin John Warner sigur við ABC, at kanningar- nevndin hjá Senatinum hevur sæð 1600 myndir, sum avdúka grovan ágang ímóti irakskum fangum. Hermaðurin Sabrina Harmon uppi yvir líkinum av Manadel al-Jamadi Við Lizu Minelli og Sharon Stone á odda savnaðu nakrar stjørnur 12 milliónir krónur til AIDS- gransking AIDS Árni Joensen fartekst@mail.dk Í sambandi við filmsstevn- una í Cannes í Fraklandi varð skipað fyri einum ser- ligum tiltaki hóskvøldið, har endamálið var at savna pening til granskingar- arbeiði í sambandi við sjúkuna AIDS. Ímillum luttakararnar vóru Rod Stewart, Sheryl Crowe og Nathalie Port- man, men tað vóru tær báð- ar, Sharon Stone og Liza Minelli, sum stóðu á odda fyri tiltakinum. Undir til- takinum segði Liza Minelli nøkur orð um mammu sína, Judy Garland. Sjálv segði hon, at hetta var fyrstu ferð, at hon hevði tosað um mammuna alment. Tá kassin bleiv gjørdur upp, høvdu tey savnað tólv milliónir krónur til AIDS- gransking. Stjørnur ímóti AIDS Danir leita eftir nýggjum oljuleiðum Danskir jarðfrøðingar fara nú at leita eftir olju í Katte- gat og Skagerak. Um eini tvey ár kunnu danir fáa at vita, um olja er at finna í undirgrundini í Kattegat og Skagerak. Granskarar úr Keypmannahavn og Århus skulu spreingja hálvttriðja tons av dynamitti í fleiri bori- holum, sum skulu borast uppi á landi í Jyllandi og í År- hus-víkini og Norðsjónum. Við at máta ljóðbylgjurnar frá spreingingunum kunnu teir kanna undirgrundina. Eru metingarnar, sum jarðfrøðingarnir hava, rættar, kann tað væl henda, at olja er at finna á teimum norðaru leiðunum í Kattegat og Skagerak, skrivar Ritzau. C M Y K 16