Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-29, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2014síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. apríl 2014 · Nr. 48 44 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ide Møblar hava í døgunum 1.- 3. mai 2014 nakrar spennandi dagar, sum verða nevndir “three days of design”, har fleiri kendir danskir leve­ randørar av design møblum vitja og vísa sínar møbl­ar og inn­búgv fram hjá Ide Møbl­ um í Havn. Øll eru hjartaliga væl­ komin at vitja okkum hesar dagar, sig­ur Birgir Andrea­ sen frá Ide Møbl­um. Høvi verð­ur at síggja heims­kend­ ar design vørur frá eitt nú Fritz Hansen, Carl Hansen & Søn, Montana, Louis Poulsen og Dencon. Umboð frá hesum veitarum verða í Ide Møblum hesar dagar og vilja saman við okkum fegin vegleiða og ráðgeva okkara kundum á besta hátt, sigur Birgir Andreasen. Dag­arnir byrja hósdagin kl. 11 og opið er hós­dagin til kl. 17.30 og fríggjadagin til kl. 18. Design dagarnir enda leyg­ar­dag­in kl. 13.00. Handilin er tó opin leygar­dagin til kl. 14. Eisini verða fleiri góð tilboð hesar dagarnar. Sum nakað serligt bjóðar Ide Møbl­ar til ein tema dag fríggjadagin 2. mai, millum kl. 15 og 18, sum ser­liga er ætl­ aður arkitektum, fyri­tøkum, kommunum og almennum stovn­um sum ynskja at hoyra nærri um møgu­leik­ ar við góðsku møblum frá leveran­dørum, sum Ide Møblar umboðar. Kendur amerikanskur arkitektur vitjar Í sambandi við temadagin fríggja­dagin 2. mai hava Ide Møblar fingið kenda ameri­ kanska arkitektin Michael Sheri­dan at halda ein for­ kunnugan fyri­lestur. Michael Sheridan er al­ tjóða ser­frøð­ingur í donskum arkitekturi og sniði. Hann hevur givið út fleiri bøkur um danskt snið, m.a. Room 606 – The SAS House og The Work of Arne Jacobsen og Poul Kjær­holm – Møbelarkitekt og bókina Mester­værker, sum hevur fingið sera góð um­ mæli. Hann hevur starv­ast sum arki­tektur fyri Gluck­ man Mayner Archi­tects í New York, 1997-2005. Í dag er hann ein av mest viður­ kendu ser­frøðingunum inn­ an nútímans danskan arki­ tektur, innbúgv og snið. Í løtuni skrivar hann eina bók um tað besta innan danska brúk­ slist, sum eftir ætlan kemur út í 2016. Fyrilesturin hjá Michael Sheridan byrjar kl. 15.30. Vit vóna sjálvsagt at siggja so mong sum gjørligt til hesar “three days of design” dagar í Ide Møblum, sigur Birgir Andreasen at enda. Three days of design hjá Ide Møblum Birgir og Elsebeth Andreasen frá Ide Møblum Kendi amerikanski arkitekturin Michael Sheridan Skrivstovumøblar frá Dencon eru við á framsýningini Ide Møblar