mánadagur 28. apríl 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
nr. 4
I
28. apríl 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
tørsta kostnaðarhækkingin pr.
litur mjólk, er kostnaðurin á
keyptum fóðri.
Bøndur keypa vanliga
A-blanding, ískoytisfóður og
nakað av stráfóðri. Sum tølini
vísa, hava hesir 10 bøndur
keypt munandi meira stráfóður
seinastu árini, enn teir hava
gjørt áður.
Nøgdin og kostnaðurin á keyptum fóðri
hjá teimum 10 mjólkarbøndrunum hevur
verið sum víst á talvuni.
Sum talvan vísir, er nøgdin á keyptum
kraftfóðri rættiliga støðug millum 1.820 og
2.020 tons um árið, meðan nøgdin á keyptum
stráfóðri nærum er trífaldað frá 2009 til 2012,
nevniliga úr 263 tonsum upp í 666 tons.
Í sambandi við stráfóðurstuðulin máta
starvsfólk á Búnaðarstovuni nøgdirnar hjá
hvørjum einstøkum bónda. Í hesum sambandi
er ikki kannað nærri, hvussu nógv tað kostar
einstaka bóndanum at fáa hesar nøgdir til
vega.
Tað er einki at ivast í, at um haldgott
grundarlag skal vera fyri at gera neyvar
fóðurkostnaðarætlanir,skal ikki bara nøgdin
á fóðrinum gerast upp, meneisini dygdin í
fóðrinum, ið neytini skulu eta, og samanhalda
kostnaðin og dygdina við innflutta stráfóðri.
Út frá hesum tølum yvir keypt fóður, er
lætt at fáa meðaltølini hjá hesum 10 mjólkar
bøndum.
Út frá hesum tølum ber til at rokna,
hvussu nógv keypt fóður neytini hjá hesum 10
mjólkarbøndrum hava brúkt til hvønn litur av
mjólk. Her skal tó havast í huga, at tað er ikki
skrásett, hvussu nógv ungneytini hava etið.
Men út frá tí sjónarmiði, at neyðugt er við
ungneytum, fyri at kunna seta við, og fram
haldandi verða verandi í vinnuni, kann tað
fóðrið, iðungneytini eta, takast við sum neyð
ugt fóður fyri mjólkina.
Mjólkarprísurin í stað
Meðan hagtølini vísa, at rakstrarkostnaðurin
fyri hvønn litur mjólk veksur, vísa somu
hagtøl, at vinningurin hjá bøndrunum fyri
hvønn litur av mjók minkar.
Verður hugt at tølunum frá 1986 til 1990
sæst, av avlopið fyri hvønn litur av mjólk er
rímiliga støðugt, millum 4,28 krónur upp til
4,99 krónur.
Verður so lopið fram til 2009 sæst, at tá er
úrslitið fyri hvønn litur av mjólk komið niður
á 2,71 krónur og tað dettur niður á 1,84 krónur
í 2011, áðrenn tað ger eitt kvink upp eftir í
2012 til 2,03 krónur.
Tað skal tó sigast, at tá eru tølini roknað
um til dagsprís eftir brúkaraprístalinum, sum
Hagstovan hevur á heimasíðu síni.
Samlaði stuðulin var hægstur í árunum
1988 – 1990 tá hann var 1,98 kr./l. Síðani tá er
stuðulin støðugt lækkaður, og var í 2013 0,77
kr./l. Tann samlaði avrokningarprísurin var
6,28 kr./l. í 1990. Hann fall síðani, og kom 13
ár seinri upp á aftur, og var tá kr. 6,32 kr./l.
Tað sæst týðiliga, at fjarleikin millum
kurvarnar er javnt minkandi, tað merkir, at
samlaði stuðulin er minkaður hesi árini
(Sí myndina).
Men tað er einki at ivast í, at tað lønar
seg verri og verri at vera mjólkarbóndi í
Føroyum.
Í greiningini, sum Januar hevur gjørt av
10 bøndum árini 2009 til 2012 sæst, at
stráfóðurnýtslan er munandi økt, meðan
mjólkaprísurin hevur staðið í stað
Leo Poulsen
S
Stráfóðurnýtslan økt ógvusliga