týsdagur 15. apríl 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. apríl 2014 · Nr. 45
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Í tólvta tíma áðrenn arbeiðið
at gera nýggja musikkskúlan
í Tórshavn skuldi bjóðast út,
kom ein alternativ loysn
á borðið. Tann loysnin er í
stuttum at flyta bygningin 12
metrar eystureftir. Orsøkina
venda vit aftur til.
Nýggi musikkskúlin skal
byggjast í Sortudíki, mill
um Norðurlandahúsið og
Sundsvegin. Har eigur kom
munan tilsamans 9500 fer
metrar at byggja á. Í oktober
2012 undirskrivaði Tórshavn
ar Kommuna sáttmálar við
ráðgevar, sum skuldu standa
fyri projekteringini. Á odda
fyri projekteringini stendur
fyritøkan Kontrast, og upp
gávan er at tekna og projek
tera ein bygning á umleið
2000 fermetrar við konsert
høll, frálæruhølum, felags
hølum og plássi til umsiting.
Í dag, hálvt annað ár
seinni, sæst framvegis einki
til nýgja musikkskúlan. Tað
fekk um vikuskiftið Musikk
skúlanevndina í høvuðsstað
num at koma við eini almen
nari eftirlýsing:
- Spurningurin er, um
Tórshavnar
Býráð
veru
liga
ynskir
ein
nýggjan
musikkskúla, ella um væl
viljin fyri musikkskúlanum
bara er ein glæntrileikur
og eitt gylt høvi hjá býráðs
limum at breggja sær av
fjórða hvørt ár, skrivaði Mal
an Thomsen, forkvinna í
Musikkskúlanevndini, í opn
um brævi undir yvirskriftini
”Tórshavnar Kommuna súlt
ar musikkskúlan”.
Í løtuni liggur málið bók
staviliga beint uttan fyri teir
9500 fermetrarnar, ið kom
munan hevur at byggja á. Tí
kommunan hevur í umbúna
at keypa eini privat sethús
við Sundsvegin, javna tey
við jørðina og brúka teir
800 fermetrarnar, ið privata
grundstykkið er til støddar,
afturat til musikkskúlan.
- Hetta er mest optimala
loysnin, bæði hvat viðvík
ur ferðslu og parkerings
viðurskiftum, sigur Jóhan
Petur Hentze, trivnaðarstjóri
og formaður í bygginevndini
fyri nýggja musikkskúlan.
Loysnin er eitt tilmæli frá
ráðgevarafyritøkuni Kontrast.
- Vit hava gjørt eitt tilmæli
um at flyta bygningin 12
metrar eystureftir. Tað er
fyrst og fremst fyri at bøta
um vegaføringina til musikk
skúlan og eisini Norður
landahúsið, sigur Mayfinn
Norðoy, stjóri í Kontrast.
Aðrir fyrimunir eru eisini:
- Bygningurin kemur at
standa betri í mun til Norður
landahúsið, og eisini rennur
ein á gjøgnum stykkið, ið vit
sleppa undan at gera nakað
við, sigur Mayfinn Norðoy og
leggur í sama viðfangi dent á,
at hetta er bara eitt tilmæli,
ikki ein fortreyt:
- Nei, bygningurin kann
væl standa, har hann upp
runaliga var ætlaður at stan
da. Men vit meta hetta vera
eina betri loysn.
Loysnin ber sum nevnt
við sær, at kommunan keypir
eitt privat grundstykki við
sethúsi á, ið liggur upp at
kommunala økinum.
Sambært Mayfinn Norð
oy verður okkurt bíligari
við at flyta bygningin teir 12
metrarnar eystureftir, men
so kemur útreiðslan til at
keypa sethúsini.
- Vit rokna við eini eyka
útreiðslu á umleið 1,5 til 1,6
milliónir krónur, men tað
valdast sjálvandi, hvat kom
munan keypir sethúsini fyri,
sigur Mayfinn Norðoy.
Sambært
Jóan
Peturi
Hentze eru samráðingarnar
við eigaran av sethúsunum
komnar á mál.
-Eigarin og kommunan
eru samd um ein prís, váttar
Jóan Petur Hentze, sum tó
ikki vil upplýsa prísin.
