Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-29, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2014síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. apríl 2014 · Nr. 48 54 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Óvissa um revsiábyrgd Í øllum teimum viðurskiftum, sum granskingin hjá Eyðfinni Jacobsen umfatar, verður í meira og minni kontantum vendingum staðfest, at brot eru framd á lóggávuna, sum Eik-grunnurin hevur at virka eftir Jákup Mørk Enntá staðfestir Eyðfinnur Jacobsen: »...er tað somuleiðis mín fatan, at nevndin áleggj­ ast at rinda endurgjald sam­ bært §44, stk. 1 í lógini um vinnu­rekandi grunnar, um so er, at grunnurin hevur stað­fest tap orsakað av vána­ ligu um­sitingini av grunn­ inum.« Felags fyri allar parts- niðurstøðurnar í gransking­ ini er tó, tørvandi fígging hevur við sær, at tað ikki er møguligt at kanna nærri, um vánaliga umsitingin hevur elvt til tap hjá grunninum. Skal endurgjaldskrav reis­ast, er fremsta kravið, at eitt tap skal staðfestast. Tað hevur eftir øllum at døma ikki borið til at út­ vega játtan, soleiðis at granskingar­arbeiðið kann gerast liðugt, og tí fær Eyðfinnur Jacobsen, sum er biðin um at gera granskinina, ikki stað­fest eina møguliga endur­gjaldsábyrgd. Tann spurning­urin sleppur at hanga ósvaraður. jakup@sosialurin.fo Ein partur av granskingar­ arbeiðinum hjá Eyðfinni Jacobsen hevur verið at eftirkanna tær lán­veit­ ingar, sum Eik-grunnurin hevur góðkent og latið. Endamálsorðingin hjá grunninum fevnir ikki um útlánsvirksemi, men kortini eru fleiri lán veitt. Í granskingini endur­ tekur advokaturin fleiri ferðir, at grunnurin ikki sæst hava fingið loyvi frá grunnamyndugleikanum til at taka avgerð um at veita lánini. Tey størstu av hesum eru: • 26. mai 2008 hevur grunn­urin veitt lán upp á 100 mió EUR til tveir íslendskar kundar í sam­ bandi við teirra keyp av partabrøvum í Kaupthing Banka. • 9. desember 2006 hevur grunnurin veitt lán upp á 40 mió kr. til P/F Thor. • 4. juli 2007 hevur grunn­ urin veitt lán upp á 27 mió kr. til Vagn Andersen við fleiri, og at veita ábyrgd mótvegis BRF-kredit á 97 mió kr. • 20. juni 2008 hevur grunn­urin veitt lán upp á 25 mió kr. til P/F Notio, sum skuldi seta parta­ pening í Føroya Fiska­ virking. • 3. september 2008 hevur grunnurin veitt lán upp á 10 mió EUR til FDI Invest • 18. november 2008 hevur grunnurin keypt lán upp á íalt 55 mió kr. frá Eik Banka. Lánini vóru latin til Kista og Exista. Granskingin er ikki gjørd liðug, tí fíggingin til hetta ikki er játtað. Grannsking­ in hevur tí ikki staðfest, um lánveitingarnar hava verið orsøk til tap hjá grunninum. jakup@sosialurin.fo Innara virði: Innara virði vísir bókaða virði fyri hvørjar 100 krónur í partapeningi. Innara virði endurspeglar soleiðis bókaða eginpeningin í fyritøkuni, sum talan er um. Søluvirði: Søluvirði er tað, sum kann fáast við at selja partabrævið í fríum handli. Í mun til innara virði kann í ávísum førum vera trupult at áseta neyvt søluvirði, um eingin handil fer fram. Men er partabrævið skrásett á keypsskála, er kursurin neyvt tað, sum fæst við at selja partabrævið í fríum handli. Útsettur skattur: Útsettur skattur er ein skattabyrða, sum framkemur, tí virðir í einum felag ikki verða uppgjørd á sama hátt roknskaparliga og skattliga. Soleiðis er talan um skatt, sum fellur til gjald­ingar fyrr ella seinni, men sum í roknskapinum er »útsettur«. Er talan um negativa útsetta skattabyrðu, skal hendan bert ognarførast, um tað reelt kann roknast við, at felagið seinni fær ágóða av hesum. Við øðrum orðum, at felagið væntandi kemur at hava yvirskot, soleiðis at ein nega­tivur skattaágóði kann gagn­nýtast. Goodwill: Goodwill er úttrykk fyri meirvirð­inum í eini fyritøku í mun til tað, sum bókaðu virðini vísa, og fram­kemur ofta, tá partabrøv verða keypt fyri meira enn innara virði. Roknskapar­liga verður goodwill avskrivað yvir ávíst áramál, men fortreytin fyri hesum er, at aktivini, sum goodwill stavar frá, kasta meira av sær enn avskrivingar, ið verða framdar. Er hetta ikki støðan, eigur at kannast, um neyðugt er at niðurskriva virðið á goodwill. FAKTA: Jákup Mørk Sum liður í granskingar­ar­ beiði sínum hevur Eyðfinnur Jacobsen vent sær til nevnd og grannskoðarar hjá Eik- grunninum við sjey spurn­ ing­um, sum allir snúgva seg um roknskaparligu hand­far­ ingina av viðurskiftum hjá grunninum. Spurningarnir, sum Eyðfinnur Jacobsen setti, vóru hesir: • Hvat er orsøkin til, at Eik Banki varð innroknaður til innara viði? Hvør áseting í ársroknskaparlógini er brúkt sum heimild fyri at innrokna partabrøvini í Eik Banka til innaravirði? • Biðið verður um at fáa eitt fulfíggjað og nágreiniligt yvirlit yvir, hvussu allir kapitalpartarnir í tilknýttum og associeraðum virkjum vórðu virðissettir, undir hesum grundgevingina fyri hvøjrari einstakari virðis­ áseting, og hvør áseting í roknskapar­lógini er brúkt til at áseta einstøku virðini? • Hvørjar eru grund­gev­ ingarnar fyri, at grunn­urin hevur innroknað goodwill omaná innara virði av Fastogn P/F, tá eginogn felags­ins var grundað á dags­ virði av fastogn felagsins? • Hvat er grundar­lag­ið fyri innrokningini av einum positivum úrsliti upp á 2, mió kr. av kapitalpartinum í Fastogn P/F í 2009? • Hvat er grundarlagið fyri, at eingin niðurskriving er gjørd av roknskaparliga virðinum av goodwill upp á 56 mió kr. í samband við íløguna í Notio, og er gjørd nøkur niðurskrivingarkanning í hesum sambandi. • Hvat er grundarlagið fyri innrokningini av út­settu skattaáognini í árs­frá­greið­ ingini fyri 2008 og 2009? • Hvat er orsøkin til, at ótryggleikin í sambandi við virðisásetingina av íløgum grunsins ikki er lýstur í leiðslufrágreiðingini. Í granskingar­frá­greið­ ingini upplýsir Eyðfinnur Jacobsen, at hvørki grunn­ urin ella grann­skoðanin ava ynskt at svara spurning­ unum. Sambært lóg um vinnu­ rekandi grunnar, so skal nevndin í einum grunni lata granskingarfólki upp­lýs­ ingar, sum mugu metast at hava týdning fyri met­ingina av grunninum og dóttur­ feløgum hjá grunninum. Og er hetta krav eisini galdandi fyri nevnd og stjórn í dóttur­ feløgum. Skráseting Føroya ger tó samstundis vart við, at tað kann verða trupult hjá nevndarlimum og øðrum at svara nevndu spurningum, og kunnu hesi tí ikki krevjast eftir svari. jakup@sosialurin.fo Lánveitingar Ósvaraðir spurningar