mánadagur 14. apríl 2014síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 14. apríl 2014 · Nr. 44
Jákup Mørk
Spurningarnir
undan
seinasta umfarinum vóru
tvinnir.
KÍF kundi við sigri á H71
tryggja sær, at teir eru ovasta
liðið á stigatalvuni, soleiðis
at teir fáa hemavøllin í eini
møguligari triðu finalu. Og
á Skála kundi StÍF við sigri
á Neistanum tryggja sær
bronsuna.
Og har vóru eingir nervar
í so máta hjá heimaliðunum.
Í Kollafirði komu vertirnir
skjótari úr startblokkunum,
og gjøgnum allan dystin
vóru teir betra liðið. Eina
løtu fyri steðgin vann KÍF
seg upp á javnt, men so
streyk heimaliðið aftur av
stað. Sum dysturin leið, so
gjørdist
munurin
alsamt
størri, og hóast H71 fekk
pyntað
um
úrslitið
við
trimum málum á rað móti
dystarenda, so kundi hetta á
ongan hátt nerva heimaliðið.
KÍF hevur nú vunnið
tryggan sigur tveir dystir
á rað. Spurningurin er so,
um hetta er tekin um, at
liðið nú í tøkum tíma undan
finalunum er í ferð við at
finna rætta lagið, ella um
hetta er tekin um, at bæði
Neistin og H71 hálvgum vóru
farin í summarfrí, nú tey ikki
longur høvdu nakað at spæla
fyri.
Bronsan til Skála
Á Skála hekk Neistin leingi
væl í vertunum, sum tó
høvdu munin størsta partin
av tíðini. Móti dystarenda
fekk heimaliðið tó veruliga
ferð á, og so kundu teir taka
ímóti
bronsumerkjunum
eftir dystin.
Og tað er nú kanska held
ur ikki so galið hóast alt.
Fyrstu umførini bar millum
lítið og einki til hjá StÍF, men
kring ársskiftið arbeiddu teir
seg upp móti oddaliðunum,
og seinastu nógvu umførini
hava teir verið liðið, sum
hevur hótt KÍF og VÍF.
Triði dysturin var í Havn,
har
Kyndil
vann
trygg
an sigur á Team Klaksvík.
Kyndil fekk við steypasigr
inum bjargað ein part av
árinum, men tað er einki
dulsmál, at stór sveiggj í av
rikunum hava kostað dýrt,
soleiðis at teir ongan tíð av
álvara vóru við í kapprenn
ingini um finalusessirnar.
jakup@sosialurin.fo
hondbóltur
KÍF - H71 31-28 (18-16)
10 min: 7-5
20 min: 13-12
40 min: 24-23
50 min: 30-24
KÍF: Andrias Nielsen 7, Nicklas Selvig 6, Janus Jacobsen 4, Magnus Müller 4,
Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Rúni Joensen 2, Teitur Joensen 1, Rógvi Weyhe 1,
Jákup Trygvason 1, Ási Dam 1
H71: Bogi G. Davidsen 7, Rúni Højgaard 5, Bogdan Florea 5(2),
Hans Kári Hansen 3, Jónas Djurhuus 3, Sigmundur Dahl 2,
Hallur Biskopstøð 2, Sigmundur Nolsø 1
Brotskøst: KÍF 2/0, H71 3/2
Útvísingar: KÍF 6, H71 4
Dómarar: Ragnar Simonsen & Birgir Sondum.
StÍF - Neistin 31-26 (13-10)
10 min: 3-1
20 min: 8-4
40 min: 20-15
50 min: 25-22
StÍF: Sveinur Justinussen 12, Allan Norðberg 5, Marius Joensen 4,
Jóhannus Olsen 3, Kjartan Johansen 2, Borgar Danielsen 2(1),
Steinar Prestá 2, Pauli G. Hansen 1
Neistin: Herbjørn Lava 6, Andras Joensen 5, Hjalti í Jákupsstovu 5,
Terji Mørk 5(4), Jugoslav Djumic 2, Aleksa Buha 2, Jón Ludvig 1
Brotskøst: StÍF 1/1, Neistin 5/4
Útvísingar: StÍF 2, Neistin 3
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Heri Petersen
Kyndil - Team Klaksvík 37-23 (23-9)
10 min: 8-3
20 min: 18-6
40 min: 28-14
50 min: 32-17
Kyndil: Hørður F. Sigtórsson 10, Bjarni Sørensen 9, Finnur Hansson 6,
Høgni Klein Olsen 4, Andrias Sólsker 3, Hans Áki Dal-Christiansen 2,
Ludvík Súnason 1, Bárður Johannesen 1, Torvald Abrahamsen 1
Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 11(4), Dusko Petrusk 5,
Beinur Heðinsson 4(1), Vilhelm Vilhelmsen 1, Beinir Johannesen 1,
Andrias Ellingsgaard 1
Brotskøst: Team Klaksvík 6/5
Útvísingar: Kyndil 5, Team Klaksvík 4
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Uni Wardum
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunni
javnt
tapt
+mál
-mál
Munur
Stig
1 KÍF
24
16
1
7
708
624
84
33
2 VÍF
23
15
1
7
738
647
91
31
3 StÍF
24
14
1
9
656
639
17
29
4 Kyndil
25
11
5
9
658
620
38
27
5 H71
24
10
3
11
635
617
18
23
6 Neistin
24
7
3
14
642
697
-55
17
7 Team Kl.
24
3
0
21
609
802
-193
6
Við sigrinum á H71 vissaðu kollfirðingar sær, at teir eiga heimavøll í
avgerandi dystinum, um tað verður neyðugt við trimum mansfinalum
KÍF vann
fyrimunin
Mynd: Álvur Haraldsen