Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. mai 2014 · Nr. 49 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Eg havi onga hóming av, hví eg varð álopin. Ein av teimum fýra fólku­ num, sum vórðu álopin í ógvus­ligu hendingini í Norð­ depli síðsta summar, er ein ung kvinna. Ein maður er ákærdur fyri at hava roynt at drepa fýra fólk í Norðdepli tann 14, juli í fjør og í rættinum í morgun kom fram, at tað var hend­an unga kvinnan, sum var upprunaliga málið hjá gern­ingsmanninum. Í øllum førum var tað hon, sum varð álopin og hini vórðu særd, so hvørt hon leit­ aði sær hjálp hjá teimum. Hon staðfesti eisini í rættinum, at gern­ings­maður­ in er tann, sum er ákærdur í málinum. Onga hóming um orsøkina Men hon sigur, at hon hevur als onga hóming av, hví hon varð álopin. Talan er um eitt lítið sam­felag, so tað slepst ikki undan, at fólk hittast. Men hon hevði als einki yvirhøvur havt nakað sum helst við hann at gera, uttan at tey høvdu hitst av tilvild í ymsum høpum. Og tey høvdu heldur ongantíð práta annað enn eitt sindur av vanligum túnatosi og hann hevði heldur ongantíð verið keðiligur ímóti henni. Hon varð eisini spurd um tann ákærdi kundi hava havt hug á henni, men tað hevði hon ikki varnast. Tey vóru heldur ikki óvin­ ir á nakran hátt. Tók hvørkratak á henni Gentan greiddi frá, at leyg­ ar­kvøldið 13. juli høvdu hon ákærdi av tilvild verið somu veits­lu og hevði skift nøkur fá orð um hana. Men hon var farin rætti­ liga tíðliga úr veitsluni og hon hevði ikki drukkið. Hon búði í húsunum hjá verforeldrunum, sum ikki vóru heima. Unnusti henn­ ara var til skips og hon og svágurin lógu og svóvu í hvør sín­um kamari í kjallaranum. Men hon vaknaði brádliga aftur við kaldan dreym, við tað at ákærdi hálvgun sat oman á henni og hevði tikið hvørkra­tak á henni. Hon nevndi fleiri ferðir, at hann tóktist at vera púra kenslu­leysur við køldum, tóm­um eygum. Hon fekk ikki luft, men hann var ov sterkur til at hon fekk hann at sleppa. Men í eini roynd at fáa hann at sleppa takinum, læt hon sum um hon gav upp og hev­ði mist vitið. Heldur ikki tað gjørdi mun, men so fekk hon sett fót­in á hann og fekk skumpa hann til viks og rópt eftir svági­num. Hon sá, at hon hevði blóð­ dropa á hondini, men hugs­aði ikki um, hvaðani tað kom frá. Hon var ræslusligin og tað, sum hendi síðani, minn­ ist hon bara í brotum. Svágurin kom í kamarið og tískil slapp hon út og inn í eitt annað kamar og haðani út ígjøgnum eitt vindeyga. Komin út í tún, rann hon skó­leys og næstan nakin, om­an til ommu og abba drong hennara, sum búðu tætt við. Hon hoyrdi at onkur rann aftan­ á og komin hálva vegin upp ígjøgnum trappurnar upp á loft hjá ommuni og abba­n­um, tók ákærdi um bein­ið á henni. Men hon slapp aftur leys og smeyg sær inn í kamarið, har abbin og omm­a­n lógu og svóvu. Omman vaknaði og hin smeyg sær aftur um hana at lei­ta sær skjól. Hon sigur, at tey vaktu abban, sum fór á føtur og hon minnist, at abbin hevði slig­ið ákærda, sum síðani fór út. Svágurin kom eisini til stað­ar. Hann var líkbleikur, helt um hálsin og bløddi. Tey ringdu so eftir sjúkra­ bili og tað var ikki fyrr­enn tá, at hon varnaðist, at hon sjálv eisi­ni var særd. Teknisku prógvini stað­ fes­tu, at hon varð særd við ein­um hvøssum luti, helst ein­um knívi og hon hevði eitt fimm sentimetrar langt sár frammanfyri á hálsinum, eitt sár á rygginum, sum var 10 sentimetrar langt og eitt ann­að, sum var tveir senti­ metr­ar, umframt fleiri aðrar snud­d­ir á rygginum. Læknarnir hava staðfest, at sárið í hálsinum var tætt við pulsin og kundi tískil havt veri lívshóttandi. Men hon legði afturat, at hon hevði ongantíð sæð nakran knív. ÁKÆRDUR FYRI DRÁPSROYND Fólkini, sum vórðu álopin av í Norðdepli 14. juli í fjør, hava verið illa merkt av hend­ing­ini síðani. Summi av teimum, sum vóru rakt, hava verið í rætti­num og greitt frá, at tey høvdu verið bangin síða­ni og onkur annar hevði havt tað ótrúliga hart, í tey vóru at kalla javn­gomul við tann ákæra­da og mettu hann sum vinmann. Í rættinum hevur eisini ver­ið roynt at leita eftir eini orsøk til at ákærdi kun­di finna upp á at bera seg so ógvusliga at. Drongur tað ungu kvinnu­na, sum varð álop­ in fyrst, hevur greitt frá, at í onkrari veitslu nak­ að áðrenn ógvusliga til­ burðin síðsta summar, høv­du vinmenn greitt hon­um frá, at eftir teirra tykki vísti ákærdi nakað góð­an áhuga fyri gentuni. Tann ákærdi hevur eisini ført fram, at hann varð illa happaður í skúla­ num, men tað hava onnur vitni víst aftur. Hann varð ikki illa happaður, men hann hevði sjálvur so vána­lig­an atburð, at nógv ill­neit­aðu­ st inn á hann og tí gjørdu teir eldru dreingirnir seg inn á hann viðhvørt. Onk­ur annar hevði eisini var­hug­an av, at nógv fólk dám­di ikki tann ákærda, eitt nú, tí hann kundi vera ill­sint­ur. onga hóming av hví hon varð álopin Ein av teimum, ein maður er ákærdur fyri at drepa í Norðdepli síðsta summar, er ein ung kvinna, men hon skilir púra einki av, hví hon varð álopin Hava tikið tað hart Áki Bertholdsen Fyri at lýsa málið út í æsir, har fýra fólk vórðu álopin í Norðdepli, er øll hendingin endurskapaður á filmi. Tað verður gjørt fyri at geva nevningunum eina greiðari mynd av, hvat fór fram hend­an van­lukku­ liga sunnu­morgunin tann 14. juli í fjør. Á filminum greiða tey fýra fólkini, sum vórðu álop­in út í æsir, hvussu tey minnast hendingina og alt verður so tikið upp á film, minutt fyri minutt. Tey fýra fólkini eru við í filminum. Tann ákærdi fekk eisini høvi at hava sín egna leiklut í filmi­ num, men tað vildi hann ikki. Hinvegin eru tað politist­ar, skrivstovufólk á politistøðini, portørar, og onnur, sum hava tey ym­su leiklutirnar. Men ongin av teimum er við, eru fólk, sum hava nak­að við málið at gera yvir­høvur. Tilsamans hava tey tikið einar 10 tímar av fil­ mi upp og tað er nú klipt nið­ur í ein film á tveir hálv­an tíma, sum verður víst­ur fyri nevningunum, so hvørt tey fýra fólkini, sum vórðu álopin, verða av­hoyrd. Hava endur­ skapað drama í Norðd­epli Øll hendingin har fýra fólk vórðu álopin í Norðdepli, er nú endurskapað á filmi