týsdagur 8. apríl 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. apríl 2014 · Nr. 42
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
John í Skemmuni 60 ár
– valdi Zarepta fram um lærarastarvið
Leygardagurin 29. mars var
ein stórur dagur í Zarepta, tá
John í Skemmuni feiraði sín
seksti ára dag.
John hevur verið í leiðsl
uni í Zarepta í eina fjórings
øld. Hann kom í leiðsluna í
1988, sum hann hevur havt
m.a. saman við Poul Færø og
Kirstin Samuelsen úr Fugla
firði, sum er tann persónur,
ið John hevur arbeitt longst
saman við í Zarepta, “og tað
hevur verið eitt gott og langt
samarbeiði!” sigur John.
Hans Djurhuus, sum var
komin úr Hirtshals at heilsa
upp á ungdómsvinin, leiddi
føðingardagin bæði væl og
skemtiliga; og kona hansara,
Anna, gav eitt gott íkast við
síni vøkru songrødd.
Væl av fólki var komið at
heilsa upp á føðingardags
barnið, og sonurin Pætur
var komin, uttan at pápin
vitsti av nøkrum, allan vegin
úr USA. Suðuroyarlegan var
samstundis, so John fekk
upplivað, at nógvir av hans
ara oyggjarfeløgum høvdu
eitt upplagt høvið at heilsa
upp á hann.
Tað var borðreitt í matar
høllini við alskins sjálv
tøkuborði. Talur vóru nógvar.
Poul Færø var fyrsti talari, og
hann takkaði John fyri gott
og gleðiligt samstarv ígjøg
num mong ár, m.a. í Zarepta.
Síðani varð farið upp í
salin. Har var felagssangur, og
eisini sang dupultkvartettin í
Ebenezer.
Lars Djurhuus úr Porkeri,
ein av vinmonnum hansara,
hevði samrøðu við John um
hansara lív, samstundis sum
søguligar myndir úr Porkeri
vórðu vístar á skýggja.
John er føddur 29. mars
1954 í Porkeri, har hann
vaks upp í einum góðum og
tryggum heimi hjá foreldr
unum Sigrid og Dánjal Poul
sen. Pápin doyði fyri 16 árum
síðani. Mamman er í dag 87
ára gomul, og hon býr enn
í Skemmuni í Porkeri. John
er næstelstur í einum systk
inaflokki upp á seks, har
tvey av systkjunum doyðu í
barnaárum. Jonna býr í Havn,
Áki býr í Fredericia og ynskta
systurin Lív, býr í Senegal,
har hon er trúboðari.
Upprunaliga familjunavn
ið er Poulsen, sum mamman
og onnur systurin, Lív eitur;
men John og yngri bróðurin
Áki, valdu at taka sær
familjunavnið "í Skemmuni,"
sum er tað staðarnavnið,
sum barndómsheim teirra
hevur havt alt tað familjan
minnist.
Sorgin rakar
Skemmuna
John greiddi frá sorgini,
sum rakti heim hansara, tá
hann sum 9 ára gamal í 1963
misti tveir yngri beiggjar
við bert eini viku ímillum.
Annar doyði av sjúku og hin
varð yvirkoyrdur bert eina
viku aftaná. Eyðun var tann
yngri, sum doyði av sjúku,
meðan Petur var tann eldri,
sum varð yvirkoyrdur. John
sigur, at tað hevur havt stóra
andaliga ávirkan á hann, at
uppliva hvussu omman og
foreldrini funnu frið og hvílu
í lyftum Guds undir hesum
ræðuligu umstøðum.
Sama árið, og oman á alla
sorgina, kom eldur í barn
dómsheim hansara í Skemm
uni, sum eisini var ein hørð
roynd at fara ígjøgnum hjá
familjuni.
Barnaskúlin
John gekk í barnaskúlan í
Porkeri, har hann m.a. hevði
Danbjørg og Hilmar Bech
sum lærarar. John sigur, at
hann hevur nógv góð og
kær minnir frá skúlanum í
Porkeri, ikki minst frá morg
unsanginum: “Hvørja ferð
eg hoyri somu sangir í dag,
so renna í huga barnaárini
í skúlanum í Porkeri!” sigur
John.
Við Áir
John var við til fyrstu barna
leguna við Áir í 1965; tá var
hann 11 ára gamal. John
sigur, at ferðin úr Suðuroy
til Áir fyri 50 árum síðani,
var fyri honum sum at fara
til Afrika.
Tað var á hesari leguni, at
hann kendi eitt kall til frelsu.
Hann
upplivdi,
at
aðrir
smádreingir vórðu frelstir,
og tí hugsaði hann, at hann
eisini mátti verða frelstur.
Hann kom at tosa við Robert
á Lakjuni, sum leiddi hann til
frelsu.
Læraraskúlin
Í 1971 var John liðugur við real
skúlan, og hann fór til skips
við Føroya fyrsta stálskipi,
Porkeningi, í januar 1972, sum
hann eisini hevði verið við í
einari summarferiu tvey ár
framman undan. Í august í
1972 fer hann á læraraskúla.
