Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. apríl 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. apríl 2014 · Nr. 41 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Marjun Dalsgaard Eftir at Sosialurin í viku­ skifti­n­um skrivaði um, at reiðar­ar hava tikið eina milliard úr fiskivinnuni, kenn­ir Varðin seg so illa við­farn­an, at teir møguliga verða noyddir at selja alt virk­sem­ið, siga teir við Norð­ lýsið. Gera teir tað, gongur tað útyvir vinnuna og er hetta júst eitt dømi um, at skipanin, sum vit hava, er sera ósunn, sigur Kári Peter­ sen búskaparfrøðingur. - Tann næsti, sum skal inn í vinnuna, skal gjalda fyri veiðuloyvið, meðan tann, sum tekur seg út, fær pengarnar. Soleiðis verða pengarnir tiknir út úr vinnuni, og tí er hendan skipan­in sera óheppin fyri vinnu­na, sigur hann. Ein trupulleiki við fiskivinnuskipanini í dag er, at eigarir av skipum við veiði­rættindum kunnu selja veiði­rættindi, sum eru latin ókeyp­is frá landinum, saman við skipunum. Keyparin skal nú gjalda marknaðarprís fyri veiði­ loyv­ið, og fær eina fyritøku, sum ikki hevur serliga stórt yvir­skot og tískil ikki kann gja­l­da skatt til landið, greiðir Kári Petersen frá. Ávarar móti oligarki Fyri sløkum tveimum vik­u­m síðani segði Páll á Reyna­ túgvu, løgtingslimur fyri Tjó­veldi, frá tingsins røðara­ palli, at hann hevur hoyrt, at Varð­in í Gøtu hevur fingið eitt tilboð áljóðandi 2,5 til 3 milliardir fyri virksemi teirra. Størsti parturin av hesum virðinum er veiði­ rætt­indi, sum er latin ókeyp­is og á tann hátt verða milliardir tiknar út úr vinnuni, um Varðin selir sítt virksemi. Fyri at fáa ein nøktandi prís noyðast teir at selja til útlendingar, sig­ur Jákup Jacobsen við Norð­ lýsið. Kári Petersen ávarar ímóti oligarki, tí fáir vinnu­ lívsmenn hava møg­u­ leika fyri at vinna milli­ ard­ir í sambandi við sølu av einkarrætindum til at veiða á føroyskum stovn­ um. Einkarrætturin gev­ur eitt ónormalt stórt yvir­skot til tann, sum fær veiðu­ rættindini, og skipini kunnu tískil seljast fyri nógv meira enn tey eru verd, tí veiði­ rættindini fylgja við. Hetta merk­ir, at skip, sum hava kost­að eina milliard at bygg­ja, kunnu seljast fyri 5 milliard­ir krónur saman við veiðu­loyvunum. Føroyar enda sum fámannaveldi Í fleiri ár hevur politiska skipanin latið stór virðir út til nakrar fáar einstaklingar á henda hátt. Hetta fær álvar­ samar avleiðingar fyri land­ið, sigur Kári Petersen. - Landsstýrið skriv­ ar út fiskiloyvir fyri fleiri ár fram­yvir. Einki forðar hesum per­són­um í at selja tey fyri milliard­ir. Sam­felags­ligu av­leið­ ing­ar­nar av hesum langu loyv­um uttan lógarásett til­ feingis­gjald er álvarsamar, sigur Kári Petersen. Hann ávarar ímóti, at ein mið­savning av valdinum fer fram, og at Føroyar verða eitt oligarki - ella fámannaveldi. - Miðsavningin av valdi­ num førir til, at nøkur fá fólk fara at eiga milliardir, og tey fara eftir nøkrum ár­um at ráða yvir restini av før­oyska vinnulívinum og sam­felag­ num annars, sigur hann. Vit hava roynt at fing­ ið eina viðmerking frá Varðanum, men tað eydnaðist ikki áðrenn deadline hjá blaðnum. Ein milliard er tikin úr vinnuni, var yvir­skrift­in í Sosiali­num í viku­skifti­ num. Niður­støð­an byggir á tøl frá gran­skoðara­virki­ num Janu­ar, sum varð nýtt sum kelda til talvuna, sum Kári Petersen, bú­ skap­ar­frøðingur hevur gjørt um vinningsbýti í pelag­isku vinnuni. Hetta fekk gran­ skoðara­virk­ið Januar til at senda eina rætt­ leið­ing, har sagt