mánadagur 14. apríl 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. apríl 2014 · Nr. 44
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Liljan weihe
Kjak síða 26
Eitt
ógrundað
álop á KvF
Bjarni Djurholm
Kjak síða 27
Tá úrs
litið longu
er avgjørt
– Vit yvirtaka eldraøkið fyri rætta
prísin.
Soleiðis
sigur
borgarstjórin
í Vestmanna í sambandi við, at
kommunurnar skulu taka yvir
eldraøkið 1. januar í 2015.
Og júst málið um hvør rætti
prísurin er hevur verið – og er
framvegis – stríðsmálið.
Sambært
fíggjarkørmunum
hjá landsstýrinum, so fer landið at
rinda kommununum 372,1 milliónir
krónur fyri at yvirtaka eldraøkið.
Men hetta er ikki nóg mikið, hava
kommunurnar víst á.
– Talið, sum fíggjarmálaráðharrin
borðreiðir við er eina 30-40 milliónir
krónur ov lítið, sigur borgarstjórin í
Vestmanna.
Stóri spurningurin er so, hvussu
avgerandi tað er fyri eldraøkið, at
kommunurar yvirtaka.
Taka vit aftur borgarstjóran
í Vestmanna, so vísir hann á, at
støðan bara er versnað hesa tíðina,
skriftandi almannamálaráðharrar
hava lovað betri umstøður til tey
gomlu.
– Vit vilja, og vit kunnu gera tað
betri, sigur Pauli T. Petersen, borg
arstjóri í Vestmanna við blaðið í
dag.
Sum grundgeving fyri at leggja
eldraøkið út til kommunurnar at
umsita verður sagt, at tænastan
verður betur, tí avgerðirnar verða
tiknar tættari borgarunum. Men er
tað nú vist, at tað er so heppið?
Í fleiri ár hevur verið roynt at
skipað landið við færri kommunum.
Samstarvsøki eru gjørd, soleiðis at
smáar kommunur kunnu verða í
størri eindum, tá tað ikki ber til at
fáa færri kommunur.
Hóast semja er um, at eldraøkið
skal leggjast út til kommunurnar,
so
er
stríðsmálið,
sum
ikki
einaferð, pengar. Kommunurnar
halda uppá, at landið rindar ov
lítið og vilja tryggja sær sær eina
upphædd, sum liggur einin 10
prosent oman fyri ta upphædd,
sum stendur í fíggjarkørmunum
hjá landsstýrinum.
Jørgen Niclasen, fíggjarmála
ráðharri, sigur seg tó vilja rinda ta
upphædd, sum tað kostar kommun
unum. Hann leggur kortini dent á,
at hann fer ikki at krevja meira enn
tað inn í skattum og avgjøldum og
geva kommununum fyri síðani at
lata kommununum pengar, tí tær
ætla at brúka meira pengar upp á
eldraøkið, enn gjørt verður nú.
So er spurningurin, um komm
unurnar duga betur at húsast við
teimum somu pengunum, enn
landið dugir...?
Eldraøkið sum býtisbarn
Skulu kommun
urnar geva borg
arum ein mun
andi skattalætta,
fer tað at verða
ógvuliga dýrt
Tað staðfestir Jørgen Nicl
asen,
landsstýrismaður
í
Løgtinginum.
Bill Justinussen hevur
reist málið í Løgtinginum,
nú nú bæði samgonga og
andstøðan eru farin at tosa
um at lækka skattin á lág- og
miðalinntøkunum.
Bill Justinussen staðfestir,
at eftir skattalættarnar hjá
samgonguni, eru støðan nú
tann, at kommunurnar taka
meiri skatt frá fólki enn
landið ger.
Hann vísir á, at inntøkur
undir 250.000 krónur um ár
ið, rinda bara 20 prosent av
øllum, landsskattinum.
Sostatt eru tað inntøkur
nar yvir 250.000 um árið, sum
rinda 80 prosent av tí, sum
landið krevur ikki í skatti og
býtir út aftur á fíggjarlógini.
Hinvegin taka kommun
urnar rættiliga nógv í skatti
frá teimum, sum forvinna
minni enn 250.000 krónur
um árið.
– Ein pensjónistur, sum
bara
hevur
fólkapensjón
og samhaldsfasta at liva av,
rindar 9.300 krónur í komm
unuskatti, men hann rindar
bara 1.300 krónur í lands
skatti.
Jørgen Niclasen sigur, at
botnfrádrátturin hjá komm
ununum er 30.000 krónur
um árið. Tað merkir, at tað
eru tær fyrstu 30.000 krónur
av lønini eru skattafríar.
Í landsskattinum eru tær
fyristu
65.000
krónurnar
skattafríar.
– Skulu tær hækka botn
frádráttin upp í 65.000 krón
ur um árið, sum hann er í
landsskattinum, fer tað at
kosta teimum 270 milliónir
krónur, sigur Jørgen Nicla
sen.
Men afturfyri hevði tað
givið 33.500 skattgjaldarar
høvdu fingið ein skattalætta
á 7.400 krónur í part um árið,
sigur Jørgen Niclasen.
Ein skattalætti á 270
milliónir krónur
Góða gamla merkið hjá
japanska Nissan, Datsun,
sum eisini vóru kendir í
Føroyum, verða skjótt aft
ur at síggja á vegunum, um
enn ikki her á okkara leið
um.
Teir verða gjørdir til
skjótt vaksandi marknað
irnir í Russlandi, Indunesia
og í Suðurafrika.
Og tað er ikki sørt, at
nýggi Datsun Ondo, sum
hann eitur, líkist einum
russiskum Lada. Og orsøk
in er eyðsýnd. Bilurin verð
ur gjørdur á gomlu Lada
verksmiðjuni í Togliatti í
Russlandi.
Bilurin kostar 400.000
rublar – sum er 60.000
krónur.
Ongar ætlanir eru tó um,
at nýggi Datsun kemur til
Vesturevropa.
Nýggjur Datsun
í Lada-hami
Geva somu krónur meira,
tá tær eru kommunalar?
Tann nýggi russiki Datsun Ondo
Ein vanligur Datsun, sum vit minnast frá 1970'unum...