Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. apríl 2014 · Nr. 48 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Stórsligna útbygg­ing­ar­ ætlan­in hjá Krígssavninum í Vág­um rendi seg fasta, sama dag sum hon varð løgd fram fyri almenningin. - Í síðsta enda kann vera neyðugt at steðga ætlan­ini, stað­festi Andras Morten­sen, stjóri á Søvnum Land­sins, í sam­røðu við Rás2 mána­ kvøld­ið. Orsøkin er at finna í grein-1 í løgtingslóg nr. 19 frá 1948, eisini nevnd friðingarlógin. 1. mai í 2009 boðaði táverandi lands­stýris­ kvinna í mentamálum frá, at øll krígsminni frá sein­na heimsbardaga eru ”frið­að jarðfest fornminni.” Frá­ boða­n­in frá Helenu Dam á Neysta­bø kom dagin fyri at Krígs­savnið lat upp fyri al­ menn­ingi­num, 2. mai í 2009. Krígssavnið hevur ongan­tíð góðtikið hesi boð frá lands­stýriskvinnuni. Nevnd­in fyri savnið vísir á, at nýggja og víðkaða defini­ tión­in av grein-1 í frið­ing­ar­ lógini er bara fráboðað í ein­ um tíð­inda­skrivi. Keypið Í september 2011 gjørdu Lands­verk, Sørvágs Kom­mu­ na og Krígssavnið eina trí­ parta­avtalu, har Lands­verk fekk eitt grund­øki í Sørvági aftur­fyri at lata kommununi SOR-bygningin, ið síðani varð seldur savninum fyri eina krónu. Trípartaavtalan varð komfirmerað í Inn­lendis­mála­ ráðnum, sum fekk neyðugu lógarheimildina í eyka­játta­n­ arlóg fyri sep­tem­ber 2011. Trípartaavtalan fekk á­var­ing­ar­lamp­ur­nar at ring­ ja, bæði hjá Søvnum Land­ sins og í Menta­mála­ráð­num. Í upp­riti til lands­stýris­ mannin stað­festir aðal­stjór­ in í Menta­mála­ráð­num, at av­tal­a­n er gjørd, uttan at Menta­mála­ráð­ið og for­n­ min­na­myndug­leikarnir hava ver­ið við í viðgerðini. - Partarnir í málinum hava tí ikki gáað um, at felag­ið Krígssavnið vegna gald­andi friðingarstøðu ikki kann brúka ognina til æt­ laða endamálið. Sølan er sostatt gjørd undir skeiv­ um fortreytum, skrivar tá­ ver­andi aðalstjórin, Leivur Harry­son, í uppriti til Bjørn Kalsø. Sambært skjølunum í málinum umrøddi Menta­ mála­ráðið eisini, um keypið skul­di ganga aftur. Tað bleiv tó ongantíð gjørt. Í brævi til Inn­lendis­ mála­ráðið og Løgmans­skriv­ stovu­na útgreinar Leivur Harry­son íkomnu støðuna so­leið­is: - Fyri nýggja eigaran merk­ir friðingin og avtalan, hann hevur gjørt við landsstýrið, at friðaðu fornminni á ognini, skulu hava frið. Sostatt hevur eig­ar­in ikki rætt til at gera íløg­ur í ella hava rakstur og viðlíkahald av friðaðu forn­ minni­num. Løgna støðan, sum er íkomin tí Inn­lendis­ málaráðið ”yvir høvdi­ num á Menta­mála­ráð­num” hevur gjørt av at selja eitt fornminni til frama fyri eitt savnsvirksemi, sum ikki er góðkent av Menta­mála­ráð­ num, hev­ur við sær at felag­ ið Krígs­savnið ikki fær nýtt frið­aða fornminnið til ætlaða enda­málið. Trípartaavtalan bleiv tó ikki broytt, og Krígssavnið hev­ur tí eitt góðkent skeyti upp á bygningin at vísa á. - Her er eingin klausulur