var, at vinningsbýtið bert er tikið úr rakstr­ar­feløg­ unum og ikki úr vinnuni, tí vinningsbýtið í flestu før­um er koyrt í eitt móður­felag, men hetta broyt­ir einki, sigur Kári Peter­sen, sum stendir við sína útsøgn. - Tað er tikið úr fiski­ vinnu­ni. Hvar tað so end­ ar, tað veit man ikki, sigur hann. Haraftrat vísir talv­an, at samstundis, sum man hevur tikið 500 milliónir krónur úr rakstr­ar­ feløgu­num, er egin­ogn­in vaksin við 300 milliónum krónum uppá fimm ár, nevniliga frá 120 til 420 milliónir krón­ur. Tað vísir, at vit hava eina vinnu, sum við sín­um einkar­rætti­ndum hev­ ur eitt gjald­føri, sum er nógvar ferð­ir størri enn neyðugt fyri at hava eitt sunt virksemi, sigur Kári Peter­sen. Varðin hóttir við at selja til útlendingar Í farnu viku visti Páll á Reynatúgvu at siga frá tingsins røðarapalli, at Varðin í Gøtu, sum rekur fimm skip í uppsjóvarflotanum, hevði fingið bjóðað millum 2,5 og 3 milliardir krónur fyri virksemið. Nú hóttir Varðin við at selja til útlendingar 2008 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015 Útflutningur av pelagiskum fiski 381 407 706 1102 1312 1346 2050* 2050* Søla 548 443 776 1027 1075 1150* 1850* 1850* Aðrar útreiðslur 238 167 266 379 428 430* 430* 430* Starvsfólkakostnaður 180 141 237 306 319 345* 555* 555* Avskrivingar 66 86 92 99 100 100* 100* 100* Úrslit áðr. óvanligt -34 0 160 235 214 275* 765* 765* Óvanlig inntøka 312 Skattur 49 6 30 48 46 61* 168* 168* Úrslit eftir skatt 229 -6 130 188 168 200* 597* 597* Vinningsbýti 74 70 125 151 146 150* 550* 550* Eginogn 425 120 135 369 420 Tøkur peningur 193 149 251 310 228 Tal av skipum 11 9 8 11 11 Keldur: Grannskoðaravirkið Januar, Hagstovan, tølini fyri 2013 til 2015 eru egnar útrokningar *METT Vinningsbýtið hjá pelagiska flotanum Er ein milliard tikin úr vinnuni? Kapitali­ sering av virðum Lógin um vinnuligan fiskiskap er frá 1994. Hon sigur, at fiskurin, sum livur í sjón­um er ogn Føroya fólks, men heimiðlar lands­stýri­num at skriva út fiskiloyvir yvir 10 ár. Við at geva loyvir í 10 ár, loyvir landsstýrið tí persóninum, sum hev­ur loyvið, at selja rætt­indini næstu 10 árini. Gev­ur loyvið eitt stórt av­kast tey 10 árini, so kann loyvishavarin selja skip­ið við loyvinum fyri stórar upphæddir. At selja inntøkurnar í nógv ár í framtíðini til mark- nað­ar­virðið nú, verður nevnt kapitalisering. Av tí at fiskivinnuskipanin gev­ur einkarrættindi, verð­ur luftasliga alt ov stórt yvirskot í hesum reiðaríun­um, sum fáa fiskiloyvini, og tað eru nøkur fá, sterk reið­arí, sum hava stødd til at fiska allan fiskin. Innan uppi­sjóvar­ vinnuna fáa nakrir fáir aktørir fiski­rætt­indi ókeypis, sum hava eitt mett avreiðingarvirði á 2,2 milliardir. Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Marjun Dalsgaard Pengarnir arbeiða i vinnuni, sigur fiskimálaráðharrin, tá hann verður spurdur um, hví hann letur fiskirættindi út ókeypis, sum so kunnu selj ast víðari. Men hendan út søgning er beinleiðis skeiv. Pengarnir arbeiða ikki í vinnuni. Seinastu 10 árini hava reiðarar tikið 1,03 milliard úr fiskivinnuni, vísa tøl, sum Kári Petersen bú skapar frøðingur hevur greinað. Bara í uppsjóvar­ vinnuni er ein hálv milliard tikin út sum vinningsbýti sein astu fýra árini, og tað er sann líkt, at 2,2 milliardir verða tiknar út komandi fýra árini. Hetta eru 2 milliardir krón ur, sum føroya fólk eigur í tilfeingi, og sum verð­ ur givið burtur til nakrar ein­ stak lingar. – Tað finst eingin góður háttur at deila so nógvar pengar út