Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-29, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2014síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

41 Mikudagur 30. apríl 2014 · Nr. 48 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað er Ólavur í Geil, ið eigur fyri­tøkuna, Advent Events, fyrr­verandi LeGutt Events. - Talan er um eina stóra byggi­stevnu við alskyns veitar­um innan byggivirki, VHS, málingahandlar, snikk­ ar­a­virki, veitarar av hurð­ um og bankar, sigue Ólav­ur i Geil. Eisini verður stór bila­ fram­sýning, har Reyni Service og Auto Service sýna sín­ar bilar fram. - Tað verður Bad­min­ton­ høllin og KÍ høllin, sum verða kamrar um framsýningina. Tað verður serliga spenn­ andi við teimum luttakarum, ið verða við á stevnuni, har tú kanst fáa alt frá software til bank­ar og máling til betong, sigur Ólavur í Geil. Stevnan letur upp fríggjadagin 2. mai klokkan 10, og opið verður fram til klokkan 18. Somu upp­lat­ ingartíðir verða eisini leygar­ dagin. Advent Events er sama felag, sum fyrr æt LeGutt, men tað eru sum nevnt somu persónar handan hetta nýggja felagið. Hava royndir Talan er um sama fólk, ið stend­ur aftan fyri Fólka­ fundin. - Vit hava eisini skipað fyri Orkustevnuni, sum var í fjør og vit hava skipa fyri orkuráðstevnuni í ár. Ætlan­ in er at hava Byggi­stevnu­na annaðhvørt ár, og fyri­reik­ ingarnar til 2016 eru longu far­nar í gongd, sigur Ólavur í Geil. Roknað verður við nógv­ um fólki til Byggi­stevnuna 2. og 3. mai. - Stevnan er løgd á Tunnilsdegnum, tá tað er ókeyp­is at koyra gjøgnum undir­sjóvartunnilin, og tí verð­ur roknað við nógvum fólki, serliga leygardagin, sig­ ur Ólavur í Geil. Klaksvík er ógvuliga spent upp á dagin, og eftir sum at tað er tunnilsdagur, verð­ur roknað við nógvum fólki. - Handilslívið í Klaksvík ger seg út til dagin, og tek­ur spent ímóti mongu gestu­ num, ið koma til býin tann dag­in, sigur Ólavur í Geil. Tað verður heldur ikki so, at nøkrum nýtist at ganga svang­ur á Byggistevnuni hesar dagarnar. - Tað verður Magni Garða­líð, ið fer at matgera og borðreiða við leskiligum mati báðar dagarnar, so ong­ um nýtist at ganga við tóm­ um maga hesar báðar dagar­ nar, sigur Ólavur í Geil. Til ber at síggja meira um stevnuna við at fara inn á byggi­messan.fo Har ber til at síggja gjøllig­ari skrá og luttakarar á Byggi­stevnuni. Umfatandi byggistevna í Klaksvík Advent Events - fyrrverandi LeGutt Events - skipar komandi vikuskifti fyri stórari byggistevnu í Klaksvík, har bæði Badmintonhøllin og KÍ høllin verða karmur