mánadagur 28. apríl 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. apríl 2014 · Nr. 47
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Heri Mohr
Kjak síða 9
Natio
nalisma –
eitt virus
Jógvan Jespersen
Kjak síða 9
Milliard
sum bleiv
5 mió kr
– Tað er somuleiðis mín fatan, at
nevndin kann áleggjast at rinda
endurgjald sambært §44, stk. 1 í lóg
ini um vinnurekandi grunnar, um so
er, at grunnurin hevur staðfest tap
orsakað av vánaligu umsitingini av
grunninum.
Soleiðis skrivar Eyðfinnur Jac
obsen, advokatur, í granskingar
frágreiðing um Eik Grunnin, sum
han hevur skrivað fyri Skráseting
Føroya. Ein granskingarfrágreiðing,
sum tó ikki hevur og valla fær tað
stóra virði, tí politiskt ynski er um,
at lok verður lagt á málið. Løgtingið
havnaði ynskinum um eina størri
játtan til Skráseting Føroya til at
gera frágreiðingina lidna. Tí hevur
Eyðfinnur Jacobsen bara granskað
í einum parti av viðurskifunum hjá
grunninum.
Tað eru stór tap, sum óhepna
umsitingin av Eik Banka hevur ført
til. Umframt at partaeigarar mistu
allan partapenignin, so hevur Fin
ansiell Stabilitet rindað milliardir,
so bankin kundi halda fram. Tapið
av partabrøvum í Eik Banka hevur
ført til, at onnur feløg eru farin av
knóranum, og at íleggjarar hava
mist nógvar pengar.
Men politiskt ynski er um, at
hetta skal ongar avleiðingar fáa.
Løgtingið vil ikki kanna til botns,
hvørjar avgerðir elvdu til stóra
missin. Tað skal heldur sópast undir
gólvteppið.
Tá Finansiel Stabilitet kom upp
í leikin, fóru føroyingar – okkum
so líkt – heldur at tosa um býttar
danskarar, enn at taka í egnan barm
og spyrja, hví føroyingar duga so illa
at reka bankar, at vit hava heimsmet
í banka-húsagangum. Tað man valla
verða hent aðrastaðni í heiminum,
at so nógvir og so stórir bankar eru
farnir á húsagang, sum í Føroyum
seinastu 60 árini: Sjóvinnubankin,
Fossbankin, Sjóvinnubankin aðru
ferð, Føroya Banki og Eik Banki.
Niðurstøðan í frágreiðingini er,
at talan er um skilaleysa stýring.
Men spurningurin er eisini, hvussu
nógv skil er í teimum eftirlitsstovn
um, vit hava, tá roknskapurin kann
vera fleiri milliardir skeivur. Og tí
kunnu vit freistast til at spyrja, um
tað er nøkur ávís ætlan við, at húsa
gangurin hjá Eik Banka ikki skal
kannast. Eru tað fólk í umsitingini
og í politisku skipanini, sum ikki
tora at fáa sannleikan fram?
Slíkt er álvarsamt. Tí sjálvandi
skal ein slíkur húsagangur kannast
til botns – serliga átroðkandi er tað,
tá mistanki kann vera um, at tað er
eitt politiskt mál í sjálvur sær at
krógva sannleikan.
best at krógva sannleikan
Beint áðrenn blaðið fór til
prentingar fingu vit boð
um, at landsroyndirnar, sum
byrjaðu í morgun, longu vóru
avlýstar.
Boð eru komin frá Menta
málaráðnum, at royndirnar
eru avlýstar. Orsøkin er, at
servarin krassjaði.
Tað er annars júst hetta,
sum
Føroya
Lærarafelag
hevur
ávarað
ímóti.
Hesaferð skuldu royndirnar
vera talgildar, og tí metti
lærarafelagið, at krøvini fóru
at verða ov stór.
