týsdagur 8. apríl 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. apríl 2014 · Nr. 42
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Magni Laksáfoss
Kjak síða 12
TitOrka
flytur
virksemið
Ítróttur síða 30-32
9 ára
gamal
í Man
chester
Kjakið um útlendskan ognarlut í
føroysku fiskivinnuni fyllir nógv í
samfelagskjakinum í Føroyum. Vit
hoyra javnan politiskar útmeld
ingar um, at vit eiga at lóggeva út
lendingar úr fiskivinnuni.
Kortini er tað púra alment, at
útlendingar eru sera aktivir í før
oyskari fiskivinnu gjøgnum strá
menn.
Í sambandi við kjakið um til
feingisgjald og um stóra vinningin í
uppsjóvarvinnuni, er kjakið um út
lendingar í vinnuni eisini aktuelt.
Jákup Jacobsen, stjóri á Varða
num í Gøtu, segði við Norðlýsið um
vikuskiftið, at um búskaparfrøð
ingar við eini politiskari dagsskrá –
sum Kári Petersen – halda fram við
at leggja eftir vinnuni, so verður
einki annað at gera, enn at selja.
– Og tá skal eingin lærdómur til
at siga fólki, at tað bara verða út
lendingar, sum hava ráð at keypa.
Altso ein beinleiðis hóttan frá
einum av stóru aktørunum í upp
sjóvarvinnuni um, at finna teir tað
fyri gott, so selja teir. Og tað verður
fyri so nógvar pengar, sum eingin
føroyingar megnar at keypa.
Verður tað soleiðis, at teir, sum í
dag hava veiðiloyvini, fara at selja
hesi loyvi fyri ovurhonds stórar
upphæddir, so verður ringt skil hjá
teimum, sum tá skulu reka vinnu. Tá
verður øll vinnan so skuldarbundin,
at eingin møguleiki er til vinning.
Vit hava sæð, at skipini verða
seld fyri fleiri ta upphædd, sum ver
uliga virði er. Í veruleikanum er tað
veiðiloyvi, sum verður selt – og tað
fer til tann, sum fer úr vinnuni. Tað
vil siga, at nýggir aktørar í vinnuni
mugu gjalda eitt ovurhondsstórt
tilfeingisgjald. Men tað verður ikki
goldið til almennu Føroyar, sum eiga
loyvið – men til tann reiðararan,
sum fer úr vinnuni.
Tað er hetta, ið fleiri ikki halda
vera rætt.
Tilsamans eru einar 6-700 milli
ónir goldnar í slíkum tilfeingisgjaldi
– sum altso er goldið til eigarar av
skipum. Og parturin til almennu
Føroyar – sum eigur fiskatilfeingið
– er null krónur.
Men støðan kann gerast enn
verri. Sum búskaparfrøðingurin
vísir á í blaðnum í dag, so er einki,
sum forðar teimum, sum í dag
eiga skipini, at selja tey fyri sjey
milliardir krónur og harvið verður
samlaða skuldin hjá fiskivinnuni
einar níggju milliardir krónur.
Tað bendir so ikki á, at politiska
skipanin hevur skapt nóg tryggar
karmar kring vinnuna.
Um tað í staðin verður landið,
sum sleppur at selja hesi rættindi
kundi hvørt húski í landinum –
sambært
búskaparfrøðinginum
– fingið 2.500 krónur í skattalætta
um mánaðin.
kunnu taka sjey milliardir út
Tá ið tingfundurin byrjaði
týsmorgunin heitti Henrik
Old á tingformannin um at
syrgja fyri, at landsstýrisfólk
eru til staðar mikudagin.
Munnligir
fyrispurningar
eru á skránni, og Henrik Old
átalaði, at tað er so vanligt, at
landsstýrisfólk eru burtur,
tá ið spurningar eru á skrá.
Tingformaðurin sigur, at tað
hevur verið greitt í mánaðir,
nær spurningar eru á skrá, og
tá eiga landsstýrisfólk at vera
til staðar, so vítt gjørligt.
Hvussu verður í morgin,
veit hann ikki, men hann fer
at taka tað upp...
