mánadagur 28. apríl 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
nr. 4
I
28. apríl 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Serblað frá Sosialinum Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Myndir: Álvur Haraldsen snið og umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, sosialurin
Tema hesaferð er Fiskamarknaðurin, sum er
um at fara í søguna. Harvið hvørvur einasta fría
prísásetingin, samstundis sum skip og virki verða
alsmant meira nýtt saman. Eisini viðgera vit
granskingarfrágreiðing um Eik Grunnin, sum vísir,
at roknskapurin hjá Eik Grunninum var blóðskeivur,
eins og vit hitta nakrar føroyskar sniðgevarar.
Vinna hesuferð...
tað hendir...
Ólavur Ellefsen
formaður í
KT-felagnum
KT-felagið hevði aðalfund miku
dagin í farnu viku. Fyri vali stóðu
Kristian Davidsen, Christian
Nagata, Gudny Langgaard og
Ólavur Ellefsen. Øll vórðu aftur
vald. Umframt tey, ið stóðu fyri
vali, varð Kjartan Thomassen eisini
nývaldur í nevndina.
Í nevndini sita sostatt Ólavur
Ellefsen, formaður, Gudny Lang
gaard, Fróði Magnussen, Kristian
Davidsen, Kjartan Thomassen og
Christian Nagata.
KT-felagið hevur í løtuni níggju
limir, og felagið hevur sett sær fyri
at gerast meira virkið komandi ár
og økja um limatalið.
Disney: Emmy
til Baroli
Baroli Music, ið hittaðu í USA við
lagnum Better in Stereo, sum er
temalag til Disney sendingna Liv
& Maddie, hava fingið enn eitt
herðaklapp. Disney hevur boðað
teimum frá, at tey hava sent sangin
hjár Baroli til Emmy heiðurslønina
fyri Outstanding Theme Song.
Emmy-heiðurslønirnar eru eitt
slag av Oscars fyri sjónvarpssend
ingar. Hetta er ikki ein endalig
Emmy nominering, tí Emmy
dómsnevndin skal velja millum
tey innstendu. Men hetta vísir,
at Disney trýr upp á sangin, og
er hetta eitt stórt herðaklapp til
føroysku Bárð Háberg og Óla
Jógvansson, Baroli Music.
Facebook í arbeiðstíðini
krevur eina støðu
Facebook, Twitter og LinkedIn eru á telduskíggjunum hjá starvsfólkunum
í sjey av tíggju donskum fyritøkum. Men so hvørt fleiri og fleiri fyritøkur
loyva vitjanir á sosialu miðlunum í arbeiðstíðini, veksir eisini talið av
fyritøkum, sum hava gjørt leiðreglur fyri, hvussu sosialu miðlarnir skulu
verða nýttir. Hetta vísir nýggj kanning frá Lederne, skrivar Vinnuhúsið
ambært kanningini verða
vitjanir á sosialu miðlunum í
arbeiðstíðini góðtiknar av 68
prosentum av fyritøkunum.
Hetta er munandi hækkað í
bert fýra ár. Í 2010 var tað bara
í lagi á 48 prosentum av fyri
tøkunum.
Talið av fyritøkum, sum
hava orðað etiskar leiðreglur
fyri, hvussu starvsfólk kunnu nýta sosialu
miðlarnar, er sama tíðarskeið meira enn
tvífaldað – úr 18 prosentum av fyritøkunum í
2010 til 41 prosent í 2014.
Helle Bruun Madsen, sum er leiðsluráðgevi
hjá Lederne, heldur, at talan er um eina
sjálvsagda gongd.
– Tølini strika undir, at fyritøkurnar av
álvara hava tikið sosialu miðlarnar til sín.
Fyrr vórðu sosialir miðlar – serliga Facebook
– kallað tíðartjóvur og nakað, sum hótti
KT-trygdina hjá fyritøkunum. Soleiðis er tað
tíbetur ikki longur. Tað er ógvuliga logiskt,
at tað samstundis er ein hækking í talinum
á fyritøkum, sum gera etiskar leiðreglur fyri
starvsfólkanýtsluna av hesum nýggju miðlum.
Hetta vísir, at fyritøkurnar taka støðu, og at
tær átaka sær leiðsluábyrgdina, sigur Helle
Bruun Madsen.
Hon leggur dent á, at niðurskrivaðar reglur
ikki altíð eru neyðugar.
– Tað týdningarmesta er, at leiðararnir í
fyritøkunum seta seg inn í og hava eina støðu
til teir møguleikar og vandar, sum standast
av at ferðast á sosialu miðlunum. Ofta klára
starvsfólkini sjálv at stýra frælsinum á ein
skilagóðan og ábyrgdarfullan hátt – uttan at
tíðarnýtslan vindur upp á seg og uttan at upp
føra seg ábyrgdarleyst í cyberspace.
– Leiðreglur koma ofta aftan á eina ella
fleiri ítøkiligar hendingar, har eitt ella fleiri
starvsfólk eru farin ov langt. Eg mæli til, at
fyritøkur taka støðu, áðrenn hetta hendir, tí
so slepst sum oftast heilt undan reglum, sigur
Helle Bruun Madsen.
Kanningin er gjørd saman við greiningar
fyritøkuni YouGov og er grundað á svar frá
1.594 leiðarum.
S