mikudagur 23. apríl 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 24. apríl 2014 · Nr. 46
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Sámal petur í grund
Tíðargrein síða 15
Uttan
fyri lóg og
rætt
Eyðgerð Mørkøre
Eygamálið síða 14
Sjórok
og bólka
trýst
Politiska skipan okkara og øll hini,
ið annars varða av óskilinum – eitt
nú kring Eik Banka – tykjast hava
tikið orðini hjá Axel Strøbye til sín,
tá hann í leiklutinum sum krimin
alassistent Jensen í Olsen Banden,
sum segði, at »vi står overfor kræf
ter, der er så store, at de overgår al
forstand«.
Soleðis gjørdi løgtingið, sum
noktaði at játta pengar til at kanna
viðurskiftini kring fallittin hjá Eik
Banka til botns.
Í desember fekk Skráseting Før
oya ein granskingarfrágreiðing frá
Eyðfinni Jacobsen, advokati, sum
hevði kannað ávís viðurskifti hjá
Eik Grunninum.
Men av tí at fleiri pengar ikki
eru játtaðir – og ikki verða játtaðir,
so ber ikki til at kanna viðurskiftini
nærri – hóast advokatfrágreiðingin
setir nógvar kritiskar spurningar,
bæði
ímóti
høvuðspersónunum
í kollsiglda Eik Banka, men eisini
ímóti teimum, sum hava varðað av
teimum stovnum, sum skuldu hava
eftirlit við bankanum.
Skráseting Føroya fekk ein trið
ing av teirri upphædd, sum stovnur
in vildi hava til tess at kanna viður
skiftini til botns. Soleiðis er bara ein
triðingur kannaður, og tað merkir, at
tveir triðingar ikki eru kannaðir.
Finansiel
Stabilitet
sprændi
milliardir inn í bankan, soleiðis at
bankavirksemi kundi halda fram,
og soleiðis at bankin fekk røkt sínar
skyldur mótvegis sínum viðskifta
fólkum.
Partaeigararnir mistu allar sínar
pengar. Í síni tráðan at selja parta
brøv hevði bankin lokkað nógv fólk
at seta pengar í. Fleiri vøggugávur
og barnauppsparingar vórðu kon
verteraðar til partapening, sum allur
fór fyri skeyti.
Sambært tí, ið komið er fram,
so ábyrgdarfólk í bankanum, farin
langt út um sínar heimildir. Men
hetta skal ikki kannast. Løgtingið
vil ikki vita, hvussu rætti saman
hangurin er. Tað tykist heldur ikki,
sum um aðrir eftirlitsstovnar hava
serligar áneyðir at fáa allan sann
leikan á borðið.
Vit kunnu so bara spyrja hví?
Eru tað fólk í politisku skipanini,
sum ikki tora at fáa sannleikan á
borðið? Eru tað fólk í eftirlitsstovn
um, sum ikki vilja hava sannleikan
á borðið?
Tað er av mistøkum, vit læra.
Men vilja vit ikki hva at vita, hvussu
nakrir fáir persónar kundu koyra ein
gamlan og tryggan peningastovn á
heysin, so læra vit heldur ikki av tí.
Sjálvandi skal sannleikin á borð
ið. Tað líkist svartasta ongum, at
løgtingið sópar málið undir gólv
teppið!
Tá trupulleikin er ov stórur
– Skal tað vera gildi so lat tað
vera gildi.
Soleiðis segði Finnbogi Ís
akson, sáli, einaferð í tinginum,
tá tingmenn rættiliga vóru
farnir at gjara út við skattgjald
arans peningi.
Í Vinnumálaráðnum kann
Johan Dahl rættiliga halda
gildi, nú hann hevur hevur fing
ið flogfelagið sjálvt at rinda 72
milliónir krónur fyri at skvisa
privatu partaeigararnar úr fel
agnum – og soleiðis hevur nati
onaliserað tjóðarflogfelagið.
Danski stjórin, sum stjórn
ar hesi nýggju, dýru strate
giini hjá Johan Dahl er held
ur ikki við sviðusoð. Ein
stjóralønarhækking upp 100
prosent skuldi til. Jørgen Holme
fekk 397.000 krónur í løn fyri
teir 46 dagarnar, hann arbeiddi
fyri felagið í fjør. Og um hann
ikki fær lønarhækkan í ár, so
fer hann at fáa 2,4 milliónir í
løn í ár. Tað er 200.000 krónur
um mánaðin.
