Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. apríl 2014 · Nr. 45 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo síða 16 Vildi ikki jarð­ ast á Svína­ryggi Síða 18 Konsert í Kong­ens have Nú er greitt, at fjølmiðlapakkin hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í ment­a­málum, ikki verður til ver­u­ leika. Eisini er greitt, at Kring­varp­ið fram­yv­ir verður fíggj­að við kring­ varps­skatti upp á 3.625 krón­ur frá hvørj­um húski, við lýs­ing­ar­sølu, og við at prostituera seg til handils­ menn, sum fáa positiva um­røðu í stað­in. Harvið lata myndugleikarnir priv­atu miðlarnar sigla sín egna sjógv. Og harvið kann eisini stað­ fest­ast, at tilgongdin við fjøl­miðla­ komm­issiónini, sum Helena Dam á Neystabø setti á sinni, endaliga er jarð­að. Hendan tilgongd varð longu køvd í føðingini, tí tilmælini vóru so langt úti av proportiónum, at eingin priv­at­ur fjølmiðil vildi kennast við tey, sum privatu fjølmiðlarnir heldur onga ávirkan høvdu á. Tað er spell, at politiskur vilji ikki er til at gera tiltøk, sum kunnu bøta um korini hjá miðlunum. Hetta kundi verið gjørt við at lat­ið okkara almenna kringvarp ver­ið eitt alment kringvarp, sum er al­ment fíggjað. Men tað vilja myndugleikarnir ikki. Politikararnir hava funnið útav, at tað er smart, at Kringvarpið sjálvt útvegar sær inntøkur – hóast tað telgir burtur av trúvirðinum hjá stovn­i­num – og hóttir grundarlagið hjá privatu miðlunum. Hetta er ein skrúva uttan enda, tí pol­it­ik­ararnir vilja ikki lata Kring­ varpi Føroya fleiri peng­ar. Summir pol­it­ikarar halda, at Kring­varpið skal hava fleiri pengar, meðan aðr­ir – teir sum valda – meina, at Kring­varpið hevur ríkiliga nógvar peng­ar. Trupulleikin er tó, at teir pol­it­ik­ arar, sum skulu gera broytingarnar, ikki vilja skuffa fólkini í Kring­varp­ i­num. Teir vilja gjarna verða »vinir« við Kringvarpið. Tí hendir einki. Kringvarpið held­ ur fram við at undirbjóða við lýs­ ing­ar­sølu, sum tekur grundarlagið und­an hinum miðlunum, tí Kring­ varp­ið er skatt­a­fíggj­að við hálvt­ hundr­að al­menn­um mill­i­ón­um framm­an­undan. Hinir miðlarnir hava tí ongan kjans. Í øðrum londum er miðlastuðul, sum verð­ur latin øllum miðlum. Har sleppa public service miðlar ikki at selja lýsingar. Her hjá okkum er tað bara Kringvarpið, sum verður al­ment stuðlað. Skal miðlunum verða lív lag­að, so eru vit komin hartil, at annað­ hvørt verður Kringvarpið alment fíggj­að ella lýsingarfíggjað. Tað kann ikki verða bæði. So eru vit kom­in hartil, at løtingið skal avtaka kringvarpsgjaldið – so fólk sjálv kunnu velja sín miðil. fjølMiðlapakkin jarðaður Eitt tað størsta barna og fam­ilj­utiltakið ­í árinum er nú fyri framman. 24. og 25. mai verður stóra aft­ur­vend­ andi tiltakið hjá Før­oya Ríðingarfelag úti í Havn­ar­ dali. Hetta er 16. ferð at tiltakið er á skrá. Frá at vera eitt lítið hugna­tiltak við nøkrum fá­ um básum við djórum, er hetta vaksið til at vera tað helst størsta tiltakið her á land­ið, ið er beinleiðis evn­ að til at vera til børn og barns­ligar sálir. Børn koma hes­ar báðar dagar, úr øllum herðas­horn­um í landinum. Summi koma sjálvi, summi við for­eldrum og aftur onnur við omm­um og abbum. Tað sum er fel­ags fyri øll, er at tey vanliga hava eina sera hugna­liga løtu saman. Hesir báðir dagarnar fáa børn­ini høvið at koma í sam­ band við tey djór, ið tey ann­ ars ikki hava høvið at síggja í dagligdegnum. Her eru neyt, gæs, dunnur, ross, hund­ar umframt nógva ann­að, m.a. nøkur eksotisk djór­a­sløg ið heilt sjáldan eru at síggja. Nógvar á­hug­ a­verd­ar fram­ førsl­ur vera eis­ini, m. a. vísa reið­fólk síni evn­ ir á ross­a­baki. Sjálv­andi er eisini kaffisøla, h o p p ­i ­b o r g i r og so tað sum børn­ini van­liga gleða seg mest til, nem­liga tað at sleppa til pon­y­ríð­ing. Tað munna vera nógv børn ið hava verið fyrstu ferð á rossabakið til hetta tiltak. Summi av teim­um hava fingið brell og hava nú sína dagligu gongd, á felagsøkinum hjá Før­oya Ríðingarfelag úti í Havn­ar­ dali. Djóradagarnir verða í mai Evangeliska Røddin, sum ger krist­iligar sendingar á Rás2, verður í luftini við nógvum send­ing­um um páskirnar. Skírsdag, langa fríggj­a­dag, páskadag og annan páskadag hev­ur Evangeliska Røddin send­ing­ar kl. 12.30. Hesar send­ing­ar verða end­ur­send­ ar um kvøldið kl. 21.00. Absalon Absalon stendur fyri øllum sendingunum utt­ an Annan Páskadag, tá ið Kári Kjel­nes stílar fyri. Týskvøldið 22. apríl verð­ur Jógvan á Lakjuni, løg­tings­ for­maður, gestur í sendingini Á torg­inum, sum Absalon Absalonsen leggur til rættis. Evangeliska Røddin ger páskasendingar Nú eigur løgtingið at avtaka kringvarpsgjaldið Tvørkirkjuligt møti í Frelsunarherinum Evni “Sanniliga, sigi Eg tykk­ um: Tað, sum tit hava gjørt ein­um av hesum minstu brøð­r­um Mínum, hava tit gjørt Mær!” Matt.25,40 Aftur í ár, fyri nýggjundi ferð, skipa samkomur og kirkj­ur í Tórshavn fyri tvør­ kirkju­ligum ­møti 3. páska­ dag. Hesaferð verður møtið í sali Frelsunarhersins í Tórs­ havn kl.19.30 Luttakandi sam­komur/ kirkj­ur eru: Frels­un­ar­her­ ur­in, Fríkirkjan Oasan, Hvítu­sunnu­sam­kom­ur­nar Fila­delf­ia og Evangelihúsið, Ka­tólska kirkjan, Adventista kirkj­an og Fólkakirkjan Á skránni verður nógv spenn­andi. Har verður sang­ur, felagssangur, vitn­ is­burðar og Tummas Jac­ obs­en úr Filadelfia kemur at tala. Millum annað kann nevnast, at eitt Gos­pel kór úr Hoyvíkar kirkju og Mart­in Joensen v.m koma at syngja. Eisini lut­tek­ur hornorkestur Frels­un­ar­ hersins. Tað verður møguleiki at geva eina gávu á sjálvum møt­i­num og fer peningurin hesa­ferð, óskerdur til Her­ berg Frelsunarhersins. Deyvatulking verður á møti­num. Eftir sjálvt møtið verða køk­ur og ein drekkamuður at fáa. Verið hjartaliga væl­kom­ in!