uppá. Tað verður í besta føri tilvildarligt, hvør fær veiðurættindi, í ring­ asta føri vina­ og kenninga­ politikkur, sum avgerð, hvør fær milliónir forerandi, sigur Kári Petersen. Hann heldur ikki, at tað er lógligt, at deila ríkidøminum hjá einum fólki út til einstaklingar á hendan hátt. Tølini skulu takast við tí fyrivarni, at summi reiðara feløg hava eitt holdings selskap, har tey seta vinnings býtið inn. Tað kunnu tískil vera gjørdar íløgur í vinn una við hesum peng unum uttan at tað sæst á rokn skap inum. Hinvegin kunnu eis ini stórar nøgdir av peningi vera tiknar út, sum ikki síggjast í tølunum, til dømis um skip verða seld við loyvum fyri fleiri hundratals milliónir. Einkarrætturin gevur stórt yvirskot Stóru yvirskotini á hundra­ tals milliónir krónur í fiski­ vinnuni standast av einkar­ rættinum, sum eitt felag fær, tá tað fær fiskirættindi. Orsøkin til, at landið skrivar einkar rættindi út er, at tað er neyðugt at verja stovn­ in, men tað gevur tí felag­ num, sum hevur rætt at veiða á stovinum fyri munir, sum vísa seg í millióna­ klassanum. Hetta yvirskotið átti, sambært nógvum bú­ skapar frøðingum, at farið í lands kassan, men tað ger tað ikki – tað kann tak ast út sum vinnings býti hvørt ár – og tað verður tað eis ini gjørt, vísa tøl, sum búskapar­ frøðingurin, Kári Petersen hevur gjørt útfrá rokn­ skapar greining hjá gran­ skoðara virkinum, Januar. Kári Petersen hevur fyrr gjørt vart við, at hetta yvir­ skotið eigur at fara í lands­ kassan, tí føroya fólk eigur til feingið, og einkar rætt­ indi verða bara latin, fyri at stovn ar nir ikki skulu av­ oyðast. 2,2 milliardir í fórið Nýggja makrelavtalan førir við sær, at yvirskotið í pelag­ isku vinnuni verður enn størri, tí føroyingar fáa betur at gongd til stovnin. Har­ aftrat eru endurmetingar av stovn inum gjørdar, og tað merkir, at veiðan verður enn størri og tískil verður avreið­ ingar virðið størri. – Yvirskotið hjá upp­ sjóvar flotanum hevur verið um 250 mió. kr. seinastu ár ini og eigararnnir hava sein astu árini tikið um 150 milliónir út í vinningsbýtið um árið. Kom andi 4­5 árini fer yvir­ skotið í pelagisku vinn uni at vera góðar 750 milliónir krónur árliga, so roknast kann við, at eigararnir fara at taka sær um 5­600 milliónir út úr vinnuni um árið, sigur Kári Petersen. – Hetta merkir, at yvir eitt fýra ára skeið kunnu eigar arnir taka sær um 2,2 milliardir út í vinningsbýti. Hyggja vit at tølunum, hava fel øgini seinastu trý árini Útsøgning hjá fiskimálaráðharranum, Jacob Vestergaard, um, at pengarnir arbeiða í vinnuni, er beinleiðis skeiv. Seinastu 10 árini hava reiðarar tikið 1,03 milliardir út úr fiskivinnuni, og tað er sannlíkt, at nakrir fáir persónar taka 2,2 milliardir bara úr uppsjóvarvinnuni komandi fýra árini fiskivinnupolitikkur Hava tikið yvir eina milliard úr fiskivinnuni Í farnu viku segði Páll á Reynatúgvu frá tingsins røðarapalli, at hann hevði hoyrt, at Varðin í Gøtu hevur fingið eitt boð á 2,5 til 3 milliardir krónur frá einum útlendskum felagi. Ein stórur partur av hesum virðinum eru fiskirættindi, sum felagið hevur fingið latið ókeypis frá landinum – Pengarnir eru tiknir úr fiskivinnuni. Hvar teir eru farnir harfrá, tað vita vit ikki, sigur Kári Petersen. Samstundis við, at man hevur tikið 500 milliónir krónur úr rakstrarfeløginum er eginognin vaksin við 300 milliónum krónum upp á fimm ár, nevniliga frá 120 milliónum til 420 milliónir krónur, so hetta er ein vinna, sum hevur eitt nógv størri yvirskot enn neyðugt