Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-23, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2014síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 46 · 24. apríl 2014 10 VIKUSKIFTI lívinum... Samrøða Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Várið er komið, páskirnar hava júst verið, og skjótt fara smálombini at seta dám á landslagið. Í bókini »Edelweiss og sólarkaffi – eitt sindur av hvørjum úr Sveis og úr Føroyum« skrivar Monika Stauss Joensen soleiðis: »Várið hevur nakað heilt serligt við sær. Tað er, sum um náttúran roynir at fáa gleði, mót og styrki at vakna í okkum. Sól, hiti og litir fylla okkum við nýggjari vón.« Vit spurdu Monicu, um kenslan er tann sama her norðuri í Føroyum, sum hon var har suðuri í Sveis. – Í tí dagliga hugsi eg ikki so nógv um munin millum Sveis og Føroyar, tá ið vit tosa um árstíðirnar. Í sveisisku náttúruni eru skiftini sjónligari saman­ borið við í Føroyum. Trø og blómur eru klár at spretta, og í mai mánaði kann eitt vanligt frukttræ eftir bert einum sólskinsdegi síggja út sum eitt avbera vakurt blómutyssi. Í Føroyum upplivi eg stórsæð mest sum bert tvær árstíðir – ta ljósu og tí myrku, sigur Monica. Páskaharan Monica Stauss Joensen og vit onnur hava júst hildið páskir, og hon ásann­ar, at ein vissur munur er millum páska­ haldið her og í Sveis. – Í Sveis er djórið, sum brúkt verð­ur í sambandi við páskir, ein hara. Páska­ haran kemur við eggum og góðgæti til børnini. Samanborið við Føroyar, har mann fær sjokulátuegg, fær mann sjokulátuharur í Sveis í øllum hugsandi út­gávum og støddum. – Siðvenjan við páskaharuni stavar upp­runaliga úr Týsklandi og er tekin um nakað, sum er fruktagott. Tað er eisini ein onnur meira spennandi frá­greið­ing um, hvaðani páskaharan stavar. Tað er ein søga úr griksku guda­læruni, har ein gudinna gandaði ein fugl til eina haru. Tá ið várið kom, sakn­aði haran so nógv at leggja egg, at gudinnan tók synd í henni og syrgdi fyri, at haran eisini slapp at leggja egg eina ferð um árið. Leita eftir góðgæti Tað er eitt sindur av muni at páskasiðum í Sveis og í Føroyum. – Vanliga fingu Andrea, systur gleði, vón og styrki Várið skapar – Sól, hiti og litir fylla okkum við nýggjari vón, sigur Monica Stauss Joensen í práti um várið og páskasiðir Monika Stauss Joensen er ættað úr Sveis og býr í Leirvík, har hon er gift og eigur 4 børn. Hon starvast dagliga á Føroya Musikkskúla. Í fjør gav hon gjøgnum Bóka­deild Føroya Lærarafelag út bókina »Edelweiss og sólarkaffi – eitt sindur av hvørjum úr Sveis og úr Føroyum«. Í hesi greinarøð taka vit nøkur evni úr bókini, ið vit varpa meira ljós á. Vár og páskir Mynd: privat