týsdagur 29. apríl 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. apríl 2014 · Nr. 48
32
Sosialurin
Kvalitetsdekk og professionell ráðgeving
First Stop Atlantic við Hoyvíksvegin er ein gomul
kend fyritøka í høvuðsstaðnum, ið varð stovnað fyri
meira enn 40 árum síðan sum Super Dekk Service
First Stop er eitt net av
professionellum
sølu
búðum, ið eru stuðlaðar av
Bridgestone. Talan er um
sjálvstøðugar
dekksølur,
sum bjóða tænastu á sera
høgum
støði.
Í
Europa
eru áleið 2.000 First Stop
handlar og verkstøð. Bæði
privat- og vinnukundar fáa
ráðgeving um dekk, bilrøkt
og billutir frá royndum
sølufólki.
First Stop Atlantic hevur
alt, ið hevur við hjólini á bil
um at gera so sum dekk,
felgur, balansering, sporing
umframt
aðrar
smærri
mekaniskar
umvælingar.
Frá byrjan av hevur dentur
verið lagdur á at hava bestu
og mest framkomnu útgerð
ina.
– Talan er altíð um
kvalitetsdekk til kappingar
føran prís. Øll eru vælkomin
at seta seg í samband við
okkum, sigur Fríðrikur Blá
hamar stjóri í First Stop
Atlantic.
Helst bíligastu bilaleigu í landinum
Størsta bilasølan í landinum, Waag & Company, hevur víðkað munandi um virksemið við leigubilum
Magnus Gunnarsson
– Vit hava altíð havt eitt ávíst
tal av leigubilum til kundar
okkara, harumframt hava vit
eisini leigað bilar út umvegis
eina ferðaskrivstovu, men
samstarvið við ferðaskriv
stovuna er nú hildið uppat,
og vit eru farin at leiga bilar
út sjálvi. Vit leggja okkum
eisini á hesum økinum eftir
at veita best møguliga tæn
astu til kundar okkara, sigur
Pauli Waag, stjóri hjá Waag &
Company.
Leigubilarnir frá Waag
& Company eru nýggir og
ongantíð eldri enn 6 mánaðir.
Leigukostnaðurin er úr 199,-
kr. um dagin, sum allarhelst
er tað bíligasta fólk kunnu
leiga bilar fyri í landinum.
Hjá Waag & Company eru
tey ovfarin av, hvussu stór
undirtøkan
longu
hevur
verið fyri leigubilunum.
– Vit byrjaðu at lýsa við
leigubilum í februar, sum er
lágárstíð fyri ferðafólk, men
føroyingar tóku beinanvegin
væl ímóti tilboðnum, og
eftirspurningurin hevur tí
verið stórur frá byrjan. Nú
ferðafólkini fara at streyma
til landið, hava vit ætlanir
um at økja enn meira um
flotan við leigubilum, sigur
Pauli Waag.
– Waag & Company er ein
fyritøka í stórum vøkstri, og
vit arbeiða áhaldandi við at
víðka og menna virksemið
hjá fyritøkuni. Tað liggja tí
fleiri aðrar spennandi verk
ætlanir á borðinum longu
nú, sigur Pauli Waag at enda.
maggi@sosialurin.fo
Pauli Waag, stjóri, og Elin Christiansen tænastusamskipari hjá Waag & Company