Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. apríl 2014 · Nr. 48 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Helle Thorning Schmidt Tíðargrein síða 19 Javn­ bjóð­is samstarv herálvur Jacobsen Tíðindi síða 4 Hetta er at gráta yvir Tað var einki minni enn ein kat­a­ strofa, at Mentamálaráðið mán­a­ mor­g­unin avlýsti landsroyndirnar hjá teim­um 1.400 næmingunum, sum ganga í fjórða og sætta flokki kring landið. Tað var ikki virðiligt, at næm­ingar – sum fleiri av teimum fyri fyrstu ferð skuldu til nakað, ið lík­ist eini próvtøku, soleiðis skuldu hald­ast fyri gjøldur. Tað er ikki tí, at tey í Ment­a­mála­ ráð­num ikki vóru ávarað framm­ an­und­an, tí tað vóru tey. Ella sum Elsa Bir­gitta Petersen, skúlastjóri í Hvalbiar skúla, sig­ur við blaðið í dag: – Eg dugi ikki at skilja, at allar landsroyndirnar skuldu fara fram í tal­gild­um formi. Tí tá skipanin bleiv roynd­ar­koyrd fleiri ferðir áðu­r, rigg­aði hon ongantíð soleiðis, sum hon átti. Lærarafelagið vísti á, at man átti at bíða við at hava all­ar lands­royn­di­rnar í talgildum formi, men tað bleiv ikki lurtað eftir, og tí haldi eg, at fleiri lærarar nú onk­ urs­vegna hava hug at flenna eftir Ment­a­málaráðnum, sigur Elsa Bir­ gitta Petersen, sum er skúlastjóri í Hval­biar Skúla. Tað er ikki gott, at næmingar og lær­arar soleiðis verða hildin fyri gjøld­ur, og tað er als ikki gott, at fleiri lærarar hava huga at flenna eft­ir Mentamálaráðnum. Her áttu ábyrgdarpersónar at hava stungið fingurin í jørðina og steðga, meðan tíð var. Tað var ikki neyð­ugt at útseta næmingarnar fyri slíkum ábyrgdarloysi úr hægsta skúl­a­stað í landinum. Tað er einki at ivast í, at tað er gott við talgildum próvtøkutilfari. Tað lætt­ir nógv um í skúlaskipanini – og tað lættir eisini um hjá næm­ ing­um at kunna síggja úrslitið bein­an­vegin. Men her átti Ment­ a­mál­a­ráðið ikki at verið so fegin um tøkn­ina, at tey lótu hana taka yv­ir­hond. Tað var tað sum hendi, tá skipanin ikki megnaði at taka í­móti øllum teimum 350 eldhugaðu næm­ing­unum, sum høvdu sett set til rætt­is við telduna hendan morg­ un­in. Sambært formanninum í Føroya Lærarafelag, so hava tey mist álit á Mentamálaráðið, eins og trúvirði hjá hesum hægsta skúlamyndugleika er farið. Men trúvirði og álit kann endurbyggjast, og tað ger Mentamálaráðið best við at fáa skil á hesum landsroyndunum, soleiðis at øll tey 1.400 spentu børnini fáa avgreitt sínar landsroyndir í øllum góðum, talgilt ella ikki talgilt, so tey ikki dumpa – eins og Mentamálaráðið gjørdi... Tá skúlaleiðslan dumpar Mikil orðadráttur hevur stað­ ist mill­um Jon Hest­oy, stjóra á Føroy­aprenti, og Jon­hard Mikk­elsen, stjóra á bók­a­for­ lag­num Spro­ta­num. Orsøkin til stríðið er, at bók­in hjá Tjóðveldinum um loys­ing­a­r­pol­itikkin – serliga um v­irki Erlends Patursson – sum flokk­ur­in hevur fíggjað við peng­um frá danska Fólka­ ting­i­num, og sum Sprotin gev­ur út. Jon Hestoy hevur sam­ bært stjóranum á Sprot­a­num ver­ið ov skjótur við av­trekkj­ ar­unum, tá hann brikslar Tjóð­veldi, at tey ikki so frægt sum hava biðið um tilboð hjá Før­oy­a­prent. Tí tað hava tey, sam­bært sprotastjóranum. Men tilboðið frá Føroy­a­ prenti ­var ov dýrt fyri tjóð­ veld­is­søg­una. Og Jon­hard Mikk­el­sen letur týð­u­liga koma til sjóndar, at markn­ að­ar­kreft­irnar ráða, eis­ini tá tjóð­veldissøgan verð­ur prent­að. Men alla respekt fyri Sprot­a­num og stóra ar­beið­i­ num, sum tey gera. Men tað sampakkar sera illa við politikkin og virk­ ið hjá Tjóð­veld­inum­, at tess søga verð­ur prent­að utt­an­ lands. Og enn minni sam­ pakk­ar tað við virki Er­lends Pat­urs­son­. Um so er, at mark­n­að­ar­ kreftirnar skulu ráða í øllum hjá Tjóð­veldinum, hví leggur flokk­urin so stóran dent á, at onn­ur skulu brúka føroyska fram­leiðslu? Hvussu nógv hev­ur Høgni Hoydal ikki sagt um bankarnar, sum fluttu sínar KT tænastur utt­ an­l­ands, ella um gerð av und­ ir­sjóv­ar­tunlum ella Markna­ gils­depil? – Rætt ella ikki rætt, at vit ikki eru kapp­ing­ar­før á prent­øk­i­num. Men tjóð­veld­ is­fólkini hava í øllum førum boy­koyttað Føroyar, tí vit duga ikki nóg væl! Føroyingar megna ikki at prenta tjóðveldissøgu Men tað nýtast reiðaríini ikki. Soleiðis skriv­ar Jó­ann­es Jac­ob­ sen á Facebook »Fyri­mun­ur­in við at fáa sítt fram­leiðsl­utilfar ­ókeypis frá poli­tisku skipanini: P/F SMS seldi í 2011 fyri 336,3 milliónir krónur. Av tí at SMS má rinda markn­að­ ar­prís fyri sítt fram­leiðsl­u­ til­far (vør­ur­nar, sum verð­a seldar víðari til kund­ar­nar), so var fram­leiðsl­u­kostn­að­ ur­in ­í sambandi við søl­una 277,7 milliónir - t. e. 82,6% av søluvirðinum. Brutt­o­vinn­ ing­urin ­var tí 58,6 milliónir krón­ur. Eftir avskrivingar vóru 49,5 mill­iónir eftir, harav tey 260 starvs­fólkini fingu 43,1 milli­ón (166 túsund krón­ur í part í miðal), meðan eig­ ar­ar­nir av SMS fingu eitt árs­úrs­lit upp á 6,4 milliónir krón­ur. Uppisjóvarskipið Finn­ur Fríði hjá Varðanum seldi í 2011 fyri 151,5 mill­i­ón­ir krón­ ur - altso 45 % av um­setn­ ing­i­num ­hjá SMS. Men av tí at Finnur Fríði ikki rindar fyri sítt framleiðslutilfar (fisk­in í sjónum), so var fram­leiðslu­kostn­að­ur­in í sam­bandi við søl­una 31,1 millión krónur - 20,5% av søluvirðinum. Brutto­vinn­ ing­urin var tí 120,4 mill­ iónir krónur - altso 205% av brutto­vinn­ing­inum hjá SMS. Eftir avskrivingar vóru 107,9 mill­i­ónir eftir, harav tey 26 starvs­fólkini fingu 46,5 mill­iónir (1 millión og 789 túsund krónur í part í mið­al), meðan eigararnir av Finni Fríða fingu eitt árs­ úrs­lit upp á 61,4 milliónir krón­ur. Jú sanniliga loysir tað seg at duga telefon­numm­ arið hjá fisk­i­mál­a­ráð­harra­ num.« SMS má rinda marknaðarprís... Spell at tað skuldi ganga út yvir skúlanæmingarnar Lisið á