týsdagur 29. apríl 2014síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
51
Mikudagur 30. apríl 2014 · Nr. 48
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ja, nú vil eg skriva nøkur orð
um mína kæru fastur Hanne
fíu Hammer á Tvøroyri.
Fastir var nummar tvey
av tíggju systkjum. Hon átti
tvær systrar (tvíburðar) og
sjey beiggjar. Ein systir doyði,
tá hon var tvey ára gomul.
Hin systurin er gumma mín.
Fastir segði einaferð við
meg, at ongin hevði sagt »og
mín kjera« við seg síðan pápi
hennara, abbi mín, livdi. Hann
var deyður áðrenn áðrenn eg
varð fødd, so tað rørdi hana
nógv. Eg var serliga góð við
fastur og hon við meg, so eg
segði altíð »og mín kjera«.
Tað var eitt orðafelli, sum
eg brúkti, og sum fyri hana
vakti góð minnir.
Mamma og fastir vóru
svigarinnur, og fyri at brúka
orðini hjá fastur, so vóru tær
hjartavenindur. Mamma helt
tað vera keðiligt, at hon fór so
langt burtur sum til Suðriar,
men fastir var røsk at vitja
aftur. Og eg var ofta í Suðri
hjá fastur og ferðaðist.
Fastir fekk fýra dreingir
og seinast eina gentu, so eg
var ikki einsamøll. Men eg
var ein dreingjagenta, við
mær var onki damuligt. Eg
var í haganum, í fjøruni, í báti
og á keiuni alt eg minnist sm
barn.
Eg var eisini onkuntíð í
Vági, har eg eigi ein pápa-
beiggja, Olla í Lágabø. Har
var ein stór á, sum rann
fram við húsunum. Ein gøta
var millum ánna og húsini.
Eg minnist at eg livdi mitt
í verðini, tá eg var í ánni.
Og tað var eg allan dagin.
Vit fangaðu, eg vildi sagt
síl, men tey kallaðu tað fyri
kombikk. Eg spældi við
eina gentu, sum bleiv kallað
Annedukk. Tað vóru dagar.
Man gekk ikki eftir klokku.
Var man svangur, so fór man
inn. Var eingin inni, so varð
farið í næsta hús. Eg minnist
tað bleiv kallað í Skorti. Har
plagdi eg at biðja um eina
breyðflís, so fór eg undir
kranan, gjørdi hana váta, so
sukur upp á og so út aftur.
Har var einki fjas.
Konan hjá pápabeiggja,
hon var líka deilig sum hon
var rund, men hon doyði
bara alt ov ung.
Men aftur til Tvøroyrar.
Eg minnist at tey áttu dúgvur
hjá fastur, og stór trøð í
havanum, sum vit klatraðu
í. Fastir var inngift. Hon,
maðurin og børnini búðu í
kjallaranum. Har var ein lítil
stova og gongd, so køkur og
spísikamar,
einar
smalar
og brattar kjallaratrappur
upp til miðhæddina. Har
húsaðist svigermor. Og so
aftur trappur upp á loft. Har
vóru trý kømur og wc. So hon
hevur gingið og borið upp og
niður gjøgnum trappur fleiri
ferðir um dagin. Jú, fastir var
røsk.
Eg minnist ein sunnudag,
tá eg var um tíggju ár og
beiggi mín Anfinn var trý
ár. Vit skulu øll børnini fara
ein túr inn í botnin, inn í
plantasjuna.
Vit
mundu
vera burtur einar tríggjar til
fýra tímar. Tað var langt at
ganga, og tá ið eg hugsi um
tað nú sum vaksin, so hevur
hetta nokk verið tann ein
asta fríløtan, tey fingu, og
vit høvdu eina fína útferð.
Men so koma vit heimaftur.
Vit høvdu roykt, men eg visti
ikki tá, at man kundi lukta
tað at okkum. Uppdragilsi
gekk fastir høgt uppí og tað
var umráðandi at vita, hvat
gekk fyri seg, tá man átti fýra
dreingir. Hon var strong, men
rættvís, so vit blivu avhoyrd.
Men nei, vit høvdu ikki roykt.
So hon mátti taka aðrar
metodir í brúk, og tá man
bara er trý ár, tá dugir man
ikki at lúgva. Hann segði, at
hann hevði bara fingið ein
guv. Og so var spælið spilt.
Eg minnist eisini eina aðru
ferðina, at fastir segði við
Anfinn beiggja mín, at nú
skal eg vera mamma tín. Hon
var so góð við hann og vit øll
vóru meira ella minni vaksin.