Fá landsstýrisfólk at møta upp!
Hóast
Miðflokkurin
fyrr
hevur boðað frá, at Karsten
Hansen skuldi leggja frá
sær sum landsstýrismaður í
summar, so verður tað kort
ini ikki so.
Tá Karsten Hansen tók
við sum landsstýrismaður í
heilsumálum í 2011 varð sam
stundis boðað frá, at hann fór
at leggja frá sær eftir at hava
sitið tvey ár í sessinum.
Hetta endurtók Jenis av
Rana, formaður Miðfloksins
herfyri, tó at Karsten Hansen
ikki hevur havt somu fatan.
Men í tíðindaskrivi týs
morgunin boðar Miðflokk
urin frá, at Karsten Hansen
kortini ikki leggur frá sær.
Tíðindaskrivið er soljóð
andi:
»Á fundi í floksstjórn Mið
floksins 3. apríl varð samtykt,
at verandi landsstýrismaður
floksins, Karsten Hansen,
heldur fram í starvinum sum
landsstýrismaður í heilsu
málum.«
Skrivað undir vegna Mið
flokkin hava Mia av Kák Jo
ensen, floksstjórnarleiðari og
Jenis av Rana, floksformaður.
Við útvarpið segði Jenis av
Rana, floksformaður, at tað
var eftir ynski frá Karsten
Hansen sjálvum, at hann helt
fram í landsstýrisstarvinum.
Karsten Hansen er 69 ára
gamal – hann fyllir 70 ár tann
18. august. Hann er føddur í
Søldarfirði.
Karsten Hansen var bý
ráðslimur í Klaksvík frá
1989-98 fyri Tjóðveldisflokk
in. Hann starvaðist sum
sjómaður 1959-62 og innan
handil 1963-66. Hann er út
búgvin løgreglumaður, og
varð løgreglumaður í 1966,
var støðleiðari 1975-85 og
sýslumaður frá 1985 til hann
fór í farloyvi, tá hann varð
landsstýrismaður í 1889.
Hann
var
landsstýris
maður í fíggjar- og búskap
armálum 1998-2002 og lands
stýrismaður í fíggjarmálum
2002-2003 umboðandi Tjóð
veldisflokkurin. Hann var
aftur
landsstýrismaður
í
fíggjarmálum 4. februar til 26.
september 2008 umboðandi
Miðflokkin. Hann hevur ver
ið landsstýrismaður í heilsu
málum síðani 14. november
2011, umboðandi Miðflokkin.
Hann var valdur á ting í 2004
fyri Tjóðveldi og í 2008 fyri
Miðflokkin. Hann fall á vali
num í 2011.
Tá hetta valskeiðið er av,
hevur Karsten Hansen sitið
í landsstýrinum í góð 10 ár.
Hann var løgtingsmaður í
sjey ár.
Leggur ikki frá sær kortini
Hesa vikuna verða skógvar,
taskur, belti, turrikløð og
annað tilhoyr at fáa í handl
inum hjá Reyða Krossi í
Havn.
– Fólk eru ógvuliga røsk
at lata inn klæði og lutir
til
endurnýtsluhandilin.
Ofta sera nógvar góðar, og
í summum førum óbrúktar.
Í hesum føri hava vit so
savnað saman eina rúgvu
av skóm, taskum og beltum,
sum verður selt komandi
vikuna – 8. til 11. apríl, siga
tey í handilinum.
– Eisini eru nógv turri
klæði, í øllum litum og úr
ymiskum tilfari. So her er
ein góður møguleiki at gera
kvetti, tað er bara at fara
oman á Bryggjubakka, har
Reyða Kross handilin er.
Opið er týsdag til fríggjadag
kl. 13.30 – 17.70, siga tær í
handilinum. Við at keypa
í Reyða Kross handlinum
stuðlar tú neyðhjálpini.
Fólk eru røsk at lata
Reyða Krossi lutir
Vilja vit hava fáar barónar
ella skattalætta til øll?
Endurnýtsluhandilin hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka
í Havn. Innkomni peningurin fer til hjálpararbeiði
Mynd: Álvur Haraldsen