Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-03, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2014síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapart: Gul til stívt andøvsgul av landsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 8 og 11 stig. Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, seinnapartin nakað minni vindur. Regn av og á og hitin millum 8 og 11 stig. Gul til stívt andøvsgul av suðri og sólglottar, men eisini okkurt æli. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Sunudagin up í ein strúk av landsynningi og stundum regn. Mánadagin stívt andøvsgul av útsynningi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 8 og 12 stig. Yvirlit hósnáttina: Eitt hátrýst, 1017 hPa. í landnyrðing úr Íslandi fer eystureftir. Yvirlit fríggjnáttina: Eitt lágtrýst, 974 hPa. í landsynning úr Hvarvinum stendur í stað og brúgvalagið haðani til Skotlands kemur hendavegin. 4-9 m/s 6-11 m/s 6-11 m/s 4-9 m/s 3-8 m/s 6-11 m/s 8-11 °C 9-12 °C 8-11 °C hósdag leygardagin fríggjadagin lufttrýstið -5° 0° 5° 10° 15° 20° Mesti 7,6° 5° Hitin í dag Minsti hiti máldur 3,5° Miðal: 5,9° HITalag Avfall 2014 fyri apríl Miðal 1961-1990: 3,8°C ––––––– 20 ––––––– ––––––– 40 ––––––– ––––––– 60 ––––––– ––––––– 80 ––––––– ––––––– 100 ––––––– ––––––– 120 ––––––– ––––––– 140 ––––––– ––––––– 160 ––––––– ––––––– 180 ––––––– 1 mm higartil Miðal 1961-1990: 88 mm avfall fyri apríl VESTFALLSKYRRINDI 27/3: Mánin næstur jørðini 30/3: Tendring 7/4: Fyrra kvarter 8/4: Mánin longst frá jørðini Kelda. Álmanakkin 2014 Suðuroyar-/ Vágafirði Skúvoyar-/ Skopunarfirði Hestfirði/ Sundalagnum Vestmanna- sundi Mykines- firði Nólsoyar- firði 2 fj. í LS úr Mjóvanesi Leirvíksfirði/ Haraldssundi Kalsoyar-/ Svínoyarfirði Hvanna- sundi Fugloyar- firði Dagur fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. 4. apr 11:04 23:29 10:04 22:29 10:19 22:44 00:40 13:04 01:40 14:04 09:19 21:44 08:19 20:44 11:19 23:44 - 12:19 10:49 23:14 - 12:04 5. apr 11:53 - 10:53 23:18 11:08 23:33 01:29 13:53 02:29 14:53 10:08 22:33 09:08 21:33 - 12:08 00:44 13:08 11:38 - 00:29 12:53 6. apr 00:18 12:42 11:42 - 11:57 - 02:18 14:42 03:18 15:42 10:57 23:21 09:57 22:21 00:33 12:57 01:33 13:57 00:03 12:27 01:18 13:42 7. apr 01:06 13:42 00:06 12:42 00:21 12:57 03:06 15:42 04:06 16:42 11:57 - 10:57 23:34 01:21 13:57 02:21 14:57 00:51 13:27 02:06 14:42 8. apr 02:19 14:55 01:19 13:55 01:34 14:10 04:19 16:55 05:19 17:55 00:34 13:10 - 12:10 02:34 15:10 03:34 16:10 02:04 14:40 03:19 15:55 Jan Feb Mars Apríl Mai Juni Juli Aug Sept Okt Nov Des 163 140 134 1 Tinglimir vilja nú hava at vita, hvat landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Ols­en, visti um sparingarnar, sum nú eru settar í verk á ellis- og røktarheiminum, Hamra­garði í Vági. Starvsfólk á heiminum róp­tu varskó í morgun og ávar­aði um tær sparingar, æt­lan­in nú er at seta í verk. Hinvegin hevur leiðarin á heiminum gjørt greitt, at neyðugt er at seta sparingar í verk fyri at játtanin kann halda. Hetta hevur fingið tríggj-ar politikarar upp úr stólinum í morgun og teir hava allir tríggir nú sent Anniku Olsen nakrar ítøki­ lig­ar spurningar um støðuna. Høgni Hoydal úr Tjóð­ veldi vil hava at vita, um Anni­ka Olsen heldur, at hetta eru sømilig kor at bjóða teim­um eldri ”nú enn ikki ein ný­gjørd máltíð skal bjóðast bú­fólki­num í vikuskiftunum” sum hann tekur til. Hann vil eisini hava at vita, um landsstýriskvinnan ætl­ar at fáa hetta broytt, ella um ætlanir er um aðrar spar­ ing­ar á eldraøkinum. Hann vil eisini hava at vita, hvussu hendan ”niður­ pín­ing á eldraøkinum” sam­ svarar við tað, Løgtingið og almenninginum hava fing­ið at vita í sambandi við fígg­ ing­ina og tænastustigið, nú eldra­ø­kið skal leggjast undir kommunurnar. Sjálvur heldur hann, at tað eigur á ongan hátt at góð­ takast, at ”tey skulu eta av­ lops­mat og uppafturhitað”. – Tað fer sjálvsagt at gera tað møguligt hjá teimum, ið nógv­an pening eiga, at keypa sær góðar umstøður, meðan tað vanliga fólkið verður at liva við niðurpíning og verri um­støðum, sigur Høgni Hoy­ dal og hann vil hava at vita um hetta er tað, sum ætlanin er. Hendrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin vil eisini vita, hvat Annika Ol­ sen visti um sparingarnar á Hamragarði og um hon hev­ ur góðkent, at køk­ur­in skal stongjast í viku­skifti­num. Hann vísir á, hvussu stór­ an týdning, tryggar um­støð­ ur hava at siga fyri bú­fólk­ið á ellis- og røkt­ar­heimum. – Tí kann tað ikki vera rætt, at tað í heilum verð­ur boð­að frá ymiskum spari­til­ tøk­um, sum gera dagligdagin ótryggan. Frammanundan er ein náttarvakt spard burtur á Hamra­garði. – Bara tað, at tað kemur upp á tal at stongja køkin um vikuskiftinum á ein­um heimi, har 24 fólk búg­v­a, er so burturvið, at lands­ stýris­kvinnan bein­an­vegin má steðga hesi ætlan, sigur Hendrik Old. – Harumframt eru ítriv og venjing ein umráðandi part­ ur av framkomnari røkt, og kann tað ómøguliga verða talan um, at hesin parturin verð­ur tikin burtur úr røkt­ ini, leggur hann afturat. Eisini Eyðgunn Ol­sen, tingkvinna fyri Javn-að-ar­ flokkin, vil hava Anniku Ol­ s­en at svara nøkrum ítøki­ ligum spurningum, ikki endi­liga um Hamragarð, men um fíggjarligu støðuna í eldra­øki­num sum heild. – Hóast tað fleiri ferðir er ført fram, at játtanin til eldra­røkt­ina er rúmlig í ár, aftu­r­ímóti í fjør, samsvarar hetta ikki við tað, avvarðandi og starvsfólk uppliva í ger- andis­degnum, sigur hon. Eisini hon vil hava at vita um tænastustigið er nøkt­ andi, nú ætlanin er at legg­ja økið undir kom­mun­ur­nar. Krevja svar frá Anniku Olsen