Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-28, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. apríl 2014síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 nr. 4 I 28. apríl 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum að eru nú eini tvey-trý ár síðani, at Hiddenfjord byrjaði at um­ hugsa, at hava fiskin í lonri tíð á landi, og tilsvarandi styttri tíð á sjónum. – Vit hava umhugsa tað lingi, og fyrstu royndirnar hava verið so góðar sum vónað, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord. Teir byrjaðu í mars í 2012 við fyrstu royndini. – Tað var í mars tað árið at vit settu út í Miðvági, og tá vóru størstu smoltini 370 gramm, og í desember sama árið vóru størstu smoltini 540 gramm, sigur Atli Gregersen. Hesar royndirnar vóru sum nevntfult á hædd við tað, sum vónast kundi. – Vit eru nú komin hartil, at tá vit fara at seta út í Vestmanna í mars 2015, verður meðalstøddin 500 gramm. Tað merkir, at smoltini fara at viga millum 300 og 800 gramm, sigur Atli Gregersen. Hann sigur, at útsetan í januar komandi ár verða størstu smoltini 750 gramm. – Starturin hevur riggað væl, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu tað fer at hildnast, tá avtornar, sigur Atli Gregersen. Byrjanin hevur kortini givið Hiddenfjord blóð á tonnina á slíkan hátt, at felagið er farið undir at byggja eina um 3.000 fermetrar stóra høll, har 10 tangar á góðar 450 kubikkmetrar av vatni skulu setast upp, ella tilsamans 4.700 kubikketrar. Hækka ikki talið Hiddenfjord ætlar ikki at hækka talið av smolti í samband við útbyggingina. – Vit hava gjørt útbyggingar í 2012 og 2013, men hava nú gjørt av at taka stóra stigið og byggja eina heilt nýggja høll, so vit kunnu hava smoltið á landi í longri tíð. Tað merkir eisini, at tað verður í feskum vatni í longri tíð, sigur Atli Gregersen. Grundtankin við at hava smoltið á landi í longri tíð er, at tað skal verða styttri tíð á sjónum. – Tað hevur eisini umhvørvisligar betringar við sær. Tað merkir nevniliga, at vit ikki skulu nýta so nógv evni móti lús í ring­ unum. Økini skulu liggja brakk í eina tíð, eftir at fiskur hevur verið har, og tí eru økini lúsfrí, tá smolt aftur verður sett út, og heldur seg lús­frítt í eina tíð, sigur Atli Gregersen. Tað merkir, at tíðin, ið avlúsað verður, er munandi styttri, og tað verjir økið fyri rús­ evnum sum verða nýtt til avlúsingar. – Jú meira rúsevni verður nýtt til avlúsing, jú størri er vandin fyri, at lúsin verður mót­ støðufør. Við tað, at laksurin ver styttri tíð á sjónum minkar tann vandin munandi, sigur Atli Gregersen. Eitt annað positivt er, at tá tú styttir tíðina á sjónum, styttir tú eisini tíðarskeiðið millum útsetingarnar. – Tað merkir, at tú kanst seta týttari út, og harvið økja um framleiðsluna, sigur AtliGregersen. Deyðiligheitin minkar Alifelagið Gulin gjørdi líknandi royndir fyri einum 10 árum síðani við einari sonevndari millumstøð úti í Nólsoy. Eitt av úrslitunum frá teirra royndum var, at deyðiligheitin, tá smoltini vórðu sett á sjógv, minkaði munandi. – Vit síggja ikki upp á tað sum eitt millum­lið, men heldur ein styttan av tíðini, laksurin er á sjónum. Men tað er púra rætt, at deyðilig­hitin er minkað niður í næstan null, og tað er í hvussu er ein positiv avleiðing, sigur Atli Gregersen. Í heila tikið eru royndirnar at leingja um tíðina, smoltið er á landi, og harvið stytta um tíðina, tað er á sjónum ein positiv tilgongd. – Tað er bara eitt negativt í hesum øllum, og tað er stóra íløgan, sum verður gjørd. Og tað er har, ið vandin liggur. Men við øktari fram­leiðslu av týttari útseting, og einari deyðilig­heit á næstan null, vóna vit, at íløgan lønar seg, sigur Atli Gregersen. Grivið er nú oman av fyri smolthøllini, og ætlanin er at arbeiða skjótt. – Vit miða imóti at lata smolt í høllina um miðan november, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord. Hiddenfjord hevur í longri tíð umhugsað, at havt smoltið á landi, og fyrstu royndirnar hava verið so góðar sum vónað Leo Poulsen T Fiskurin verður styttri tíð á sjónum