týsdagur 15. apríl 2014síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 16. apríl 2014 · Nr. 45
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 17. juni hava vit verið gift í 25 ár. Dagurin verður
hildin leygardagin 21 juni kl 19.00 í Høllini í Trongisvági. Tey,
sum vilja halda dagin saman við okkum, verða vinarliga biðin
um at siga frá á Tlf 221760 ella 373949 áðrenn 1 juni.
Vinarliga Karin og Birgir
merkisdagar
Fimti ára hjúnarbandsdagur
23. mai hava Birgit og Svenning av Lofti verið gift í fimti ár.
Hendan dagin eru tey burturstødd.Hátíðardagurin verður
hildin í "Dansifrøi" leygardagin 24. mai, kl. 16. Tey, ið ynskja
at hátíðarhalda dagin saman við okkum, verða biðin um at
ringja til tlf. 312045 ella 282045 áðrenn 17. mai.
70 ára føðingardagur
Tann 26. apríl verður Kaj Olsen, Skála, 70 ár. Dagurin verður
hildin í Bygdahúsinun í Leirvík kl. 18.00. Tey íð ynskja at
halda dagin saman við Kaj verða vinarliga biðin um at siga
frá áðrenn 14. apríl á tlf.211612/441365 ella
T.post olsen.skala@gmail.com
70 ára føðingardagur
Týsdagin 15. apríl verður Oda Lauritsen í Sørvági 70 ár.
Dagurin verður hildin Skírishósdag frá kl 17.00 á Traðarvegi
21 hjá soninum. Hjartaliga vælkomin.
50 ára føðingardagur
Hjartaliga tillukku við 50 ára degnum 19. apríl.
50 ára føðingardagur
5. juni fyllir Ingun Poulsen 50 ár. Føðingardagurin verður
hildin fríggjakvøldið 30. mai kl. 19.00 í VB – húsinum. Øll,
ið vilja hátíðarhalda dagin saman við mær, eru hjartaliga
vælkomin at boða frá á telefon 59 09 95 ella 37 31 12, áðrenn
20. mai.
Ingun
Brúðleyp
Leygardagin 5 juli, giftast Petra Helena Juul Johannesen,
Funningur og Dánial Gunnarson Nolsø, Skopun. Vígslan
verður kl 14.00 í Funnings kirkju. Veitslan verður hildin fyri
innbodnum í Dansifrøði kl 18.30
Gullbrúdleyp
Øllum tykkum sum gleddu okkum á gullbrúdleypsdegnum
15.02.2014 takka vit so hjartaliga. Takk til nábúgvarnir og
onnur sum vaktu okkum við sangi og morgunmati. Takk
til tykkum sum komu at heilsa uppá okkum og øll tykkum
sum ringdu og sendu heilsanir. Takk til børn og svigerbørn og
tykkum øll, røsku fólk, sum vóru í køkinum. Takk til tykkum
øll, sum gjørdu dagin so hugnaligan og ógloymandi.
Harrin signið tykkum øll. Gleðiligar páskir.
Jonna og Óli Jacobsen