Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 24. apríl 2014 · Nr. 46 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Eru føroysku peninga­stovn­ ar­nir ov dýrir fyri kundar­ nar? Eru ómaks­gjøld­ini og renturnar ov høg? Kunnu gjøld og rentustøði grund­ gevast við høgum kost­nað­ ar­støði í Føroyum, ella er or­søk­in at finna í mangl­andi kapp­ing millum peninga­ stovn­ar­nar? Afturvendandi spurn­ ing­ar­nir, ið mangan elva til kjak í al­menna rúminum og mill­um man­na, skuldu eftir ætl­an svarast í eini stórari kann­ing og frágreiðing hjá før­oyska Kapp­ing­ar­eftir­liti­ num. Kappingareftirlitið hev­ur síðani 2012 kannað kostn­að­ ar­støðið hjá føroysku pen­ing­ ar­stovnunum. Kanningin, ið varð mett at kosta tilsamans eina millión krónur, skuldi vera liðug í fjør. Men hendan upprunaliga tíðar­ætlanin helt ikki. - Nei, hetta má taka tað tíð, tað tekur, sigur Terje Sigurðs­son, deildarleiðari á Kapp­ing­ar­eftirlitinum. Longu tíðliga í tilgongdini stóð greitt, at tað fór at vera alt ov umfatandi at kanna alt virksemið hjá pen­inga­ stovnunum. Tí varð arbeiðs­ setn­ing­urin av­markaður til bara at fevna um realkreditt- markn­aðin. Serliga, hví so­ nevnda ”bidragið” á real­ kredit­tlán er nógv dýrari í Føroy­um enn í Danmark. Sambært Terja Sigurðs­ son er arbeiðið nú komið so­mikið væl áleiðis, at kann­ ingar­arbeiðið er gjørt, og ein umleið 70 síður drúgv frá­ greiðing er skrivað. Eisini hava stóru, føroysku pen­ inga­stovnarnir fingið frá­ greið­ing­ina til hoyringar, og hava teir gjørt sínar við­ merk­ingar. - Men nú standa vit við spurn­inginum, hvat skal al­ manna­kunngerast, sigur Terje Sigurðsson. Sum skilst eru Kapp­ing­ ar­eftirlitið og peninga­stovn­ ar­nir ikki samd um, hvørjar upp­lýs­ingar í kann­ing­ar­ arbeið­num skulu ger­ast tøkar fyri al­menn­ing­i­num. Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik Banka, vil tó ikki útgreina, hvat tað merkir. - Jú, vit hava lisið frá­greið­ ingina og hava gjørt okkara viðmerkingar. Meira havi eg ikki at siga í løtuni, sigur Súni Schwartz Jacobsen, sum minnir á, at viðkvæmar upp­lýs­ingar kunnu vera í tí­ líkum tilfari. Rættartrygd Terje Sigurðsson ásann­ar, at kanningin av kost­nað­ar­ støðinum hjá føroysku pen­ inga­stovnunum er far­in út um ta evstamark, ið Kapp­ ingar­eftirlitið upp­runa­liga setti sær sjálvum. - Ja, stóð tað til mín, so var frágreiðingin longu al­ manna­kunngjørd, sigur Terje Sigurðs­son. Súni Schwartz Jacobsen hev­ur ikki hug at gera við­ merk­ingar til hesa útsøgn. - Tað má eg bara taka til eftir­tektar, sigur stjórin í Eik Banka. Súni Schwartz Jacobsen vil als ikki gera viðmerkingar til innihaldið í frágreiðingini, og ei heldur, hvat hann held­ ur um niðurstøðurnar í frá­ greið­ingini. - Lat tað bíða, til frá­greið­ ingin verður al­manna­kunn­ gjørd, sigur Súni Schwartz Jacobsen. Hóast hann er farin at ótolnast, so minnir deild­ar­ leiðarin á Kapp­ing­ar­eftir­liti­ num á, at rætt­ar­trygdin má verjast. - Atlit mugu takast til rættartrygdina hjá teimum, sum vit kanna. Tað besta er sjálv­andi, um vit tosa okkum til rættis um, hvat kann al­ manna­kunngerast og hvat er at meta sum viðkvæmar upp­ lýs­ingar. Blíva vit ikki samd, so verður tað myndugleikin, ið tekur eina avgerð. Og tann avgerðin kann kærast, sigur Terje Sigurðsson. Hann vísir á, at tílík­ar kærur kunnu fáa steðgandi virknað, soleiðis at ein kann­ ing ikki kann al­manna­kunn­ gerast, meðan ein kæra um almannakunngerð av inni­ haldi­num verður við­gjørd. - Tí er tað at eg sigi, at hetta má taka ta tíð, tað tek­ ur, sigur Terje Sigurðsson. Enn eru Kapp­ing­ar­eftir­ litið og pen­inga­stovn­arnir tó