hósdagur 1. mai 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. mai 2014 · Nr. 49
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Karin Kjølbro
Tíðargrein síða 15
Summ
arskúlii til
summar
dreingir
Dagfinn olsen
eygamálið síða 14
Hvat
nytta røð
ur móti
røðarum?
Okkurt bendir nú á, at ávísar kreftir
innan Sambandsflokkin ikki halda,
at tað er í ordan, at ávísir reiðarar
fáa fiskatilfeingi fyri eingi.
Við útvarpið í gjár segði Bárður
Nielsen, fíggjarnevndarformaður,
og tingmaður Sambandsfloksins,
at hann heldur, at tilfeingisgjaldið
á makrelin eigur at hækka beinan
vegin – úr 75 oyrum fyri kilo upp í
umleið 1,30 krónur.
Soleiðis eru glottar at hóma –
glottar, sum vísa, at tað ikki eru øll
í samgonguni, sum halda tað vera
í lagi, at ávísir útvaldir reiðarar fáa
fiskatilfeingi fyri einki.
Í blaðnum í dag svarar Kári Pet
ersen, búskaparfrøðingur, aftur
upp á skrivið frá Jógvani Jespersen,
sum tosar vegna reiðararnar í upp
sjóvarvinnuni.
Jógvan Jespeser royndi í lesara
brævi herfyri at geva fólki ta fatan,
at einki skil er í tí, sum Kári Petersen
og aðrir búskaparfrøðingar føra
fram.
Í blaðnum í dag vísir Kári Petersen
á munin á eginpeningsavkasti og
ognaravkasti í ymsum vinnuvirkj
um. Samanberingin vísir, at meðan
ávís nótaskip hava eitt eginpen
ingsavkast upp á yvir 300 prosent,
so hava væl riknar fyritøkur so
sum Articon, Føroya Bjór, Mest,
BankNordik og danski giganturin
Mærsk eginpeningsavkøst, sum
liggja ímiullum -2 og 17 prosent.
Ognaravkasti í somu feløgum vísir
eisini sera stóran mun á.
Soleiðis, sum skipanin er í dag,
so kunnu reiðararnir selja skipini
– íroknað virðið av veiðirættind
unum, sum teir ikki eiga, fyri einar
6-7 milliardir krónur. Teir kunnu
soleiðis – púra lógliga – fáa ovur
honds nógvar pengar fyri nakað,
sum teir ikki eiga. Nakað, sum sam
bært lóg er ogn Føroya Fólks.
At hetta er ein ósunn skipan er
eyðsæð fyri øll. Óivað er yvirskotið
stórt, tí at menn eru so dugnaligir.
Men yvirskotið er so ovurhonds
stórt, tí at landsstýrið gevur reiðar
íunum veiðiloyvi fyri einki. Talan
verður um monopolvirksemi, tí
at landsstýrið samstundis noktar
øðrum, sum kanska eisini eru dugn
alig, inn í vinnuna.
Tað er at fegnast um, at Bárður
Nielsen sær hendan trupulleika. Tí
Bárður Nielsen er ikki hvørt sum
helst. Hann hevur ávísa slagkraft
í Sambandsflokkinum, sum kann
føra til, at Sambandsflokkur rívir
seg leysan frá Fólkaflokkinum, so
broytingar kunnu gerast.
fólksins ogn til fólkið?
Vágaportalurin og Portalurin
eru í hørðum stríði um peng
ar. Talan er um pengar fyri
eina
lýsingarskipan,
sum
Knassar eiga. Knassar eiga
eisini Portalin, og nú vilja
Knassar sambært Vágaport
alinum ikki gjalda tað, sum
avtalað er millum partarnar.
Tað er felagið »1. oktober
1997 Spf« í Vestmanna, sum
eigur Vágaportalin. Stjóri í
felagnum er Gunnar Skúv
adal. Hann hevði sambært
Vágaportalinum eina greiða
avtalu
við
Knassar
um,
hvussu pengarnir frá Vevlýs
ingum skuldu býtast.
– Avtalan varð undirskriv
að fyri fleiri mánaðum síð
ani og innhelt eitt ávíst fast
gjald fyri plássið umframt
ein prosentpart av pengu
num, sum komu inn, skrivar
Ólavur í Beti, sum er blað
stjóri á Vágaportalinum.
Men Gunnar Skúvadal
metir seg ikki at hava fingið
tað burturúr, sum avtalað
var, og tí umhugsar hann nú
at fara í rættin við málinum.
Hóast orðalagið á Vága
portalinum mikukvøldið var
heldur bondskt, so royndi
Gunnar Skúvadal hósmorg
unin at draga eitt sindur í
land. Hann segði við in.fo, at
fyrsta loysnin ikki var at fara
í rættin. Hann segði, at talan
er um eitt stríð um pengar,
og tað er pengum, sum Vág
aportalurin livir av.
Knas millum Knassar
og Vágaportal
Tað er Bátafelagið á Toftum
sum skipar fyri bátafestivali
hetta vikuskifti. Umframt at
hetta er ársins fyrsta báta
stevna, verður hetta eisini hin
tíggjundi bátafestivalurin á
Toftum.
Lagt upp til eitt hugnaligt
tiltak, sum er ætlað bátasigl
arum, men so sanniliga eisini
familjum eins væl og einstak
lingum, ið hava brúk fyri at
taka sær av løttum eitt bil.
Her verður høvi til prát
millum bátsmanningar, við
bryggjukantin og á festival
økinum.
Eftir at bátarnir hava lagt
til bryggju tíðliga seinna
partin leygardagin, meðan
harmonikutónleikur sjung
ar, verður bjóðað til suppu í
matarhøllini á Nyki.
Skráin leygardagin byrjar
klokkan 14.
Fyrireika bátafestival
Kappingin um sterkasta
mann verður í dag, fríggja
dagin 2. mai í Høllini á Hálsi
í Havn.
Tað eru sterkastu menn
í Íslandi, Danmark, Noreg,
Svøríki, Onglandi og Føroy
um, sum hittast til kapping
í fimm disiplinum.
Tað er serliga íslending
urin, sum er áhugaverdur, tí
hann var bara millimetrar
frá
at
gerast
heimsins
sterkasti við seinastu HM
kapping.
Føroyska umboðið, Bogi
Hammer, heldur, at hjá sær
ræður tað um ikki at enda
aftastur, tí tað eru ógvuliga
sterkir menn, hann er uppi
ímóti.
Kappingin klokkan 19.
Bogi Hammer hevur sagt,
at hann væntar nógv fólk
til kappingina.
Lesið eisini samrøðu við
Boga Hammer í Vikuskifti
num inni í blaðnum.
Sterkir menn
kappast á Hálsi
Fer Sambandsflokkurin at
slíta seg frá Fólkaflokkinum?
Bogi Hammer er føroyska ískoytið í kappingini hjá
sterku monnum á Hálsi fríggjakvøldið klokkan 19