Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-23, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Hósdagur 24. mars 2014 · Nr. 46 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Landsverk Tinghúsvegur 5 Postsmoga 78 FO-110 Tórshavn Tel. +298 340 800 Faks +298 340 801 lv@lv.fo www.landsverk.fo Landsverk søkir eftir dugnaligum og álítandi handverkarum til smiðjuna á Maskin- miðstøðini í Kollafi rði. ARBEIÐSUPPGÁVUR Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald og umvæling av maskinum, bilum o.ø., umframt annað arbeiði í smiðjuni. FØRLEIKAKRØV Tú hevur viðkomandi útbúgving sum entreprenørmaskinsmiður, maskinsmiður, bilsmiður, lastbilasmiður ella líknandi. Tað er ein treyt, at tú hevur vanligt koyrikort. Stóra koyrikortið er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt. Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur, dugnaligur og vælskipaður. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið. SETANARVIÐURSKIFTI Talan er um tvey tímalønt fulltíðarstørv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum við avvarðandi yrkisfelag. UMSÓKNIR Umsókn við prógvum og lívsgongdar- lýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo. Eisini ber til at senda umsóknina sum vanligt bræv til Landsverk, postboks 78, 110 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 2. mai 2014. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Magna Berg smiðjuformann á tlf. 290 751, t-post mabe@lv.fo. LANDSVERK SØKIR HANDVERKARAR TIL SMIÐJUNA Í KOLLAFIRÐI Les meira á www.landsverk.fo Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum og hevur um hendi vega- og havna myndug leika uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar.