Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. apríl 2014 · Nr. 45 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað er ikki nógv, John Kølbæk, fúti, veit at siga um líkkanningina av Klæmint Eli Poulsen. Tað einasta hann kann siga er, at tað er einki sum bendir á, at talan er um eitt brotsverk. - Tann, sum stóð fyri líkkanningini, er ikki at hitta í dag, og eg havi ikki fingið fullu frágreiðingina, sigur John Kølbæk. Bæði Jón Klein Olsen, kanningarleiðari, og Kristian Dahl, politikommiserur, høvdu frí týsdagin, og vóru tí ikki at hitta. Og tað tóktst ikki, sum fútin heilt hevði tak á málinum, tí spurdur um, hvat kanningin av bilinum hjá Klæmint Eli Poulsen vísti, svaraði hann, at hann visti ikki, um bilurin yvirhøvur var kannaður. Hann kundi tó siga so mikið, at páskini helst gingu, áðrenn nakað meira ítøkiligt kann sigast í málinum. Tað var annars boðað frá líkkanning mánadagin og at Akstovan skuldi kanna bilin hjá Klæmint Eli Poulsen, men enn ber so ikki til at fáa nakað nærri at vita, annað enn, at tað inntil víðari einki er, sum bendir á, at eitt brotsverk er farið fram. Tað merkir so, at tvinni eru kostirnir: Antin er eitt óhapp hent, og bilurin tí av einihvørju orsøk er endaður í sjónum - ella hann er endaður har tilvitað. Tað var mikukvøldið í farnu viku, at Klæmint Eli Poulsen bleiv eftirlýstur, og skipað leiting var sett í verk fríggjamorgunin. Longu tíðliga seinnapartin var bilurin hjá Klæmint Eli Poulsen funnin út fyri keiini í Oyndarfirði, tá tað lokalt var boðað frá olju á sjónum. Bjargingarbáturin, Lív, var skjótt á staðnum og manningin kundi staðfesta ein bil á botni. Skjótt vórðu kavarar á staðnum og kundu staðfesta, at talan var um Toyota Landrover bilin hjá Klæmint Eli Poulsen, eins og staðfest var, at Klæmint Eli Poulsen var í bilinum. Líkið var fingið upp og flutt á Landssjúkrahúsið, og seinni var eisini bilurin fingin upp á turt og førdur á Akstovuna. Leo Poulsen Fólk í Oyndarfirði spyrja uttan iva seg sjálvi, hví van­lukkan við Klæmint Eli Poulsen júst skuldi hen­da í teirra bygd. Hetta er næsta van­ lukka, ið rakar bygdina inn­an tríggjar og ein hálv­ an mánað. Eitt annað, ið festir seg við hesa seinnu van­lukku­ na er, at tað er nógv, sum bend­ir á, at hetta valið var heilt tilvitað. Politiið kann higartil bert staðfesta, at tað er einki, sum bendir á, at tala var um nakað brotsverk, og eingi prógv finnast fyri hvørki fyri ella ímóti óhappi. Tað fæst í fyrsta lagi størri greiði á eftir pásk­ir. Tað er heldur einki sum týðir upp á, at rús­ drekka skal vera uppi í leiki­num við Klæmint Eli Poulsen vanlukkuni. Tað gekk meiri enn ein vika at finna seinna mann­in, sum var í bili­ num, sum fór út av beint und­an nýggjárinum í fjør. Hesa­ferð var maðurin funn­in fyrsta dagin, skip­ að var fyri skipaðari leit­ ing. Leo Poulsen Farið var undir kann­ing­ ina av Toyota Land­rov­er bilinum hjá Klæ­m­int Eli Poul­sen mána­dag­in, og hildið var fram týs­dagin. - Tá vit eru lidnir við kanningina, verður ein frá­greiðing skrivað til politiið. Men enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvat kanningin fer at vísa, sigur Búgvi Apol, kann­ ing­ar­leiðari á Ak­stovuni. Tað tekur drúgva tíð at gera slíkar kanningar, og tí verður