Millum klassafelagar hans
ara í læraraskúlanum vóru
næmingar, sum seinni gjørd
ust kendir føroyingar, sum
t.d. Jógvan á Lakjuni, løg
tingsformaður og Jóannes
Ejdesgaard, fyrrverandi løg
maður. John sigur: “At árini
á Føroya Læraraskúla vóru
bæði góð og mennandi fyri
meg!” Hann fekk læraraprógv
í 1977.
Bíbliuskúlin
John greiðir frá, at meðan
hann gekk á læraraskúla,
hevði hann eina kenslu av, at
hann fór ikki at arbeiða sum
lærari beinanvegin. Hann
hugsaði nógv um at fara til
Onglands á bíbliuskúla.
John fekk læraraprógv á
sumri í 1977, sum hann byrj
aði á bíbliuskúla í Suður
Onglandi
á
heystinum
sama ár. Men beint eftir, at
hann hevði fingið lærara
prógvið, fór hann við rækju
trolaranum
Karinu,
sum
Dánjal Jóhan Godtfred úr
Vági førdi, til tess at kunna
gjalda
fyri
bíbliuskúlan.
Skúlin
eitur
Moorlands
Bible College (MBC). Har
hava fleiri føroyingar verið
á bíbliuskúla ígjøgnum árini,
m.a. Brynleif Hansen, sáli,
Zacharias
Zachariassen,
Hans Sivertsen, Poul Jóhan
Djurhuus og Símun Pætur á
Torkilsheyggi.
Á sumri 1979 fær John
prógv á Moorlands Bible
College (MBC), og kemur
aftur til Føroyar, og tekur
við sum lærari í Vágs skúla
í septembur sama ár. Hann
arbeiddi
sum
lærari
til
summarið 1987, tá hann segði
upp. Men um heystið sama
ár gjørdist honum greitt, at
Harrin kallaði hann til at
arbeiða burtur av í anda
ligum virki. Hetta gjørdist
honum greitt, tá Levi spurdi
hann, um hann kundi koma
at loysa hann av í Malta í
Hirtshals ársskiftið sama ár.
Zarepta
Í 1988, longu árið eftir, varð
hann spurdur, um hann vildi
taka við dagligu leiðsluni av
legunum í Zarepta saman
við Poul Færø. John sigur, at
hetta kom heilt óvæntað á
hann og konuna, “men Harrin,
sum arbeiðir og stýrir okkara
tankum og kenslum, hjálpti
okkum at taka avgerðina!”
Hetta gjørdist byrjanin til
eitt 25 ára spennandi og ríkt
tíðarskeið, sum hann og kona
hansara Ruth hava havt í
Zarepta, saman við nógvum
góðum fólkum. “Um eg hevði
kunnað valt um aftur, so
hevði eg valt á sama hátt!”
sigur John.
Seinasta ár boðaði John
frá, at hann ikki longur verð
ur ein partur av dagligu
leiðsluni í Zarepta. Hetta
vil tó ikki siga, at hann ikki
verður at síggja í Zarepta,
tí har er nógv at gera og at
tríva í, og tað vilja bæði hann
og konan gera í framtíðini,
men nú uttan fyri leiðslu
leiklutin.
Annað virksemi
Afturat arbeiðinum í Zarepta
hevur John, saman við øðr
um, ferðast nógv millum
brøðrasamkomurnar í Før
oyum, har hann hevur lært
og talað Guds orð. Hetta
kemur John at gera meiri
við í framtíðini, nú hann
ikki longur er bundin av
Zarepta.
Í 2002 stovnaði John eitt
sangkór í Suðuroynni, sum
kallast Suðuroyarkórið. Hesi
seinastu nógvu árini hevur
Suðuroyarkórið verið ein
stuðul á teimum vanligu
evangelisku
møtunum
í
Suðuroynni og eisini á árligu
samfelgsmøtunum bæði í
Vági, Tvøroyri og í Hvalba.
Kórið hevur eisini ferðast
bæði í Føroyum og í Dan
mark.
Familjan
John og Ruth giftust í 1982.
Ruth er dóttur Ásu og Róald
Norðberg. Tey eru uppvaksin
í hvør sínari grannabygd, hon
í Vági og hann í Porkeri, so
tey hava sæð nógv til hvønn
annan í ungdómsárunum.
Tey hava, síðani tey giftust,
búð í Porkeri, har John eisini
hevur jørð og seyð at hyggja
til.
John og Ruth eiga fýra
børn: Sigrid, ið er gift við
Gimma Andreassen, og Pætur,
ið er giftur við Kristinu á
Váli. Tær yngru døturnar,
Ása og Eva, búgva heima
og ganga á studentaskúla í
Havn. Barnabørnini eru Rutt
Louisu, ið er 2 ár og Hanna, ið
er 2 mánaðir, og tað eru Sigrid
og Gimmi, sum eiga tey.
Poul Jóhan Djurhuus
gjarabes@olivant.fo