Hann var ein eftirnølari. Tá
hugdi hann upp á hana og
segði, »tað kanst tú ikki, tí
tú gongur ikki sum mamma
mín«. Mamma hevði eitt
kunstigt beint. Og tað helt
eg vera ordiliga fitt sagt.
Tíðin gekk, eg bleiv vaks
in. Eg var seytjan ár og
arbeiddi á Cafeteria. Tað var
staðið tá í tíðini. Har kom
man at eta og hugna sær, og
í vikuskiftunum høvdu vit
dans við orkestri. Eg minnist
»Runar« var eitt orkestur,
sum spældi har, og vit høvdu
eisini útlendingar, m.a. Heik
ur Mortensen spældi til
dans.
Tað var í teimum góðu,
gomlu døgunum, tá man
kundi fáa stokta lomviga
bringu við brúnari sós til
døgurða. Tað fært tú ikki til
døgurða á matstovu í dag.
So hendi tað, at tað skuldi
vera mótashow í Sjónleikar
húsinum. Eg minnist at Bibi
meldaði seg til og vildi hava
meg við. Tað var ikki so løgið.
Eg var seytjan ár og í fagrasta
blóma. Men ikki talan um at
eg fór at ganga mótashow. Eg
minnist at Gunnar Stokholm
royndi, men onki hjálpti.
Men tá traðkaði fastir til.
Hon skuldi ganga í »Asani«.
Og eg má siga, at eg var stolt
av henni. Hon var 29 ár eldri
enn eg, 46 ár, og har gekk hon
og poseraði í Asani. Hon bar
seg fantastiska væl í korsetti
og stroppum og tí, ið har til
hoyrdi. Jú, fastir mín var ikki
fyri nothing.
Eg hevði ta gleði at eg
kundi hava fastur hjá mær
nakrar feriur. Tá var fastir
blivin gomul og mamma
var deyð. Hon var so glað og
takksom fyri tær løturnar,
vit høvdu saman. Hon plagdi
at siga, »hvat havi eg gjørt, at
tú ert so góð við meg«. Hon
hevði gloymt alt, hon hevði
gjørt fyri meg, tá eg var lítil.
Tær
foldaðu
hendurnar,
tryggleikin, hon gav av sær
sjálvari, av síni tíð, av síni
trúgv, av síni interessu. Eg
var so glað fyri at eg kundi
geva aftur, eg hevði tíðina og
friðin til at hyggja um hana,
eg las eitt petti um dagin úr
eini bók, sum kallast »Jó
hann Hansen«. Hann var
missionerur, men eitt tíðar
skeið var hann bestýrari á
Sjómansheiminum. Tað var
ein fantastisk bók. Hana
skuldu øll lisið. Og so gingu
vit á vitjan hjá ymiskum
vinum, sum hon átti enn
frá fyrr, og onkrari gamlari
flammu eisini. Um kvøldið
var tað fast at fara ein biltúr,
og har slapp ongin annar
við. Tað skuldi bara vera vit
báðar.
Tað eina árið kom gumma
úr Danmark til mín at ferð
ast. Tá hevði eg fastur, so
eg fann upp á at fara við
teimum báðum til Suðriar
í húsini hjá fastur. Tað var
fastir glað fyri. Har vóru
vit í fjúrtan dagar. Tað var
stuttligt at síggja alt aftur.
Øll, sum man hevði runnið
inn til, vóru deyð. Bara Judith
Kambsgarð livdi eftir. Tað
var stuttligt at síggja hana
aftur. Jú, eg havi nógv gott
at minnast afturat.
Fastir bleiv gomul og mett
av døgum, 93 ár. Tvær tær
seinastu ferðirnar, eg vitjaði
hana, segði hon við Aksel:
»Minst til, at tú kemur at
fylgja mær«. Men tað bleiv
ikki. Vit vóru ikki heima,
vóru farin til Danmarkar í
konfirmatión.
So mín kjera fastir, nú má
eg steðga. Tað er so nógv, so
nógv, sum eg kundi fortalt,
um at tað dýrabærasta, tú
átti, var tíni børn, og tú visti,
hvussu neyðugt tað var, at
tey vóru trygg. Tú visti, at tað
størsta virðið eitt menniskja
hevur, er heimið, so tín verð
var okkara paradís. Ein lítil
stova við hita gevur meira
lukku, enn ein borg. Alt hetta
visti tú og tað vísti tú okkum.
Takk fyri tað og alt tú gav,
fastur.
Hvíl í friði.
Havgerð
Hannefíu Hammer til minnis
Lukkuligt tað menniskja, sum hevur góð minnir