hildið fram týs­ dagin eisini. Búgvi Apol vil einki siga um kanningina, eisini tí hon ikki var liðug, tá Sosialurin ringdi. - Tað verður sum longu nevnt fest á blað í einari frá­grei­ð­ing til politiið, og meira fái eg ikki sagt í løtu­ni, sigur Búgvi Apol. Onnur vanlukka í Oyndarfirði Tað gingu ikki meira enn smáir tríggir og ein hálvur mánaði, áðrenn næsta syndarliga vanlukka hendi í Oyndarfirði Akstovan ikki liðug við kanningina Akstovan byrjaði at kanna bilin hjá Klæmint Eli Poulsen mánadagin, og kanningin helt fram týsdagin Toyota Landrover bilurin hjá Klæmint Eli Poulsen er á Akstovuni til kanningar Mynd: Álvur Haraldsen Kunnu enn einki siga Líkkanning var mánadagin av Klæmint Eli Poulsen men enn fær John Kølbæk, fúti, einki sagt um kanningina John Kølbæk, fúti, hevði ikki tað stóra at siga, tá vit tosaðu við hann týsdagin Mynd: Álvur Haraldsen ABC barnahjálp takkar hjarta­liga fyri stuðulin. Eisini ein hjartans takk til øll tey røsku børnini, sum sama­n við vasknum gingu hurð til hurð í Klaksvík við búss­um. Bússurnar vóru endur­ nýtsla, gjørdar av mjólka­ pakkum og klæddar við myndum og teksti við upp­ lýsingum um ABC barna­ hjálp. Faldararnir vóru feil­ prent, sum ikki kundu nýtast til ætlaða endamálið, men sum komu til nyttuna uttan á bússunum. Hetta var fyrstu ferð, at ABC barnahjálp skip­aði fyri hurð til hurð inn­savn­ ing. Tiltakið var ein roynd­ ar­verkætlan, sum Monicu í Holusteini stóð fyri. Frá 27. januar til 4. apríl var Monica í starvsroynd hjá ABC barnahjálp í sambandi við útbúgving sína ”3K” á Diakonissestiftelsen á Frede­ riks­berg. Børnini fingu øll eitt takkar­skjal við áskriftini ABC vinur, sum Else Sjúrð­ ar­berg, grafiskur sniðgevi, gjørdi til hetta høvið. Tíverri náddu vit ikki øll­um húskjunum á hesum sin­ni, men tey, ið ynskja at stuðla kunnu flyta pening á kon­to í Norðoya Sparikassa, 9865 – 103.480.9. Merk flyt­ ing­ina innsavnan. Enn einaferð hjartans takk fyri allan stuðul og hjálp. Børn í Klaksvík hjálpa børnum í Afrika Tær tríggjar sam­kom­ur­nar Hebron í Leirvík, Fila­del­fia í Gøtu og Siloa í Fugla­firði skipa fyri møtu­num. Møtini vera frá skíris­ degi 17. apríl til 2. páskadag 21. apríl. Møtini skírisdag og langa fríggjadag vera í Siloa kl. 18. Símun Absa­lon­ sen talar á báðum møtu­ num. Eitt stórt barna­til­tak verður í Siloa leygar­dag­i­n 19. apríl kl. 15. Síðani verður farið í Ítrótt­ar­høllina á Kambs­ dali leygardagin, har møti verð­ur kl. 20. Anja Nielsen tal­ar. Páskadag eru møti kl. 16, Klæmint Eliasen og Páll á Lakjuni tala, og kl. 19, Símun Absalonsen tal­ar. Millum møtini er nátt­urði til øll. Endað verður við eini sangløtu í Siloa 2. páska­dag kl. 20. Ungdómsmøti vera langa fríggjakvøld kl. 21 í Siloa og á Kambsdali leyg­ ar­kvøldið og páskakvøld kl. 22. Skráin sæst á siloa.fo. Páskastevna í Siloa Aftur í ár verður boðið til páska­ stevnu í Siloa í Fuglafirði og í Ítróttarhøllini á Kambsdali. Hon verður hildin undir heiti­ num: Við kross Kristusar Børn í Klaksvík savnaðu tilsamans krón­ur 38.804 inn í innsavningini ”Børn hjálpa børnum”, sum ABC barna­ hjálp skipaði fyri í Klaks­vík, leyg­ ar­dagin 29. mars. Pen­ing­ur­in fer til ABC barnaheimið í Monrovia í Liberia og til ABC skúlan í Dakar í Senegal