Orsøkin til tað er, sam
bært Jóan Peturi Hentze, at
enn hevur fíggjarnevndini
hjá Tórshavnar Kommunu
ikki góðkent keypið.
Hann leggur tó dent á, at
upphæddin liggur innan fyri
nýggju kostnaðarmetingina.
Kostnaðurin
Tað er greitt, at kostnaðurin
fyri nýggja musikkskúlan
økist munandi. Í kostnaðar
metingini
frammanundan
varð roknað við, at skúlin fór
at kosta 54 milliónir krónur.
Tann prísurin er í dag 67
milliónir, váttar Jóan Petur
Hentze, sum grundgevur
meirkostnaðin soleiðis:
- Tað eru fyrst og fremst
handverkaraútreiðslurnar,
sum eru øktar úr stívliga 42
milliónum upp í 48 milliónir,
og saman við øðrum økist
samlaði kostnaðurin upp í 67
milliónir krónur, sigur Jóan
Petur Hentze.
67 milliónir krónur fyri
2000 fermetrar gevur ein
fermetraprís á 33.500 krónur.
Harafturat koma útreiðslur
til innbúgv og útgerð.
Sambært roknskapinum
hjá Tórshavnar Kommunu
fyri 2013 standa góðar 12
milliónir krónur tøkar at
byggja musikkskúla fyri. Í
fíggjarætlanini fyri 2014 eru
játtaðar tríggjar milliónir
krónur. Tí skulu 52 milliónir
krónur játtast til hesa verk
ætlan á kommunalu fíggjar
ætlanunum næstu árini, um
framt pengar til innbúgv og
útgerð.
Tíðarætlan
Sambært Jóan Petur Hent
ze er projekteringin kom
in somikið væl áleiðis, at
arbeiðið at byggja musikk
skúlan kann bjóðast út rímu
liga skjótt. Men fyrst skal
keypið av privatu sethúsun
um avgreiðast.
- Tá vita vit endaliga,
hvør loysn verður vald, og
neyðugu tillagingarnar kun
nu tá gerast. Tað tekur ikki
langa tíð, so eg rokni við at
arbeiðið kann bjóðast út
innan nakrar mánaðir, sigur
Jóan Petur Hentze.
Sambært formanninum
í bygginevndini tekur tað
at stívliga tvey ár at byggja
nýggja
musikkskúlan
í
Sortudíki í Havn.
Sethús víkja fyri musikkskúla
Tórshavnar Kommuna vil keypa sethús og bróta tey niður fyri at fáa betri pláss til nýggja
musikkskúlan. Kostnaðurin er nú komin upp á 67 milliónir krónur, umframt innbúgv og útgerð
Jón Brian Hvidtfeldt
Orðaskiftið og eftirlýsingin
hjá
Musikkskúlanevndini
hjá
Tórshavnar
Kommu
nu hevur eisini fingið for
kvinnuna í Mentanarnevnd
ini í blekkhúsið.
-Tórshavnar musikkskúli
verður ikki vallyfti eina
ferð
afturat.
Skúlin
er
liðugt bygdur áðrenn næsta
býráðsval, ljóðar boðskap
urin í lesarabrævi frá Helenu
Dam á Neystabø.
Forkvinnan í Mentanar
nevndini í Tórshavnar Býráð
sigur í lesarabrævinum, at nú
er klárt at fara ígongd:.
- Fullfíggjað verkætlan
fyriliggur, eins og fíggingin
er fingin upp á pláss. Ein
spennandi
bygningur
er
teknaður, og um skamma
stund verður spakin settur í
jørðina, skrivar Helena Dam
á Neystabø.
Helena Dam á Neystabø:
Musikkskúlin liðugur áðrenn næsta býráðsval
- Tað liggur fast, at farið verður undir at byggja nýggjan musikkskúla í
Havn nú, sigur forkvinnan í Mentanarnevndini og limur í bygginevndini
Tórshavnar Kommuna eigur 9500
fermetrar av lendi í Sortudíki,
millum Norðurlandahúsið og
Sundsvegin. Men hetta er ikki nóg
mikið, og kommunan ætlar tí at
keypa eitt privat grundstykki við
sethúsum á, javna tað við jørðina
og brúka økið til musikkskúlan
Framhald á síðu 8