Soleiðis er Jørgen Holme
hægst lønti almenni stjóri í
Føroyum. Hann fær tríggjar
ferðir so nógva løn, sum løg
maður skal fáa, um løgtingið
fer at samtykkja uppskot løg
mans um at geva sær sjálvum
og landsstýrsifólki 30 prosent í
lønarhækking.
So tá Jóhan Dahl øsir seg
um, at almennar stjóralønir eru
ov høgar – sum til dømis fráfar
ingarlønin hjá ALS-stjóranum,
so passar tað ikki – í øllum
førum ikki altíð.
– Men kanska vit fáa eitt
betri føroyskt flogfelag við 72
milliónum færri á kistubotn
inum og einum dupult so dýr
um stjóra?
2,4 milliónir til Holme
Í eina viku í næsta mánaði
verður útivika í Føroyum.
Og hesa vikuna skulu føroy
ingar lata bilin standa, og buss
in fara, og ganga til arbeiðis.
Tað er Fólkaheilsuráðið,
sum skipar fyri útivikuni, sum
verður 19. til 25. mai
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at útivika er, og Fólkaheilsu
ráðið sigur, at hini árini hev
ur undirtøkan verið sera stór,
bæði á privatum arbeiðspláss
um, á almennum stovnum, hjá
kommunum og í fjølmiðlunum.
Fólkaheilsuráðið staðfestir, at
øll kenna fyrimunirnar av at
seta bilin og at røra seg við at
ganga.
Heilsan batnar og lagið
batnar, og fyritøkurnar fáa
glaðari starvsfólk og færri
sjúkradagar.
Fólkaheilsuráðið sigur, at
síggja fólk, at summi seta bilin,
verður tað lættari hjá teimum
sjálvum at seta hann eisini.
Ætlanin er, at øll skulu vera
við í átakinum.
– Tey, sum hava langt til ar
beiðis, ella skulu koyra ímillum
bygdir, kunnu seta bilin langt
frá arbeiðsplássinum og ganga
síðsta teinin. Og tey, sum koyra
í bussi, kunnu fara av nøkur
steðgipláss áðrenn tey plagdu
at fara úr bussinum og ganga
tað seinasta strekkið.
– Hetta kann gerast hvør
sær, men tað hevði eisini hevði
verið stuttligt at fyritøkur
skipa fyri felags kappingum,
útferðum ella onkrum heilt
øðrum, fyri starvsfólkinum,
sigur Fólkaøheilsuráðið.
Skulu ganga til arbeiðis
»Áhugabólkurin fyri eldri í
Norðoyum« hevur stórt til
tak í Smæruni, leygardagin
26. apríl 2014 kl. 15w.00.
Absalon Matras fer at
greiða frá arbeiði sínum
í Eysturevropa, og Martin
Joensen, sangari og tón
leikari,
fer
at
syngja
kendar sangir. Eisini verður
burturlutan við nógvum
góðum vinningum.
Úr Klaksvík siag tey, at
innkomni peningurin fer
til arbeiðið hjá Absaloni
Matras.
– Nú, tá kvøldskúlar og
annað vetrarítriv fer at
halla, fara somuleiðis tær
kvinnurnar, sum í vetur
hava sitið og seymað teppi
í Smæruni, at taka summ
arsteðg til heystar, siga
fyrireikararnir.
Áhugabólkurin
fyri
Eldri, hevur staðið fyri
hesum arbeiði. Tað er so
leiðis, at nógvar kvinnur
hava sitið og bundið ”fýra
kantar”, sum tær lata inn
til Áhugabólkin, ið síðani
skipar fyri at seyma fýra
kantarnar, sum eru 8 ferðir
11 cm, til teppi. Til hvørt
teppi fara 88 fýrakantar.
Sostatt hava vit seymað
2.200 fýrakantar saman til
25 teppi.
Áhugabólkurin
sendir
eina hjartans tøkk til øll
tey mongu, ið hava sitið og
evnað til fýrakantarnar,
sum teppini verða gjørd av.
Teppini verða latin til
Absalon Matras, ið síðani
býtir tey út til fátøk fólk í
t.d. Polandi og Rumeniu.
– Øll eru hjartaliga væl
komin í Smæruna til tiltakið,
sigur áhugabólkurin.
Binda og seyma
teppi til fátøk
Munnu fólk við ávirkan hava
nakað at krógva í Eik-málinum?