mikudagur 23. apríl 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 24. apríl 2014 · Nr. 46
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Marjun Dalsgaard
Tá kanningin av virkseminum
hjá nevndini í Eik Banka var
liðug í december 2013, stað
festi hon álvarslig brot á
lóg um vinnuligt virksemi í
grunnum.
Niðurstøðan varð latin
fútanum, men fútin boðaði
frá, at málið var fyrnað, og tí
fær málið ongar avleiðingar
fyri nevndina í Eik Grunn
inum.
Arbeiðið við kanningini
varð byrjað í 2011, tá løgtingið
játtaði 300.000 krónur til
arbeiði í november mánað.
Granskingarfólkið, Eyðfinnur
Jacobsen, metti, at arbeiðið
fór at kosta 1,5 millión krón
ur, um tað skuldi vera nøkt
andi.
Av tí at játtanin á 300.000
krónur ikki var latin fyrr
enn í november, náddi hann
tó ikki at brúka meira enn
184.900 krónur av teimum
játtaðu 300.000 krónunum.
Umbøn um eykajáttan
fór síðan í tingið, men ikki
fyrr enn í november 2012
vórðu fleiri pengar játtaðir
til kanningina. Tá játtaði løg
tingið aftur 300.000 krónur
til kanningina. Tað gingu
sostatt 11 mánaðir har einki
hendi í málinum.
Í alt kostaði kanningin
500.000 krónur – ein trið
ing av tí, sum átti at verið
brúkt, um alt skuldi verið
kannað sambært kanningar
fólkinum.
Málið ikki liðugt
kannað
Kanningin er langt frá liðug,
men hóast Eyðfinnur Jacob
sen í frágreiðingini í fleiri
førum mælir til, at viðurskifti
verða kannað nærri, sýtti
løgtingið fyri at játta fleiri
pengar til arbeiðið.
Eyðfinnur Jacobsen skriv
ar í frágreiðingini, at kann
ingin er skerd vegna tørvandi
fígging, og at hann ikki hevur
havt møguleika fyri at greina,
hvørjar avleiðingar tað hevur
havt, at nevndin ikki hevur
hildið seg til lógina og enda
málið hjá grunninum.
Eitt nú kann hann ikki
staðfesta, at pengar mangla
í grunninum vegna óreglu
semið, sum er farið fram í
Eik Grunninum, og av tí, at
tað ikki er staðfest, at nak
að tap hevur verið vegna
óreglusemið, er einki krav
um endurgjald, sum er tengt
at einum tapi.
Sostatt eru tveir spurning
ar svaraðir: 1) er nakað revsi
vert farið fram? Kanningin
staðfestir, at tað er tað, men
málið er fyrnað. 2) er nakað
tap? Men tað málið er ikki
kannað, tí eingin vil gjalda
kostnaðin at kanna hetta.
Úrslitið er ein kanning, sum
hevur kostað 500.000 krónur
og sum staðfestir álvarslig
brot á lóg um vinnurekandi
grunnar, men sum ongar
avleiðingar fær.
Hevur onga meining
um kanningina
Stjórin í Skráseting Føroya
hevur ikki nakra meingin
um, um kanningararbeiðið
skal halda fram.
– Mítt sjónarmið er sum
so ikki so áhugavert. Vit hava
ikki fingið játtan til meira, og
so kunnu vit ikki gera meira,
sigur Jógvan Thomsen, stjóri
í Skráseting Føroya. Hann vil
ikki siga, um hann heldur, at
kanningin er nøktandi.
Sum tann parturin, ið
hevur biðið um kanningina,
hevur
Skráseting
Føroya
loyvi at kæra avgerðina
hjá fútanum um, at málið
er fyrnað. Men heldur ikki
tað hevur nakran áhuga hjá
Jógvani Thomsen.
– Fyri at kæra skulu tað
vera tekin um manglandi
upplýsingar ella skeivleikar,
og tað hava vit ikki orsøk
til at halda er galdandi her,
sigur Jógvan Thomsen.
Skrásetingin heitti á Eyð
finn Jacobsen, sakførara, um
at gera kanningina, eftir at
tað kom fram, at Grunnur
in ikki leyk krøvini um sol
vens, sum var álagt honum
av Finanstilsynet í september
2010.
Eyðfinnur
Jacobsen
vil ikki úttala seg meira um
kanningina, men vísir til Skrá
setingina.
Kæra ikki
fyrningina
Skráseting Føroya ætlar ikki at kæra avgerðina hjá fútanum
um, at málið mótvegis nevndini í Eik Grunninum er fyrnað
Kanningin hjá Eyðfinni
Jacobsen staðfestir, at
nevndin ólógliga heim
iðlaði
sær
møguleika
fyri at læna pening út.
Millum annað 750 milli
ónir krónur til tveir
íslendskar
persónar.
Kanningarfólkið kemur
haraftrat fram til, at
nevndin sum heild hevur
havt trupulleikar við at
skilja ímillum, nær hon
tók avgerðir vegna Eik
Grunnin og Eik Bankan.
Hon hevur í tíðarskeiðum,
har gjaldførið hevur ver
ið sera vánaligt, virkað
uttan
gjaldførisætlan.
Somuleiðis fýlist innan
hýsis
grannskoðari
á
mannagongdir
viðvíkj
andi bókføring og rokn
skaparskjølum og skrivar
millum annað:
”Revisionen må igen
i år konstatere, at regn
skabsmaterialet,
som
blev leveret til revisionen,
var mangelfuldt og ufuld
stændigt og bar præg af
manglende beslutnings
tagen til væsentlige regn
skabsposter. Vi har især
været bekymrende for
at der manglede grund
bilag…
Det er vores anbefal
ing, at der bør strammes
op på bogføringer. Bog
føringen bør være ajour
ligesom der bør fore
tages afstemninger til
kvartårlige regnskaber,
som bør udarbejdes. Bog
føringslovens
bestem
melser,
som
er
helt
grundlæggende for regn
skabsudarbejdelsen, skal
overholdes…”
Lán veitt uttan
heilmild
1) 100 milliónir euro
til tveir íslendskar
kundar
2) 40 milliónir krónur til
P/F Thor
3) 27 milliónir krónur
til Vang Andersen við
fleiri
4) 25 milliónir krónur til
Notio
5) 10 euro til ebh/
zweitmarkt GmbH
6) 30 milliónir krónur til
Kista og 25 milliónir
krónur til Exista
Í alt hevur grunnurin
útlænt millum 950
milliónir krónur og eina
milliard uttan heilmild.
Óreglusemi í
Eik Grunninum
Eik Grunnurin hevur latið fleiri
lán uttan heimild. Haraftrat
hevur nevndin tikið avgerðir
viðvíkjandi Eik Banka P/F,
eins og lítið skil hevur verið
á bókføring og roknskapi
Eik Grunnurin
Eik Grunnurin varð stovnaður í 2002 í sambandi við at Føroya
Sparikassi gjørdi av at leggja sparikassan um til partafelag
eftir grunnaleistinum í bank- og sparekasseloven, sum var
galdandi tá. Líknandi reglur eru í dag at finna í anordning om
ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed.
Nevndin í EIK Grunninum hevur frá byrjan verið tann sama
sum í Eik Banka P/F, tó við einstøkum undantaki eitt stutt
tiðarsekið.
Endamál grunsins er sambært viðtøkunum § 4:
a) At reka virksemi í sjálvsognarstovininum Føroya
Sparikassa víðari í Eik Banka P/F, soleiðis at hetta altíð
verður ein kappingarførur og tryggur peningastovnur
b) At reka annað fíggjarligt virksemi gjøgnum íløgur í
partabrøv, aðrar kapitalpartar og umbýtilig virðisbrøv í
vinnurekandi virkjum av øllum sløgum.
Fakta