mikudagur 23. apríl 2014síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 46 · 24. apríl 2014
8
VIKUSKIFTI
Øssur
farin
Listamaðurin Øssur Mohr er í hesum døgum staddur í donskum
fongsli, har hann leggur seinastu hond á eitt stórt umbiðið verk
List
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Um eina viku verður eitt nýtt listarverk
avdúkað í Sdr Omme Statsfængsel í
jútlandi í Danmark. Tað er Øssur Mohr
úr Fuglafirði, sum hevur gjørt verkið,
og í hesum døgum er hann staddur í
fongslinum, har hann leggur seinastu
pensilsstrokini á.
– Stjórin í fongslinum var í Føroyum
í fjørsummar, og tá bað hon meg gera
ein málning til mammu sína. Tá ið hon
var komin niður aftur, vendi hon sær
aftur til mín og spurdi, um eg hevði
áhuga í at gera eitt verk til ein nýggjan
skrivstovubygning í fongslinum. Tað
helt eg ljóðaði sera áhugavert, greiðir
Øssur Mohr frá.
Partarnir tosaðu aftur og fram og
samdust um, at Øssur Mohr skuldi
prýða ein stóran vegg í kantinuni í
hesum nýggja fongsulsbygninginum.
Fekk hugskotið beinanvegin
Tá ið Øssur Mohr fyrstu ferð vitjaði í
bygningnum og sá veggin, har hansara
verk skuldi hanga, fekk hann beinan
vegin hugskotið um, hvat hann skuldi
gera.
– Eg slapp sjálvur at gera av, um
eg gjørdi ein stóran málning, ella
brúkti veggjaplássið á annan hátt, og
mítt hugskot var beinanvegin at gera
tríggjar málningar, sigur Øssur Mohr.
Eftir at hava gjørt nakrar skitsur og
víst tær fyri leiðsluni í fongslinum, fór
Øssur í holt við málningarnar.
– Verkið skal ímynda kenslurnar,
sum tey, ið verða sett í fongsul, fara
ígjøgnum. Fyrsti málningurin er
myrkur og dapur og skal ímynda tankar
og kenslur hjá fólki, ið verða sett inn.
Síðani er ein nakað ljósari málningur,
sum gevur ábendingar um, at ljós er
fyri framman. Tann triði málningurin
ímyndar leysgevingina, tá ið fólk fáa
ein nýggjan møguleika og sjálvi kunnu
avgera, hvussu leikur fer frameftir.
Hevur flutt verkini
Øssur Mohr hevur gjørt alt tað innleið
andi arbeiðið við málningunum í sínum
atelieri, men í vikuni vóru málningarnir
fluttir til Sdr Omme Statsfængsel, har
Øssur skal gera teir lidnar.
– Málningarnir eru stórir, og teir
fylla nógv í atelierinum, so tað kann
verða eitt sindur trupult at ganga
burtur frá teimum, og tí havi eg ynskt at
fingið eina viku at arbeiða við teimum
á staðnum, har teir skulu hanga, sigur
Øssur Mohr.
Mikumorgunin var hann fyrstu
ferð í Sdr Omme Fængsel og arbeiddi,
og hann heldur seg vera komnan væl
ávegis.
– Nú havi eg sæð málningarnar á
rætta staði, og tað er ikki tað stóra, eg
skal gera við teir afturat, sigur hann.
Teir tríggir málningarnir eru 3m x
2,5m til støddar, og fríggjadagin í næstu
viku verða teir alment avdúkaðir.
Leiðslan fyri Sdr Omme Statsfængsel
hevur fylgt arbeiðnum hjá Øssuri,
og tey hava tí eina góða hóming av,
hvussu verkini koma at taka seg út.
– Hetta hevur verið ein sera spenn
andi uppgáva, og verkið hevur fylt
nógv í huganum seinastu tíðina. Nú
tað nærkast, at málningarnir skulu av
dúkast, eri eg spentur at síggja endaliga
úrslitið og hoyra, hvat fólk halda, sigur
Øssur Mohr.
í fongsul
Málningarnir verða fluttir úr atelierinum til fongslið