Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-23, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2014síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 46 · 24. apríl 2014 2 VIKUSKIFTI Kristin Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í mong ár hava tey kristnu verið umleið 10 prosent av tí samlaða fólkatalinum í arabiska heiminum. Í dag eru umleið fýra prosent eftir. Tey kristnu rýma til Europa, Kanada, USA, Suðuramerika og Australia, og tey rýma undan for­ fylging, diskriminatión, álopum og hóttanum. Hetta er bakgrundini fyri fyrilestri, sum Klaus Wivel, ið er journalistur og korrespondentur á donsku Weekend­ avísini, fer at halda í Føroyum um vikuskiftið. Seinastu árini hevur Klaus Wivel ferðast millum tey kristnu í Miðeystri og skjalfest teirra lagnur. Í Gaza-geir­ anum, á Vestara áarbakka, í Libanon, Egyptalandi og Irak hevur hann tosað við kvinnur og menn, gomul og ung, prestar og aktivistar, sum øll hava rindað kostnaðin fyri at hoyra til ein minniluta, og sum øll hava ein felags ótta fyri at vera noydd til at rýma Klaus Wievel hevur skrivað bókina »Den sidste nadver – en rejse blandt de efterladte kristne i den arabiske verden«, sum kom út á heysti í fjør. Framløgan hjá Wivel tekur støði í hesi bók, sum lýsir støðuna hjá teimum kristnu í arabiska heiminum. – Vit skulu ikki hjálpa teimum kristnu í Miðeystri, tí tey eru kristin, men tí tey eru menniskju, sigur Klaus Wivel. Várið sum hótti Fyri mong kristin hevur tann arabiski upp­reisturin, sum byrjaði á vári í 2011, ein­ans verra um støðuna, og á heysti í fjør rópti Amnesty International varskó og heitti á politisku leiðararnar í øk­ inum um at verja kristnar arabarar, áðrenn hesin minnilutabólkurin heilt er horvin í Miðeystri. Týski kanslarin, Angela Merkel, segði seinast í 2013, at stillis­ligi útraksturin av kristnum arabar­um í Miðeystri er ein tann størsta uttan­ríkis­politiska avbjóðingin í okkara tíð. Í vesturheiminum verða tey flýggj­ andi fólkini sædd sum arabarar og fáa lítla og onga hjálp. Heima í Miðeystri verða tey sædd sum kristin, sum hoyra heima í vesturheiminum. Tey gerast tí offur í einum størri stríði millum vestur­heimin og muslimska heimin. Einum stríði, sum ikki er teirra. Framløgan hjá Klau Wivel verður í Norður­landa­hús­ inum sunnu­ dagin kl. 16.00. Ynski: Betri javnvág og minni grunnskygni Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Harda Hansen / Mynd: Sunnleif A. Andreasen klumman Journalisturin Klaus Wivel hevur seinnu árini ferðast millum tey kristnu í Miðeystri og skjalfest teirra lagnur. Sunnudagin greiðir hann frá, hvussu støðan er hjá teimum kristnu, sum gerast alsamt færri í Miðeystri Hjá Prædikaranum lesa vit, at einki er nýtt undir sólini. Hesi orðini koma mær til hugs, tá eg lesi og hoyri um ungdómar, sum ikki hava tað gott við sær sjálvum. Sum so einki nýtt í tí, soleiðis hevur tað altíð verið. Men umstøðurnar broytast og helst eru tað tær, sum gera, at tey, sum hava tað trupult, verða fleiri og trupulleikarnir álvarsligari. Vit vaksnu eiga at hyggja at okkum sjálvum og hvussu vit bera okkum at. Hálv­ gomul fólk leika í sum ør við venjingum av ymsum slagi. Mugu fáa pulsin upp! Menn­ iskjað er reducerað til ymisk tøl: kilo, feitt­ prosent, treystitøl og helst fleiri onnur, sum eg ikki kenni. Álíkavæl verða vit bara feitari og feitari. Ikki so løgið, tí vit maila upp­ skriftir ímillum okkum sum ongantíð fyrr. Ei undur í, um hetta loypir ekka á tey smáu. Allarflestu gentur og kvinnur dáma væl at pynta seg, og vit vilja, at hár og klæði skulu rigga væl. Soleiðis er tað bara. Og tað er ókey. Hetta hevur lýsingavinnan altíð dugað væl at útnyttað, og tað er upp til okkum at duga at skyna á veruleika og dreymi. Men tað sær út sum nógv av okkum tilkomnu eru farin at jagstra hvørvisjónir, heldur enn at brúka vit og skil. Eitt sindur løgið at hugsa sær barnaminni um foreldur og ommur og abbar, sum pumpaðu jarn, tá tey ikki stóðu í køkinum við einum seks grýtum á kóki og glóðheitum bakarovni – loggað á Facebook, klár at leggja ymsu úrslitini út. Sjónvarpsrásir spræna andskræmiligar reality­sendingar í luftina. Pengagrískir spekulantar misbrúka fyrilitarleyst við­ kvæmar ungdómar í sínum óvandaverki av sjón­varpi. Undirhald sum t.d. sjónvarp er í sjálvum sær sjálvsagt einvegis. Tí er vánaligt sjón­varp verri enn onki sjónvarp. So tað snýr seg um at velja og vraka. Vit eiga sjálv ábyrgdina av okkara hyggjaravanum. Eg kenni foreldur, sum ikki lata børnini hyggja at t.d. tollutum realitysendingum. Og júst tí at sendingarnar – hóast heitið – hava akkurát onki við veruleikan at gera! Onkur skúlaflokkur hevur roynt nakrar dagar uttan fartelefon ella teldu. Aftaná hildu tey flestu, at upplivingin bara var jalig. Tað kundu nógv av okkum vaksnu lært av, tí vit standa onki aftan fyri børn og ung í (mis)brúki av tøkni. Tí hevði verið gott við javnvág millum lívið framman fyri stórum og smáum skíggjum og snildfonum og at vera saman við vinum og familju. Og ikki at gloyma at vísa hógv í jagstranini eftir ymsu ynskitølunum fyri okkara kroppar. Soleiðis kundu vit, um ikki annað, roynt at slóðað fyri minni grunnskygni og vóna at verða frægari fyrimyndir. So segði hann... Kristin flýggja úr Miðeystri – Tað hevur stóran týdning, at fólk við innliti tora at koma fram við tí, tey vita, og tí eiga vit at fáa nakrar yvirskipaðar reglur, ið tryggja rættindini hjá teimum, ið rópa varskó. Tað kann m.a. gerast við at áleggja almennum starvsfólki eina skyldu at siga frá, tá tey fáa kunnleika um okkurt ólógligt Heini í Skorini, ið skrivar skrivar ph.d.-ritgerð um talufrælsi (Starvsblaðið) Simona Weihe – Vit skulu ikki hjálpa teimum kristnu í Miðeystri, tí tey eru kristin, men tí tey eru menniskju, sigur Klaus Wivel mynd: Kristeligt Dagblad