uppá nakað sum helst. Vit eiga bygningin og meta okk­um hava fullan ræðis­ rætt yvir honum, sigur Karl Jóhan Nielsen, formaður fyri Krígssavnið, sum mána­dag­in legði fram stóra út­bygg­ingar­ ætlan fyri savnið: - Vit koma ikki víðari við frið­ingarmyndugleikunum, og tí taka vit málið í egnar hend­ur, segði Karl Jóhan Niel­sen við Rás2 mánadagin. Við útbyggingarætlanini í hondini fer Krígssavnið nú at leita eftir stuðlum, ið vilja vera við til at fíggja verk­ ætlan­ina, sum er mett at kosta 32 milliónir krónur. Ætlanin fellur ikki í góða jørð hjá Søvnum Landsins, sum umsitur friðingarlógina. - Eg vóni, at semja fæst í lag millum partarnar. Tí øll varðveiting av slíkum slag skal fara fram í góðum dia­log. Og eg rokni ikki við, at nakað arbeiði fer ígongd, uttan at semja er um tað áðrenn, sigur Andras Morten­sen. Stjórin fyri Søvn Landsins sig­ur seg ynskja eina loysn. - Sjálvandi hava vit áhuga í at krígsminni verða varð­ veitt, og vit vilja fegin gera tað í einum samstarvi við Krígs­ savn­ið. Men tað krevur eisi­ni, at Krígssavnið vil sam­star­ va við okkum, sigur Andras Mortensen og heldur fram: - Har er eitt ávíst samskifti mill­um Mentamálaráðið og Krígssavnið. Men bólt­ur­in liggur avgjørt hjá Krígs­savni­ num, sigur Andras Morten­ sen. Jón Brian Hvidtfeldt Bretski kommando­sentral­ ur­in undir krígnum, tann so­nevnd SOR-bygningurin (Sector Observation Room) við flogvøllin í Vágum, skal gerast ein miðdepil fyri krígs­søgu Føroya. Bygn­ing­ ur­in, ofta nevndur ”grøni bygningurin”, skal set­ast í upprunastand og eftir ætlan vera ein natúr­ligur part­ur av savni­num. Eftir ambitiøsu út­bygg­ingar­ ætlan­ini verður eitt flagtak, eitt hválv, lagt oman yvir SOR-bygningin. Harvið verð­ur skapt eitt umhvørvi, ið eisini gevur gott pláss at sýna fram teir mongu forn­ lut­ir, ið finnast frá krígnum. - Umleið 250.000 ferðandi fara um floghavnina árliga, og Krígssavnið liggur bara fá­ar metrar haðani. Savnið kann gerast eitt stað, har ferðavinnan kann blóma, sig­ur Karl Jóhan Nielsen. Útbyggingarætlanin er mett at kosta 32 milliónir krón­ur. - Vit fara nú at søkja stuð­ul, bæði herheima og uttan­lands. Men tað er greitt, at arbeiðið byrjar ikki, fyrr enn fíggingin er kom­in uppá pláss, sigur Karl Jóhan Nielsen. Ráðgevara- og arki­tekta­ fyri­tøkurnar WestTech í Sør­vági og Fuglark í Klaks­ vík hava gjørt upp­skot­ið um, hvussu gomlu bygn­ing­ ar­nir frá seinna heims­bar­ daga kunnu gerast til eitt full­fíggj­að krígssavn. Krígssavnið í lógarklemmu Mentamálaráðið varð ikki spurt eftir, tá Innlendismálaráðið, Sørvágs Kommuna og Krígssavnið í september 2011 gjørdu avtalu um SOR-bygningin í Vágum. Tí stendur savnið í dag við einum bygningi, sum er totalfriðaður lógarklemma Savnsætlan fyri 32 milliónir Krígssavnið hevur stórar ætlanir um eitt umfatandi savn, ið skal lýsa tey árin, ið seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið