mánadagur 7. apríl 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. apríl 2014 · Nr. 41
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Kári thomsen
Kjak síða 25
Humm
ari og ali
laksur
ólíka fyri
Elsebeth mercedis
Gunnleygsdóttur
Kjak síða 25
Skulu
styrkja
Klaksvíkar
Sjúkrahús
– Ágangurin á okkum sum eru í
vinnuni er rættiliga ógvusligur í
løtuni, og orðaskiftið verður stýrt
av búskaparfrøðingum við eini pol
itiskari dagsskrá, sum er ræðandi.
Soleiðis sigur Jákup Jacobsen,
stjóri í Varðanum í Gøtu við Norð
lýsið um vikuskiftið.
Tilsipingin er til grein her í blað
num fríggjadagin, har Kári Pet
ersen, búskaparfrøðingur, hevur
roknað seg fram til, at ein milliard
er tikin úr rakstrarfeløgunum í
vinnuni seinastu 10 árini – og har
hann eisini hevði roknað seg fram
til, at 2,2 milliardir kunnu verða
tiknar úr næstu fýra árini.
Tað er sjálvandi at fegnast um, at
feløg tjena pengar. Tað er sjálvsagt
grundarlagið fyri framhaldandi
rakstri og vinnu. Men at onnur fólk
hava eina politiska dagsskrá, tað
nýtist nú ikki at vera so vandamikið
ella ræðandi, sum gøtumaðurin vil
gera tað til. Alt eftir, hvat tú sjálvur
heldur, kanst meta um, hvørt tað
er at øsa fólk uppímóti politisku
skipanini – ella tað er at fáa fólk
at ávirka politisku skipanina, so
broytingar verða gjørdar.
Vit skilja væl, at fólk sum fáa –
fegin vilja hava. Í hesum føri fólk,
sum fáa tilfeingi fyri einki, og sum
kanska í framtíðini verða noydd at
gjalda fyri rættin at sleppa at veiða
tilfeingi, sum er ogn Føroya fólks.
Tað óhugnaliga við samrøðuni
við Jákup Jacobsen er tó hóttanin
um at selja. Hann sigur við Norðlýs
ið, at skal hetta verða grundarlagið
undir framtíðar fiskivinnupolitikk
inum, »so verða vit noyddir at fyri
halda okkum til tað, og so er tíðin
komin at selja alt virksemið«.
Og so leggur hann afturat, at tær
nýtist onga útbúgving at rokna út,
at skulu teir fáa nøktandi prís fyri
virksemið hjá Varðanum, so mugu
teir selja til útlendingar.
Páll á Reynatúgvu nevndi í
tinginum, at Varðin hevur fingið
eitt tilboð upp á 2,5 milliardir frá
útlendingum, sum vilja keypa alt
virksemið hjá Varðanum. Jákup Jac
obsen sigur við Norðlýsið, at Varðin
hevur gjørt íløgur upp á eina hálva
milliard. Hvat er tað so, sum Jákup
Jacobsen skal selja til útlendingar?
Er tað ikki okkara felags tilfeingi,
sum svimur í havinum, sum ikki er
fiskað enn?
Tað ber ikki til at leggja reiðarar
undir at vera óreiðiligar. Teir virka
bara í tí skipan, sum er galdandi. Tað
er ein skipan, sum politikararnir
hava skapt. Tað er ein skipan, sum
nógvir politikarar vilja broyta.
Men ikki teir, sum valda. Tann, sum
ræður, vil ikki, at vinnan skal gjalda
fyri veiðiloyvi, og harvið verður tað.
Men politikkur er at vilja broyting
ar. Og broytingar munnu fara at
vísa seg.
hvat er tað jákup vil selja?
– Kommunuskúlin stendur
sum ein yvirvaksin risi mitt
í býnum og tað einasta rætta
er at javna hann við jørðina.
Tað heldur Jógvan Arge,
varaborgarstjóri í Havn.
Nógv kjak hevur verið um,
hvat Kommunuskúlin í mið
býnum í Havn skal brúkast
til.
Nevnt hevur verið at gera
hann til innandura spæli
pláss, innandura parkerings
pláss, bókasavn ella íbúðir.
Men tað seinasta, sum
mest hevur verið tosað um,
er at gera hann til eitt ment
anar og virkishús til list og
virksemi av øllum handa
slagi.
Men Jógvan Arge, vara
borgarstjóri, er av eini heilt
aðrari áskoðan.
– Tað einasta rætta er taka
hann niður sigur hann.
–
Býarskipanarliga
er
hann ikki nakað prýði. Hann
sigur, at hann stendur sum
ein yvirvaksin risi mitt í bý
num og fjalir fyri útsýnið og
tekur alt ljósið frá teimum
øllum nærhendis.
– Tað einasta, sum sæst
hjá øllum teimum, sum eru
rundanum Kommunuskúlan,
er ein stórur, gulur betong
veggur.
Hann er eitt stórt, gult
spøkilsi, sum als ikki passar
inn í býarmyndina.
Tað hevur verið víst á, at
tað kostar einar 30 milliónir
at dagføra kommunuskúla
garðin, har ein trupulleiki er,
at hann hevur sopp.
Men hesum roknistykki
num hevur Jógvan Arge púra
einki álit á.
– Vit umvældu ein barna
garð í Hoyvík, sum kann
vera í trimum skúlstovum í
Kommunuskúlanum og tað
kostaði 16 -17 milliónir.
– So at umvæla Kommun
uskúlan kostar heldur einar
100 milliónir, sigur Jógvan
Arge.
Tað er so gamalt og illa
farið, eitt nú at soppi, at tað
verður ómetaliga dýrt at um
væla áðrenn tað kann brúk
ast til nakað sum helst.
– Hann hevur livað sítt lív
og nú eiga vit at taka hann
niður, leggur varaborgar
stjórin afturat.
Hann sigur, at tað er neyð
ugt, at býráðið viðgerð spurn
ingin um kommunuskúlan
nógv meiri nágreiniliga og
tí vil hann ikki binda seg til
tað seinasta, sum hevur verið
frammi um at gera hann til
mentanarsetur.
Kommunuskúlin skal
javnast við jørðina
–
Hetta
var
ein
stór
hending. David Cameron
steig í fundarhølið við fýra
James Bondum. Tveimum
framman og tveimum aftan
á. Hann var nógv størri enn
væntað, men burtursæð
frá tí, var hann ein vanligur
stórpolitikari. Nýrakaður.
Fitt og óskyldigt hár. Og so
hevði hann eisini einslittan
klædning og slips. Einki
posh. Einki fancy.
Soleiðis skrivar Hanus
Samró, løgtingsmaður á
Facebook, eftir at hann á al
tjóða konservativum fundi
hevur hitt bretska forsæt
isráðharran. Víðari skrivar
Hanus Samró:
»Hann sat nakrar fáar
metrar
frá
mær.
Men
stuttligasta av øllum, hann
mátti strekkja beinini, tí
fundurin vardi hálvan ann
an tíma. Sum tit nokk vita,
eru dúkar á borðinum, so
man ikki sær, hvat man ger
undir borðinum. Men David
Cameron er ein stórur mað
ur. Svartaskógvarnir komu
undan. Teir vóru sjálvandi
nýpussaðir og flottir, men
teir vóru ógvuliga slitnir í
botninum. Tað er kanska
skiljandi,
tí
Putin
fær
avstað við nógvar tíð og
orku, men gott at síggja,
at bretski forsætismála
ráðharrin eisini dragist við
gerandistrupulleikar, sum t.
d. slitnar skógvar!«
Cameron slítur
skógvarnar
Politikararnir vilja hava at
privatir kunnu selja veiðiloyvi
– Tað einasta rætta er at taka Kommunuskúlan niður,
sigur Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Havn