týsdagur 29. apríl 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. apríl 2014 · Nr. 48
34
Sosialurin
Føroya størsti
brúktbilamarknaður
Leygardagin 3. mai verður Føroya
størsti brúktabilamarknaður á
Skálatrøð í Havn, har fleiri av bila
sølunum sýna fram sínar brúktu
bilar á einum felags marknaðardegi
Magnus Gunnarsson
Leygardagin 3. mai verður
Føroya størsti brúktabila
marknaður
á
Skálatrøð
í Havn, har fleiri av bila
sølunum sýna fram sínar
brúktu bilar á einum felags
marknaðardegi.
Tað
er
Róðrarfelagið
Knørrur, sum skipar fyri
tiltakinum í samstarvi við
bilasølurnar, ið sjálvar skipa
fyri søluni av bilunum. Talan
er um eitt afturvendandi til
tak í sambandi við at fólk fáa
feriupengar.
Bilasølurnar
eru væl fyrireikaðar og hava
altíð nógv góð tilboð. Eisini
bjóða tær fígging við lágari
rentu.
Ein av fyrireikarunum,
Regin Joensen frá Róðrar
felagnum Knørri, sigur, at
tey hava í nøkur ár skipað
fyri líknandi tiltøkum, sum
fólk hava tikið væl undir við,
og nógvir bilar vórðu seldir.
Umboð fyri tær ymisku
bilasølurnar lata eisini væl
at tiltakinum.
maggi@sosialurin.fo
Fyrireikararnir av tiltakinum f.v.: Jannie Dam Jacobsen, Jógvan Elias Jacobsen og Regin Joensen frá Róðrarfelagnum Knørri