Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-15, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. apríl 2014 · Nr. 45 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur hóndbóltur upptakt menn 1 Emil Dam 12 Óla Kristian Djurhuus 16 Jaspur Joensen 18 Pætur H. Skýlindal 2 Andreas Nielsen 5 Janus Jakobsen 7 Magnus Muller 9 Pætur Johannesen 17 Teitur Joensen 20 Fríði Weyhe 27 Hans Eli Sigurbjørnsson 28 Nicklas Selvig 29 Rógvi Weyhe 34 Rúni Joensen 37 Jákup Trygvason 47 Vilhelm Magnussen Venjarar: Eddie Joensen og Ernst Johannesen KÍF 1 Eli Muller 2 Sámal Joensen 3 Julian Olsen 6 Joen Pauli Høgnesen 7 Agnar Joensen 10 Andrias Eriksen 12 Niklas Simonsen 14 Mads Eriksen 16 Tóki Seloy 18 Teis Rasmussen 20 Hanus Christophersen 21 Filip Jojic 22 Sjúrður Nielsen 23 Bjarni Djurhuus 31 Sámal Jákup Djurhuus Venjari: Henrik Gerster VÍF Meting frá Finni Hanssyni ■ VÍF er lítil favorittur. Teir hava havt nógvar skaðar, men teir eru væl fyri nú og hava breiðari hóp enn KÍF. ■ Hjá VÍF er tað tengt at serliga tveimum monnum, nevniliga Eli Müller og Filip Jojic. Men teir hava eitt gott bland av royndum og ungum leikarum, sum duga at spæla góðan hondbólt. ■ Nicklas Selvig hevur avgjørt nógvar dystir einsamallur hjá KÍF, men teir hava nógvar aðrar, sum stinga seg upp tá ið samanspælið riggar væl. Tað verður avgerandi. ■ Um KÍF megnar at fáa tak á Eli Müller og pilka Filip Jojic úr spælinum, so fær VÍF trupulleikar. Dystir í landskappingini: 09.10.13 KÍF - VÍF . . . . . . . . . . . . . . 30-27 13.11.13 VÍF - KÍF . . . . . . . . . . . . . . 26-31 12.01.14 VÍF - KÍF . . . . . . . . . . . . . . 29-30 26.02.14 KÍF - VÍF . . . . . . . . . . . . . . 30-38 KÍF ikki brotið upp úr nýggjum Hava gjørt meiri burturúr taktiskt Eddie Joensen, sum hevur tikið við eftir Jakob Jónsson sum venjari í KÍF, sigur, at teir ikki hava brotið upp úr nýggjum og hava hildið fast við nógv av tí gamla – men nú hava fingið spæligleðina aftur Sjálvandi hava vit gjørt meiri burturúr taktiskt, sigur VÍF-venjarin, Henrik Gerster. Pætur Albinus Eddie Joensen, sum hevur tikið um róðrið eftir at Jakob Jónsson varð loystur úr venjarastarvinum hjá KÍF, sigur, at teir ikki hava gjørt nakað kollveltandi og broytt nógv av teirri spæliætlan, sum frammanundan var. – Vit hava ikki brotið upp úr nýggjum. Ein kann ikki broyta upp á so øgiliga nógv, men onkrar broytingar hava verið. Sum heild hava vit bygt upp á tað, sum teir kendu frammanundan. Vit hava funnið spæligleðina og tað skjóta spælið fram aftur, sum vit eru so kendir fyri, sigur Eddie. Herfyri var rumbul í KÍF- hópinum eftir venjaraskifti og leikarar, sum fingu ein lyftan peikifingur frá felag­ num. Men sambært Eddie, so er tað nú lagt aftur um bak. – Nú er lagið komið aftur. Allir mans eru tøkir til dystin eisini, so alt er, sum tað skal vera, sigur hann. VÍF lítil favorittur Eddi Joensen vil, eins og flestu viðmerkjarar, vera við, at VÍF er favorittur at vinna finalurnar. – Eg vil siga, at VÍF er lítil favorittur. Serliga eftir síðsta dystin ímóti okkum, sum teir vunnu við átta málum. Tað hevur gingið øgiliga væl hjá teimum, vísir hann á og tosar um hvussu kollfirðingar kunnu knógva nábúgvanum. – Teir hava so nógvar góðar spælarar, so tað verður ikki lætt at steðga teimum. Eg veit ikki, hvussu nógv eg kann siga, men eg kann siga, at vit fara at gera alt fyri at steðga teimum. Teir hava breið­an og sterkan hóp og hava nógvar streingir at spæla upp á, sigur Eddie Joensen at enda. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Henrik Gerster, venjari hjá VÍF, sigur, at teir hava gjørt eitt sindur meiri burturúr tí taktiska til venjing fram ímóti finalunum. – Vit hava gjørt sum til allar dystir, men sjálvandi hava vit gjørt meiri burtur­ úr taktiskt. Tað er jú finala. Men vit hava spælt ímóti hvørjum øðrum so ofta og kennast so væl, at tað er ringt at taka teir á bóli. Vit hava fyrireikað okkum væl upp á at vit skulu vera skarpir hesar dystirnar, sigur Henrik Gerster. Bróta liðspælið Henrik Gerster vísir á, at tað er umráðandi hjá teim­ um at royna at bróta lið­ spælið hjá KÍF. – Vit skulu upp ímóti einum sera væl saman­ spæld­um liði. Teir hava góðar leikarar á øllum pláss­um og eingin kann peika á eina síðu, har teir eru veikari enn í hinari síð­uni. Eitt ógvuliga homo­ gent lið við fáum veik­leik­ um, vísir Henrik á um KÍF. – Allir eru fit for fight. Fyri fyrstu ferð í longri tíð sær tað gott út á tí øki­ num, sigur Henrik Gerster vísandi til mongu skaðar­ nar VÍF hevur drigist við, men nú – í tøkum tíma – hevur allar mans tilreiðar. albinus@sosialurin.fo