hósdagur 10. apríl 2014síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 11. apríl 2014 · Nr. 43
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
at undirvísa á Búskaparbreytini, HH og FHS frá 1. august 2014. Hevur
umsøkjari útbúgving, sum fevnir um fleiri lærugreinar og hóskar til tørv
skúlans, kann talan gerast um fast starv. Samanlagt er talan um
5 fulltíðarstørv við vegleiðandi undirvísingartímum niðanfyri.
Lærarastørv
Virkisbúskapur B/A 15 t/v , Sølubúskapur B/A 14 t/v, Støddfrøði C 5 t/v,
Vinnulívsrættur C 9 t/v, Spanskt B 8 t/v, Mentanarfatan C 8 t/v, Ítróttur og
Heilsa C 9 t/v, Tónleikur C 3 t/v, Miðlakunnleiki C 3 t/v.
Farloyvisstørv
Føroyskt C 4 t/v, Samfelagsfrøði 6 t/v, Danskt A 17 t/v.
Arbeiðsuppgávur
· undirvísa í viðkomandi lærugreinum
· leggja til rættis undirvísingargongdir
· luttaka í toymisarbeiði
· vera við í ráðlegging skúlans
· luttaka í verkætlanum, sum skúlin skipar fyri
Vit vænta, at tú
· hevur viðkomandi útbúgving á kandidatstigi ella aðra
hægri útbúgving til lærugreinar á A- og B-stigi
· hevur viðkomandi útbúgving á bachelorstigi ella aðra
hægri útbúgving til lærugreinar á C-stigi
· hevur áhuga í undirvísing
· dugir væl at samstarva og samskifta
· vilt vera við at menna skúlan
· ikki ræðist avbjóðingar
Vit kunnu m.a. bjóða
· eitt fakligt mennandi umhvørvi
· góðar arbeiðsumstøður
· eftirútbúgvingarmøguleikar
· ein spennandi og lívligan gerandisdag
Løn
Lærarar verða løntir eftir sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám
og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsóknin skal stílast og sendast til Føroya Handilsskúla á Kambsdali,
Dalsvegur 1, 530 Fuglafjørður. Umsóknin skal vera skúlanum í hendi í
seinasta lagi 14. mai 2014. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda
sær til Hjalmar Hansen, deildarstjóra, teldupostur: hjalmar.hansen@skulin.fo.
Um skúlan:
Á Føroya Handilsskúla á Kambsdali eru vit áleið 250 næmingar og 35 starvsfólk. Vit bjóða út Búskapar-
breytina, ið er 3 ára gymnasial útbúgving, FHS, ið er eitt ára støðisútbúgving og fyri seinastu ferð gomlu
HH-útbúgvingina. Harumframt bjóða vit fjarlestur, akademiútbúgving og skeið. Vit stremba til eina og hvørja
tíð eftir, at virði skúlans – dygd, opinleiki, virðing og framfýsni – eyðkenna alt virksemi skúlans.
Føroya Handilsskúli
á Kambsdali søkir eftir
LÆRARUM
fyrst og fremst
www.in.fo