mánadagur 28. apríl 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
nr. 4
I
28. apríl 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Súni ásannar, at hann helst onkuntíð er
minni við enn so nógvir aðrir menn, og at
eitt og annað fer aftur við borðinum av somu
orsøk. Men hann hevur altíð arbeitt tað sum
krevst og hann kennir tað heldur ikki strævið
at vera í gongd.
– Far tó ikki skeivur av mær, tí eg kann
saktans eisini hava frí, og eg dugi væl at
slappa av. Nú eru børnini eisini vaksin, so
tað broytir tingini kanska eitt sindur. Men
mín frítíð snýr seg samstundis nógv um at
vera heima við familjuni, og eg havi ikki so
stóran tørv á at skula fara út, tá eg havi frí, tí
eg í tí dagliga síggi nógv fólk. Og eisini fari
eg í Yndi av og á, so kroppurin fær eitt sindur
av venjing, og har møtir tú eisini fólki, so tí
fellur tað mær lætt at vera heima, tá eg havi
frí, sigur hann.
– Og hóast eg ikki fyrr var tann stóri lesi
hesturin, so lesi eg nógv, tá eg havi møgu
leika fyri tí. Men har má eg so viðganga, at
nógv tað mesta av tí, sum eg lesi, er fakligur
lesnaður. Tað kemst nokk av, at eg eri so
býttisliga innrættaður, at eg tími bara at lesa
tað, sum eg kann brúka til nakað..
Bjartari næsta ár
Tá vit tosa um og við mannin, sum situr
við evstu leiðsluábyrgd í Eik Banka og TF
Holding, skerst ikki burtur, at talan er um
stór virði, Súni Schwartz Jacobsen hevur
um hendi, og tí er eisini rættiliga náttúrligt
at spyrja hann, hvussu hann sær fyri sær, at
gongdin í føroyska samfelagnum er og verður.
– Vit hava síðstu tvey ella trý árini sæð eitt
rímiliga varisligt virksemi, men fordeilingin
er øgiliga skeiv, og í høvuðsvinnuni, sum
sjálvandi er fiskivinnan, hevur tað gingið
væl hjá summum og illa hjá summum, og
vit síggja, at meðan eitt bein hevur tað gott,
hevur eitt annað tað verri. Í miðal má sigast,
at tað hevur gingist hampuliga væl, men tað
hevur bara ikki gingið væl allastaðni, sigur
hann.
– Hinvegin síggja vit, at Eitt nú byggi
vinnan, sum hevur havt tað tungt, kanska er
við at fóta sær aftur, tí so nógv og vaksandi
byggivirksemi er, samstundis sum stórar
íløgur verða gjørdar hjá bæði tí almenna og
tí privata, og innflutningurin stendur eisini í
vøkstri, tí nøkur ting eru í gongd. Bankarnir
hava tó eisini sæð eina ávísa stagnasjón í
útláni, tí fólk ikki hava vilja brúkt pengar,
men heldur hava viljað konsoliderað seg. Nú
veksur tað tó eitt sindur, so eisini har sær tað
út til at venda rætta vegin aftur.
Súni Schwartz Jacobsen vísir á, at tá talan
er um útflutningin, so er alingin ein sólskins
søga, tí tað har hevur gingist so væl, men
samstundis saknar hann ein vøkstur í fiska
framleiðsluni á landi annars, tí har sæst ikki
so nógv til nakran vøkstur.
– Støddin á framleiðsluni í høvuðsvinnuni
er ikki tað, sum hon hevur verið, men tað er
ikki har, eg síggi tann størsta vansan. Hann
haldi eg heldur vera, at tað almenna hevur
hall á fíggjarlógini, og hóast pensjónirnar nú
verða forskattaðar, er framvegis hall, og tí er
eisini vandi fyri, at almenna skuldin kann fara
at vaksa ov nógv, sigur hann.
– Vansin tá er, at verður okkurt gjørt,
kann tað henda ov ógvusligt. Tað er fínt, at
stig verða tikin, tá búskapurin er til tað og
tolir tað, men er hann ikki nóg sterkur, so er
tað ikki so gott. Nógv ting peika tann rætta
vegin, og hóast nøkur tíverri peika skeiva
vegin, so sær tað sum heild ikki so galið út.
Og skipanin er altíð merkt av einum ávísum
trekleika, so tingini ikki altíð henda beinan
vegin, og tí vil eg skjóta uppá, at vit kanska
ikki síggja tær stóru broytingarnar í ár, men
at tað fer at síggja eitt sindur bjartari út aftur
í næsta ár.
Alt hetta er sjálvandi við til at ávirka ger
andisdagin hjá trífalda forstjóranum, sum
ikki sjálvur er harri yvir, hvussu yvirskipaða
samfelagsmyndin sær út, men kanska er
ein av teimum, ið merkir tað mest, tá stóru
broytingarnar henda.
– Fyri TF-samtakið hevur tað týdning, at
tað er robust og stabilt, tí tað skal ikki vera ivi
um okkara fíggjarligu styrki og okkara fíggjar
ligu førleikar, sigur Súni Schwartz Jacobsen,
ið enn einaferð vísir á, at mið og mál hjá Eik
Banka og Tryggingarfelagnum gjarna síggja
øðrvísi út, tí bankavirksemi og trygging jú eru
hvør sítt.
– Bankin hevur lagt seg eftir ikki at dríva
ein eftirspurning, tí tað er umráðandi fyri
okkum, at vit ikki økja útlánini, uttan at ein
orsøk er til tað. Vit vilja sjálvandi gjarna vera
við, har sum tað hendir, og vit eru eisini í
eini kapping á føroyska fíggjarmarknaðinum,
ið kanska ikki er so sjónsk uttan fyri okkara
veggir, men sum vit í bankaverðini veruliga
merkja væl. Føroyski fíggjarmarknaður er sera
livandi og kappingin sera hørð.
Blá
bók
Súni Schwartz Jacobsen er 50 ára gamal, føddur í Klaksvík, har hann búði síni
fyrstu 11 ár, uppvaksin í Norðagøtu og hevur annars búð fleiri ár í Danmark, og
nú býr hann á Argjum saman við konu síni, Anitu (fødd Solmunde) úr Søldarfirði,
og eiga tey børnini John Schwartz, 27 ár, Jan Schwartz, 23 ár, og Joan, 13 ár. Súni
er útbúgvin statsgóðkendur grannskoðari og hevur eisini MBA-prógv í vinnu
og umsiting. Frá 1990 til 1996 starvaðist hann sum grannskoðari hjá KPMG
Danmark í Aalborg, frá 1996 til 2006 var hann grannskoðari og medeigari í
KMPG Pauli Ellefsen (seinni SPEKT), frá 2006 til 2011 var hann stjóri í Føroya
Banka (seinni BankNordik), og frá 2011 hevur hann verið forstjóri í Eik Banka og
frá 2013 eisini forstjóri í TF Holding, umframt Ognarfelag Tryggingartakaranna.
Haraftrat røkir Súni eisini álitisstørv sum nevndarlimur í ymsum feløgum,
og í fleiri av hesum nevndum er hann formaður ella næstformaður.
Fakta
Profilurin: Súni Schwartz Jacobsen