týsdagur 15. apríl 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. apríl 2014 · Nr. 45
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
- Fær man ikki bygt musikk
skúlan uttan at keypa hasi
sethúsini, ið liggja uppat
økinum, so er tað væl loysn
in.
Jógvan Arge er bæði av
gjørdur og irriteraður. Av
gjørdur, tí hann vil hava
málið um musikkskúlan
avgreitt. Irriteraður, tí mál
ið eftir hansara tykki rekst
onkustaðni
millum
for
mannin í fíggjarnevndini
og forkvinnuna í Menta
málanevndini í Tórshavnar
Býráð.
Tey
bæði
eru
sum
kunnugt ávíkavist Heðin
Mortensen og Helena Dam
á Neystabø.
- Forkvinnan í menta
málanevndini hevur ikki
hildið, at hennara nevnd skal
viðgera keypsmálið. Hon
vísti til borgarstjóran sum
formann í fíggjarnevndini.
Borgarstjórin hevur í sínum
lagi ikki viljað sett málið
á skrá í síni nevnd, sum
hevur heimildirnar, men
hevur víst til forkvinnuna
í mentamálanevndini. So
leiðis hevur man í longri
tíð gingið sum ein rukka frá
Heródes til Pilatus til tess
at koma víðari við musikk
skúlamálinum
uttan
at
fáa annað burtur úr enn
uttanumtos
um
staðset
ingar bæði heimaliga og
uttarlaga, ovarlaga og niðar
laga í býnum, skrivar Jógv
an Arge í lesarabrævi um
musikkskúlamálið.
Jógvan Arge vísir á, at bý
ráðið hevur givið grønt ljós
til at fara í samráðingar við
ein privatpersón um at key
pa hansara sethús, fyri at
kunna brúka økið í samband
við musikkskúalan. Og hann
hevur somuleiðis skilt, at
tær samráðingar eru komn
ar á mál.
- Eg havi ferð eftir ferð
roynt at fáa málið fyri,
bæði í Mentamálanevndini
og í Fíggjarnevndini, men
higartil til fánýtis. Tað er
neyðugt at avgreiða hetta
keypið, áðrenn vit sleppa
víðari, soleiðis at verkætlan
in kann bjóðast út, sigur
Jógvan Arge.
Hann heldur lítið um
handfaringina, og leggur
Javnaðarflokkin í býráðnum
undir at hava aðrar ætlanir:
- Sum eg havi skilt,
hava
javnaðarfólk
á
Vaglinum fingist við aðrar
dagsskráir fyri staðseting
musikkskúlans,
skrivar
Jógvan Arge í lesarabrævi.
Býráðslimurin
fyri
Tjóðveldi sipar her til, at
Heðin Mortensen í heyst
nevndi møguleikan at brúka
part av Kommunuskúlanum
til musikkskúla.
Jón Brian Hvidtfeldt
Samstundis
sum
onnur
skunda undir at fáa málið
um nýggja musikkskúlan í
Sortudýki í Havn avgreitt
sum skjótast, so dregur bý
ráðslimurin Annfinn Brekk
stein øvugtan veg.
- Tað er neyðugt at taka
aftur í aftur, hvat vit upp
runaliga ynsktu við nýgg
ja musikkskúlanum, sigur
Annfinn Brekkstein, sum
bæði er limur í fíggjar
nevndini og eisini byggi
nevndini fyri musikkskúlan.
Býráðslimurin sipar ser
liga til kostnaðin:
-
Upprunaliga
varð
ætlanin
at
byggja
fyri
41-43 milliónir. Tað varð
síðani broytt til 46 millión
ir, so 54 milliónir og nú
sigur nýggjasta kostnað
armetingin
67
milliónir,
sigur Annfinn Brekkstein,
tá hann tekur saman um
gongdina í málinum síðstu
árini.
Sambært
Annfinni
Brekkstein er í løtuni stór
óvissa um, hvørt tær 67
milliónirnar fara at gerast
uppaftur fleiri, tá avtornar:
- Vit býráðspolitikarar
hava onga vissu fyri prísi
num. Higartil er prísurin
farin uppeftir, nærum fyri
hvønn byggifund. Og vit
hava framvegis onga meting
av, hvat útgerð og innbúgv
til bygningin fer at kosta.
Her eru alt ov stórar óvissur,
sigur Annfinn Brekkstein
avgjørdur.
Eisini staðsetingin av
skúlanum, millum Norður
landahúsið og Sundsvegin,
eigur at umrøðast av nýggj
um.
- Nú verkætlanin er blivin
somikið
kostnaðarmikil
eiga vit eisini at diskutera,
um skúlin kanska hevði lig
ið betri onkra aðra staðni
í býnum. Tað tykist, sum
eingin torir at siga tað hart,
men eftirhondini kunnu stór
spurnartekin setast, bæði við
kostnaðin og staðsetingina
av nýggja musikkskúlanum,
sigur Annfinn Brekkstein.
Endurskoða
Býráðslimurin
hjá
Sam
bandsflokkinum mælir tí til
at endurskoða verkætlan
ina. Eisini um borgarar í
høvuðsstaðnum
harvið
mugu bíða enn longri eftir
einum nýggjum musikk
skúla.
- Tað hevur størsta týd
ningin, at vit fáa røttu
loysnina fyri rætta kost
naðin, ikki einhvørja loysn
fyri einhvønn prís, argu
menterar Annfinn Brekk
stein.
Býráðslimurin vísir á, at
breið semja er í býráðnum
um
at
byggja
nýggjan
musikkskúla.
- Men fokus má aftur á
kostnaðin. Fíggjarligt vit og
skil má ráða, sigur Annfinn
Brekkstein.
Sum nevnt í aðrari grein
um
málið
skal
Fíggjar
nevndin í Tórshavnar Bý
ráð í næstum taka støðu til
at keypa eitt privat grund
stykki við sethúsi á, sum
skal leggjast afturat verandi
øki, ið ætlandi skal brúkast
til musikkskúlan.
Annfinn Brekkstein, sum
eisini situr í Fíggjarnevndini,
er ivasamur:
- Tað er greitt, at um kom
munan keypir hetta økið til
musikkskúlan, so er man
reelt farin ígongd. Men vit
mugu also kenna neyva
og endaliga kostnaðin fyri
verkætlanina fyrst, sigur
Annfinn Brekkstein.
Fundur verður í Fíggj
arnevndini í Tórshavnar
Kommunu beint eftir páskir.
Jógvan Arge:
Avgreið málið um musikkskúlan
- Man gongur sum ein rukka frá
Heródes til Pilatus, uttan at fáa
annað burtur úr enn uttanumtos,
sigur Jógvan Arge, varaborgarstjóri
og limur í bygginevndini fyri
musikkskúlan, við greiðari
tilsipan til Javnaðarflokkin
Annfinn Brekkstein:
Neyðugt at endurskoða
byggiverkætlan
- Tað tykist, sum eingin torir at siga tað hart, men stór
spurnartekin verða sett við staðseting og kostnaðin av nýggja
musikkskúlanum, sigur Annfinn Brekkstein, fíggjarnevndarlimur
og limur í bygginevndini fyri musikkskúlan