Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-10, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2014síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 11. apríl 2014 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 11. apríl 2014 Eg undrist altíð eitt sindur, tá eg hoyri hugtakið kreativ vinna. Ikki tí tað minnir meg um hugtakið kreativ bókføring. Heldur ikki tí eg havi nakað sum helst ímóti hvørki tí kreativa ella vinnuni, ella í móti at blanda tey bæði orðini. Men eg undrist allíkavæl. Eg undrist, tí eg haldi, at kreativa vinnan ofta er so ókreativ. Tí ofta snýr kreativ vinna seg eftir øllum at døma um at læra kreativ fólk ella listafólk at hugsa sum vinnulívsfólk. Aftur má eg endurtaka, at onki feilar vinnulívsfólkum og teirra máta at hugsa uppá. Eg haldi bara ikki, at vit øll noyðast at hugsa á sama hátt, sum vinnulívsfólk, og eg haldi, tað hevði verið ein katastrofa, um øll listafólk fóru at hugsa sum vinnulívsfólk. Tað sum listin kann og sum listafólk duga er so einastandandi, at eg slett ikki eri í iva um, at vinnulívið kann hava gagn av samstarvi. Men um samstarvið snýr seg um at fáa umsett listina til eina vøru, sum kann handlast og setast inn í excel ørk, so er tað ikki kreativt. So er tað bara vinna. Um eg skal vera erlig, eri eg nokk eitt sindur líkaglað. Eg haldi, at listin livir fínt uttan at vera vinnuligt virksemi, men tá eg hómi ein politiskan vilja at menna kreativa vinnu, íverksetan, mentanarferðavinnu, eventfyritøkur, upplivilsisbúskap og sovorðið, haldi eg, at vit eiga at gera okkum ómak. Og skulu vit gera okkum ómak, mugu vit fyrst ásanna, at her er ein andsøgn millum listina og vinnuna. Ein andsøgn sum ikki máa javnast út, men nýtast til at finna nýggj sjónarhorn. Um listin og vinnan skulu hava gleði av hvørji aðrari, og um samstarvið teirra millum skal føra til nýhugsan, má tað anarkiið, sum býr í listini ikki temjast. Tað í listini sum gongur í móti valdsskipanini, í móti kapitalistiska logikkinum, og í móti vanahugsanini er ein fantastisk styrki, sum ger tað møguligt at síggja heimin av nýggjum. Um hetta verður tikið burtur, dugi eg ikki ordiliga at síggja, hvat listin og vinnulívið skulu brúka hvørt annað til. Og kanska týdningarmest. Um skjótur kommersiellur vinningur er einasta málið, skal mann bara lata list vera list og vinnu vera vinnu. ritstjóri Inger Smærup Sørensen Oddagrein At koma heim til sín sjálvs Vakrari Varði við ringari blaðstjórn Barnamentanarsíðan Móti Eg geri tað, sum gevur mær eld í búkin Fjaldur arvur – Ein søga um kríggj og frið, ættarbond og arvalutir Ansið eftir góða smakkinum Taking Ship Listaútbúgving tema 4 10 21 22 8 6 1612 14 18 Filmslist: Ummæli: Orð og Mynd Bókmentir: Oddfríður Marni Rasmussen í samrøðu við Trygva Danielsen Guðrið Hansdóttir hevur gjørt eina plakat til øll Útgevari: Sosialurin Ritstjóri: Inger Smærup Sørensen Grafiskt snið og umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen