týsdagur 29. apríl 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. apríl 2014 · Nr. 48
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Rannvá G. Fossaberg
– Eg dugi ikki at skilja, at allar
landsroyndirnar skuldu fara
fram í talgildum formi, tí tá
skipanin bleiv royndarkoyrd
fleiri ferðir áður, riggaði hon
ongantíð soleiðis, sum hon
átti. Lærarafelagið vísti á,
at mann átti at bíða við at
hava allar landsroyndirnar
í talgildum formi, men tað
bleiv ikki lurtað eftir, og
tí haldi eg, at fleiri lærarar
nú onkursvegna hava hug
at flenna eftir Mentamála
ráðnum, sigur Elsa Birgitta
Petersen, sum er skúlastjóri
í Hvalbiar Skúla.
Enn hava skúlarnir ikki
fingið at vita, hvussu lands
royndirnar nú skulu fara
fram, men tað er greitt, at
tær skulu gerast.
– Eg kundi hugsað mær, at
mann til dømis gjørdi nøkur
fak í senn og ikki alt upp á
ein gang. Tað vil siga, at vit
til dømis bara tóku føroyskt
í talgildum formi, og so bleiv
hitt gjørt við pappíri og
blýanti, sigur Elsa Birgitta
Petersen, sum tó hevur
hugsað um eina loysn upp á
trupulleikan.
– Loysnin beint nú, eftir
at skipanin krassjaði, kundi
verið, at allir skúlarnir fingu
eina fløgu ella geyma send
andi, har uppgávurnar vóru
á. So kundu næmingarnir
fingið uppgávurnar á sína
teldu og og á tann hátt loyst
tær talgilt, sigur Elsa Birgitta
Petersen
Brúkið blýant
og pappír
Varaskúlastjórin í Skúlanum
á
Ziskatrøð
í
Klaksvík,
Vivian Gudjonsson, heldur,
at landsroyndirnar eiga ikki
at verða avlýstar í ár, men
næmingarnir skulu eins og
undanfarin ár framhaldandi
brúka pappír og blýant, tá
tey fara til roynd.
– Landsroyndirnar skulu
jú gjøgnumførast, tí tað er
lógarfest, og tá haldi eg, at
einasta loysn er at næm
ingarnir sita við pappíri og
blýanti. Tað nyttar ikki at
brúka talgildu skipanina, tí
hon hevur ongantíð riggað
optimalt,
sigur
Vivian
Gudjonsson.
Hon dugir ikki at síggja,
at tað á nakran hátt skal
vera eitt afturstig, um lands
royndirnar verða gjørdar í
pappírformi.
– Innihaldið er tað sama,
líka mikið um vit brúka
pappír ella teldu, so at siga,
at hetta er eitt afturstig, tað
haldi eg ikki ber til, sigur
Vivian Gudjonsson, sum tó
leggur afturat.
– Tað er innihaldið, ið vit
kanna, og tí haldi eg ikki, at
formurin er tað týdningar
miklasta. Ikki tí, er skipanin
nóg góð og riggar, sum hon
skal, so er sjálvandi í lagi
at brúka teldu til lands
royndirnar. Og kanska er
tað eisini meira spennandi
fyri næmingarnar at gera
landsroyndirnar talgilt enn
við pappíri og blýanti, sigur
Vivian Gudjonsson.
rannva@sosialurin
– Einasti realistiski møguleiki
við landsroyndinum nú er,
at tær verða í pappírsformi,
og tað er eitt stórt afturstig
í hesum talgildu tíðunum.
Soleiðis sigur formaðurin
í
Føroya
Lærarafelag,
Herálvur
Jacobsen,
eftir
at
landsroyndirnar,
sum
skuldu vera farna mánadag,
blivu avlýstar orsakað av
tøkniligum trupulleikum.
Formaðurin
í
Føroya
Lærarafelag er alt annað
enn nøgdur, eftir at árligu
landsroyndinar,
sum
skuldu
vera
mánadagin,
blivu avlýstar. Orsøkin var
tekniskir trupulleikar við
servaranum, sum krassjaði
mánamorgunin, tá umleið
1400 næmingar í 4. og 6.
flokku skuldu til landsroynd.
– At landsroyndirnar, sum
skuldu vera í gjár, endaðu
soleiðis, er til at gráta yvir,
og eg haldi meg kunn a siga,
at allir skúlar eru troyttir av
hesi miseydnaðu digitaliser
ingini av landsroyndini, sigur
Herálvur Jacobsen.
Fyri fyrstu ferð skuldu
landsroyndirnar
hesaferð
fara fram talgilt, men av tí
at
royndarkanningarnar
við skipanini allar miseydn
aðust, heitti Lærarafelagið
á myndugleikarnar um at
útseta landsroyndirnar. Tað
ynskið bleiv ikki gingið á
møti, og tað harmast for
maðurin í Lærarafelagnum
almikið um.
Í løtuni er hann ikki greið
ir yvir, hvat nú fer at henda
við landsroyndini, sum ann
ars er lógarásett at skula fara
fram hjá øllum 4. og 6. flokk
um kring landið.
– Tað einasta, vit vita frá
Mentamálaráðnum í løtuni,
er, at landsroyndirnar verða,
men akkurát hvussu tær
skulu fara fram, hava vit ikki
fingið nøkur boð um, sigur
Herálvur
Jacobsen,
sum
heldur, at tað bert er ein
møguleiki, um royndin skal
fara fram.
– Eg gangi bara út frá,
at landsroyndin má verða
í pappírsformi, tí í mínum
hugaheimi er tað tann ein
asta loysnin, sigur Herálvur
Jacobsen og leggur afturat:
– At hava landsroyndirnar
í pappírsformi er at bakka
aftur, men eg dugi ikki at
síggja
aðrar
realistiskar
møguleikar,
staðfestir
Herálvur Jacobsen
rannva@sosialurin.fo
Hetta er til at gráta yvir
Lærarar ilskast um
landsroyndirnar
Tað kemur ikki óvart á lærarar, at landsroyndirnar, sum skuldu byrja mánadagin, blivu
avlýstar orsakað av tøkniligum trupulleikum. – Vit vistu, at tað fór at ganga galið, tí allar
royndarkanningar við skipanini riggaðu ikki, og tí er hetta keðiligt og irriterandi bæði
fyri lærarar og næmingar, sigur Elsa Birgitta Petersen, stjóri í Hvalbiar skúla
– Líka mikið um lands
royndirnar
verða
tal
gildar, so skulu næm
ingarnir
eisini
hava
pappír og blýant, soleiðis
at teir eru fyrireikaðir, um
so er, at skipanin svíkur.
Tað sigur aðalstjórin í
mentamálaráðnum, Poul
Geert Hansen
– Trupulleikin mána
dagin var óvæntaður, tí
skipanin riggaði annars
soleiðis, sum hon skuldi.
Beint nú kann vit, hvat
vit kunnu gera við trupul
leikan, og vónandi vita vit
meir seinni í vikuni.
Soleiðis
sigur
Poul
Geert Hansen, aðalstjóri
í Mentamálráðnum, eftir
at landsroyndirnar blivu
avlýstar
mánadagin.
Orsøkin, til at lands
royndirnar ikki kundu
fara fram mánadagin sum
ætlað, var, at onkur feilur
var yviri í Kanada, har
servarin er, men kontakt
persónurin, hjá Menta
málaráðnum í Kanada,
var ikki til at fáa fatur á.
Hóast tað enn ikki er
greitt, júst hvussu lands
royndirnar
skulu
fara
fram, so slær Poul Geert
Hansen fast, at lands
royndirnar verða.
– Landsroyndirnar eru
ásetta við lóg, og tískil
verða tær, men eg dugi
bara ikki í løtuni at siga,
nær tær verða, sigur Poul
Geert Hansen.
Hann sigur, at næstu
ferð,
landsroyndirnar
verða, fara tey at taka
øll fyrivarni, og tískil
skulu næmingarnir hava
pappír og blýant við sær
til royndirnar.
– Enn dugi eg ikki at
siga, um landsroyndirnar
verða talgildar, men líka
mikið hvat, so skal pappír
og blýantur verða tøkt hjá
næmingunum, sigur Poul
Geert Hansen.
rannva@sosialurin.fo
Pappírið
skal brúkast