Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. apríl 2014 · Nr. 43 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Marjun Dalsgaard Ein úrskurður í manna­ rætt­inda­nevndini í al­tjóða manna­rætt­inda­felags­skapi­ num, ST, staðfesti í 2007, at Íslendski staturin gjør­di mannamun við at lata fiski­ vinnu­rættindi til ein­stak­ ling­ar, sum so antin kunnu sel­ja tey víðari ella leiga tey út til onnur fyri stór­ar upp­ hæddir. Í Íslandi vóru tað ein­ans skip, sum vóru í flota­num í tíðar­skeiðinum 1980 til 1983, sum kundu fáa kvotur frá stati­num, og hetta kemur und­ir anti­diskrimi­na­tións­ reglu­na í FN regi, metti ein meir­luti í manna­rætt­inda­ nevnd­ini. Men hesin úrskurður, eins og hugtakið "fólksins ogn", er innantómt og kann ikki brúk­ast til at staðfesta, at nak­að ólógligt fer fram, sigur Halg­ir Winther Poulsen. - Tú kanst brúka hugtakið polit­iskt, sosialt og út frá ein­ um rættvísissjónarmiði, men løg­frøðiliga hevur hetta einki at siga, sigur Halgir Winther Poul­sen. Tað nyttar einki at tosa um fólksins ogn, sigur hann. - Tú kanst ongantíð vinna nakað við tí. Hvør um­boð­ar fólkið? Tað ger Jacob Vester­ gaard, sigur Halg­ir Winther Poul­sen. Retorikk­ur­in loysir ikki nakað, men skapar held­ ur mótsetningar, heldur hann. Skipanin eigur at broytast Halgir Winther Poulsen held­ ur, at skipanin, har politik­ar­ ar deila rættin til tilfeingið út, eigur at broytast. - Í mun til lógarásetingina eru vit bet­ur fyri enn ís­ lendingar. Vit hava 2018 inni í lógini, tað vil siga, at vit hava møguleika fyri at gera eina nýggja skipan, har fiski­ rættindi verða deild út eftir ein­um objektivum leisti, sum tek­ur atlit til øll áhugamál, sig­ur Halgir Winther Poul­ sen. Hann heldur, at trupul­ leikin eigur at vera loystir á ein­um breiðum grundarlagi, tí annars verður tað bara broytt aftur, tá nýggir politikarar koma til. - Vit kunnu ikki blíva við at tosa um hettar her. Politik­ar­ar eiga at seta eina arbeiðsnevnd, sum kann koma við einum til­mæli um, hvussu man skriv­ar veiðirætindi út frá ein­um objektivum grund­ar­lagi, sum tekur atlit til øll áhugamál, sig­ur Halgir Winther Poul­ sen. Í dag eru ongar reglu­ gerð­ir, men fiski­vinnu­mála­ ráð­harrin avger, hvussu veiði­rætt­indini skulu deilast. Halgir Winther Poulsen held­ur, at skipanin, har polit­ iska valdi deilir so stór virðir út, er ring fyri samfelagið. - Tað má vera ein øgiligur ágang­u­r á ein politikara, sum skal deila so stór virði út. Hetta er ikki gott fyri nakr­an, heldur ikki politisku skipa­n­ina, tí uttan mun til, um politikarin er erligur og reiði­lig­ur, so vil hann altíð verða illtonktur fyri at taka atlit til vinir og familju og kenn­ing­ar. Tað er ikki gott fyri polit­isku skipanina. Politikarar eiga ikki at taka avgerð um, hvør skal hava veiðirættindi, sigur Halgir Winth­er Poulsen. marjun@sos.fo Marjun Dalsgaard Fiskiveiðurættindini og hvussu tey verða deild út er eitt stórt mál í før­ oys­kum bú­skap­ar­poli­ tikki, men formaðurin í Búskaparráðnum ber seg undan at viðmerkja mál­ið, sum hevur fingið bylgj­ur­nar at ganga høgt í sein­astu­ni. Sverri Hansen sigur, at Bú­skapar­ráðið arbeiðir við einum uppskoti til, hvussu eitt gjald reint tekniskt kundi verið lagt á tilfeingið. Hetta arbeiðið er væntandi liðugt í maj 2014 og fyrr enn tá vil formaðurin í Bú­ skapar­ráðnum ikki við­ merkja veiðurættindi og politikkinum á økinum. Sverri Hansen heldur tó, at Búskaparráðið hevur við­ gjørt spurningin so ofta, at politikarar áttu at haft okkurt at arbeiða við. - Vit hava sóknast eftir, at politikarar finna eina prakt­ iska loysn sigur Sverri Han­ sen. Hann vil ikki siga, hvat teirra uppskot leggur upp til, fyrr enn arbeiði er liðugt, men sigur, at Búskaparráðið vænt­ar, at broytingar verða á fiskivinnuøkinum. Tað er ikki ólógligt, tá politikarar deila veiðurættindi út til nøkur fá, men skipanin er ikki góð, tí tað leggur trýst á politikarar. Hon eigur tískil at verða broytt, sigur Halgir Winther Poulsen, løgfrøðingur Búskaparráðið onga viðmerking Formaðurin í Búskaparráðnum, Sverri Hansen, vil ikki viðmerkja kjakið um fiskivinnurættindini, men gongur út frá, at eitt slag av reformi kemur í fiskivinnuni Úrskurður í ST í 2007 Íslendski staturin mótvegis Erlingi Sveinn Haraldson og Örn Snævar Sveinsson. Meirlutin í Mannarættindanevndini í ST staðfesti í 2007, at íslendski staturin hevur forbrotið seg móti diskriminatiónsgreinini í mannarættinda­sáttmálanum við at deila fiskikvotur út til nakrar reiðarar, meðan aðrir ikki fingu lut í kvotunum. Meirlutin í nevndini staðfesti, at grundgevingin fyri útlutan av kvotum, nevniliga at verja stovnin, er legitim. Úrskurðurin byggir tískil á, um grundarlagið fyri, hvør fekk tillutað kvotur, var rímuligt og objektivt. Tað, at kvoturnar ikki vórðu lætnar fyribils, men kundu seljast víðari ella leigast út til marknaðarprís, ístaðin fyri at fella aftur til statin, sum kundi skriva tær út til onnur, lá sostatt til grund fyri, at Ísland var mett at bróta ásetingarnar um diskriminatión í mannarættinda­ sáttmálanum. Niðurstøðan var, at Erlingur Sveinn Haraldson og Örn nævar Sveinsson skuldu hava endurgjald frá íslendska statinum. Politikarar skulu ikki sita og deila so stór viðrir út. Ein arbeiðsbólkur eigur at verða settur, sum kann gera eitt uppskot til, hvussu veiðurættindini skulu deilast út eftir einum objektivum leisti, sum tekur atlit til øll áhugamál, sigur Halgir Winther Poulsen. Í dag er eingin reglugerð fyri, hvussu fiskirættindini skulu deilast. Tað er upp til landstýrismannin Skipanin eigur at broytast