Men
hesum
afturvísti
Mentamálaráðið, og Bjørn
Kalsø, landsstýrismaður.
Yvir
1.400
næmingar
skuldu til landsroynd í dag.
Servarin krassjaði –
landsroyndirnar avlýstar
Stórt hátíðarhald verður, nú
norska grundlógin fyllir 200
ár. Forbundet Kysten hevur
lagt landsstevnuna í Oslo
í ár, og har koma einir 400
siðbundnir bátar og skip frá
allari norsku strondini.
Grundlógarkonvoy siglir
norðanífrá og leggur inn
nógvastaðni, m.a. í Florø 5.
juli.
Felags innsigling verður
til Oslo hósdagin 17. juli, har
stevnan endar sunnudagin
20.
Teinurin úr Føroyum til
Oslo er 670 fjórðingar, og far
ið verður úr Føroyum 12. juli.
Norðurlendska
sam
starvið um strandamentan
verður partur av tiltakinum.
Komandi ár verður stevnan
hildin í Álandi, og vónandi
verður
strandamentanar
stevnan hildin í Føroyum í
2016.
Sluppin Johanna er karm
ur um føroyska mentan í
Oslo í ár. Vit hava árabátar
við og alla útgerð. Ullvørur
og bátasmíð verða sýnd
fram og fyrilestrar hildnir,
eins og føroyskur dansur og
framsýning er um føroyska
mentan.
Áhugafelagið
Føroyskir
Træbátar, ið er undir stovnan,
hevur heimasíðu í gerð, www.
batar.fo
Johanna til Oslo í summar
– Eitt av føroysku høvuðs
nøvnunum á ársins Frigg
Festivali, er føroyska song
drotningin Eivør Pálsdóttir.
Eivør heldur, at Frigg kann
gerast ein spennandi pallur
fyri teir norðatlantisku
bólkarnar, sigur Frigg í tíð
indaskrivi.
Nú eru bert smáar 14
dagar, til Frigg Festivalinum
fer av bakkastokki í Kong
ens Hava. Ein teirra, sum er
ógvuliga spent uppá fest
ivalin, er føroyska song
stjørnan Eivør Pálsdóttir.
– Eg haldi, at Frigg
er eitt spennandi átak,
og kann gerast eitt gott
samlingspunkt fyri tón
leikarar frá Føroyum, Ís
landi og Grønlandi. Her í
Keypmannahavn búgva jú
nógvir íslendingar, føroy
ingar og grønlendingar, og
eg eri vís í, at festivalurin
verður væl vitjaður, sigur
Eivør.
Eivør hevur framført
nógv í kring heimin sein
astu árini, og eingin ivi er
um, at Eivør hevur stóran
fjepparaskara í Føroyum,
Danmark, Íslandi og nógva
aðrastaðni við.
– Eg haldi tað kann hava
stóran týdning fyri ungar,
upcomming bólkar, at teir
fáa ein basa sum Frigg at
miðja ímóti. Hetta kann
gerast ein máti at fáa sín
tónleik út um Føroyar,
heldur Eivør.
Eivør hevur fyri stuttum
vitja í Íslandi, og her vóru
tey mong, ið gleddu seg til
Frigg Festivalin.
– Fleiri søgdu við meg í
Íslandi, at tey ætlaðu sær
á Frigg, og serliga var tað
íslendski bólkurin Kaleo,
sum varð nógv umrøddur
har, greiður Eivør frá.
Fríggjakvøldið 9. mai
klokkan 19.00 fer føroyska
songdrotningin á pall í
Kongens Hava, og hon lovar
eitt brak av einari konsert.
- Eg havi mín dreymabólk
við mær á Frigg, og eg ætli
mær at spæla nógv løg
av fløguni "Room", og so
sjálvandi nøkur eldri løg
eisini, sigur Eivør.
Eivør verður á Frigg
Hava politikarar áhuga í at
dylja sannleikan um Eik?