mikudagur 23. apríl 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 24. apríl 2014 · Nr. 46
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Leo Poulsen
Grundlógaravhoyringin
var lítið meiri enn liðug
týskvøldið, áðrenn politiið
hevði handtikið ein fjórða
persón í ránsmálinum uppi
á Húsagøtu mánakvøldið.
Tað var um gott 23 tíðina,
at fjórði maðurin var hand
tikin.
- Tá høvdu vit verið í
sving allan dagin, og liðið
var so mikið langt út á
kvøldið, at vit valdu at fara
til hús, og so byrja av nýggj
um í morgun, sigur John
Martin Olsen, økisleiðari.
Eins og við hinum trim
um, ið vórðu handtiknir í
týsdagin seinnapart, er hes
in fjórði handtikni eisini ein
kenningur hjá politinum.
- Tað er serliga ótrúliga
góða hjálpin, vit hava fing
ið frá borgarunum, sum
hevur í stóran mun verið
viðvirkandi ti, at tað gekk so
skjótt at gera tær handtøk
urnar, ið higartil eru gjørd
ar, sigur John Martin Olsen.
Fleiri av upplýsingunum,
politiið hevur fingið, skal
dupultkekkast.
- So tað er nógv arbeiði
eftir at gera enn, og eg dugi
ikki at siga, um hetta er
seinasta handtøkan í máli
num. Tað kann tí ikki úti
lokast, at fleiri handtøkur
verða framdar, sigur John
Martin Olsen.
Ilt at siga
Hann kann tí ikki siga,
hvussu drúgvar hesar kann
ingar fara at vera.
- Tað kann taka alt frá
tímum til dagar, tað er ilt at
siga. Vit hava so mong spor
at fylgja upp uppá, og tað
tekur sjálvandi nakað av tíð,
sigur John Martin Olsen.
Tað hevur gingið ógvu
liga skjótt við uppkláring
ararbeiðinum, og tað hevur
fleiri frágreiðingar.
- Tað eru nógv ting, sum
eru fallin »í hakk«. Náttar
vaktin arbeiddi intensivt
og tá morgunvaktin møtti
helt hon fram. Eisini hunda
patruljan hevur gjørt eitt
stórt arbeiði við at kanna
rýmingarleiðina hjá ráns
monnunum. Eg kann bara
siga, at vit hava verið stak
heppin, sigur John Martin
Olsen.
Handtikni maðurin var
avhoyrdur
fyrrapartin
mikudagin, og síðani skuldi
politiið skriva eina frágreið
ing, sum skuldi verða klár til
grundlógaravhoyringina,
sum var mikudagin klokk
an 15.15.
Leo Poulen
Klokkan var um 23.30, tá eitt
starvsfólk gek stuttu leiðina
úr SMS niðan í BankNordik
við dagsins umsetningi frá
Burger King, Baresso og Sun
set Boulevard, tilsamans ein
ar 10.000-11.000 krónur.
Komin niðan móti Bank
Nordik møta henni knappliga
tveir maskuklæddir menn og
krevja, at hon gevur teimum
peningin, sum var í trimum
bankalummum.
Men kvinnan setur seg
upp móti teimum og berjist
fyri pengunum við tí úrsliti,
at tað bert eydnast teim
um báðum deydningahøvds
maskuklæddu monnunum
at fáa tann eina av penga
lummunum - tann við minst
pengum í.
Ránsmenninir
halda
síðani til beins oman móti
Tinghúsvegnum, og onkun
staðni tveita teir aðra masku
na og pengalumman, sum
politiið seinni finnur.
Politiið
hevur
arbeitt
skjótt í málinum, og longu
seint
seinnapartin
hevði
politiið tikið fýra mans, sum
í gjárkvøldið vóru til grund
lógaravhoyringar.
Hendan avhoyring førdi
til, at ákæruvaldið mátti slep
pa skuldsetingunum móti
tveimum av teimum hand
tiknu, meðan hin triði játtaði
seg sekan og varð varðhalds
fongslaður í fýra vikur.
Seinni um kvøldið boðaði
politiið frá, at teir høvdu
handtikið ein fjórða persón,
men tá var vorðið so seint, at
teir valdu at fara til hús og
byrja aftur við frískum sinni
mikumorgunin.
Borgararnir hjálpa
Til
grudlógaravhoyringina
týskvøldið kravdi ákæru
valdið referatforboð, og hes
um játtaði dómarin. Tí ber
ikki til at endurgeva nakað
av tí, sum fór fram á rættar
fundinum.
Kortini
hevur
politiið
sjálvt givið nakrar upplýs
ingar.
Millum annað segði John
Martin Olsen, økisleiðari, við
in.fo í týskvøldið, at tað vóru
upplýsingar frá borgarunum,
sum vóru kanska størsta
orsøkin til, at tað hevði ging
ið so skjótt at handtaka teir
tríggjar.
- Eftir at vit høvdu boða
frá ráninum um døgurðatíð,
var ta einu løtuna telefon
stormur frá borgarum, sum
høvdu hópin av upplýsing
um, sigur John Martin Olsen.
Fleiri av hesum upplýs
ingum vóru sera hentar, og
vóru ein orsøk til, at tað gekk
so skjótt at handtaka hesar
tríggjar.
Teir eru allir tríggir kenn
ingar av politinum, og tað er
tann fjórði tikni eisini.
Hesar fýra vikurnar, sum
maðurin er varðhaldsfongsl
aður, skal løgreglan brúka at
kanna málið nágreiniligari í
friði og náðum, uttan vanda
fyri at ránsmaðurin roynir at
ávirka gongdina.
Borgarar stór hjálp
Fráboðanin týsdagin um
miðdagsleitið førdi til
telefonstorm frá borgarum, sum
høvdu áhugaverdar upplýsingar
Ránsmálið
í Húsagøtu
Ein sera óvanlig og skelkandi
hending fór fram mánakvøldið um
23.30 tíðina við BankNordik, tá
eitt starvsfólk í Burger King varð
álopið, tá hon skuldi í náttarboksina
við dagsins umsetningi