framvegis í samskifti um, hvørjar upplýsingar skulu al­ mannakunngerast. Terje Sigurðsson vil enn einki siga um innihaldið í tí umleið 70 síður drúg­vu frá­ greiðingini um kost­na­ð­a­r­ støðið hjá føroysku pen­inga­ stovnunum. - Men tað er greitt, at niðurstøðurnar í frá­greið­ ingini eru ikki til diskusjón. Tær eru 100 prosent okkara eg­nu, sigur Terje Sigurðsson. Sambært deild­ar­leiðara­ num er ein møguleiki at al­ man­na­kunngera eina fyri­bils frá­greiðing, har niður­støð­ urn­ar verða al­mennar, með­ an all­ar upp­lýs­ingar, sum pen­inga­stovnar­nir meta vera við­kvæm­ar upp­lýsingar, í fyrs­tu syftu verða hildnar aft­ur. - Tað er ein møguleiki. Men hartil eru vit ikki komin enn, sigur Terje Sigurðsson. FAKTA Upprunaliga var endamálið at gera eina nágreiniliga viðgerð av kostnaðarstøðinum hjá føroysku bankunum. Í kanningini skuldi viðgerast, hvussu raksturin hjá føroysku bankunum er í mun til sambæriligar danskar bankar og ítøkiliga greinað, hvat einstøku tænasturnar í veruleikanum kosta føroysku bankunum. Rættuliga skjótt stóð greitt, at arbeiðssetningurin var ov umfatandi í mun til fíggjarligu orkuna hjá Kappingareftirlitinum. Tí varð kanningin avmarkað til bara at fevna um realkreditt-marknaðin, har stóru føroysku peningastovnarnir síðstu árini hava bjóðað føroyingum donsk realkredittlán. Kanningararbeiðið verður lýst soleiðis: Talan er um orkukrevjandi og truplar fíggjar- og búskaparliga greiningar og neyðugt verður lutvíst at keypa uttanhýsis serkunnleika til kanningina. Ætlanin er at seta ein persón við serkunnleika innan fíggjarmarknað og hagtalsviðgerð sum verkætlanarsettan, mett verður at svara til eitt 1⁄2 ársverk, hetta verður fíggjað av játtanini hjá Kappingareftirlitinum. Greining av prís- og kostnaðarstøðið av fíggjartænastum umframt meting av møguligum kappingarligum atgerðum krevur serkunnleika innan búskaparfrøði og kappingarlóggávu. Norðurlendskir kappingarmyndugleikar nýta í stóran mun greiningarfyritøkur til at fremja búskapar- og løgfrøðiligar greiningar. Kanningararbeiðið varð mett at kosta tilsamans eina millión krónur. Arbeiðið er í høvuðsheitum gjørt innanhýsis á Kappingareftirlitinum. Frágreiðingin skuldi upprunaliga vera liðug í fjør, men í løtuni er óvist, nær kanningin verður almannakunngjørd. Kelda: fíggjarlógir og eykajáttanarlógirv FAKTA Kappingareftirlitið kann gera kanningar av vinnugreinum ella av ávísum sløgum av avtalum innan fyri ymiskar vinnugreinir við tí endamáli at fáa kunnleika til ella innlit í kappingarstøðuna innan fyri ávísu vinnugreinina ella ávísu vinnugreinirnar. Kappingareftirlitið kann almannakunngera slíka kanning, tó við ávísum avmarkingum. Almannakunngerð fevnir ikki um upplýsingar um teknisk viðurskifti, heruppií gransking, framleiðsluhættir og vørur, umframt rakstrar- og handilsloyndir, tá talan er um upplýsingar av serligum búskaparligum týdningi fyri persónin ella fyri fyritøkuna, sum upplýsingarnar viðvíkja. Harumframt kunna upplýsingar um viðurskifti hjá einstøkum viðskiftafólkum í mun til fyritøkur undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum ikki almannakunngerast. Kelda: Kappingarlógin Kappingareftirlitið er liðugt at kanna, hví føroyingar mugu gjalda meira fyri realkredittlán enn danir. Men frágreiðingin kann ikki almannakunngerast enn, tí myndugleikin og peningastovnarnir ikki eru samd um, hvørjar upplýsingar eru ov viðkvæmar til at kunna almannakunngerast Kanning letur bíða eftir sær Kappingareftirlitið dugir enn ikki at siga, nær kanningin av føroysku peningastovnunum verður almenn. Frágreiðingin er liðug, men partarnir eru ósamdir um, hvat skal almannakunngerast