hósdagur 1. mai 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 49 · 2. mai 2014
2
VIKUSKIFTI
Nólsoyar Páll
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hóskvøldið varð ein ætlan løgd fram
um at endurbyggja bóndagarðin hjá
Nólsoyar Páll í Klaksvík.
Nólsoyar Páll virkaði stóran part
av sínum vaksna lívi í Klaksvík, og í
umleið 1804 bygdi hann bóndagarð á
Biskupstøð. Garðurin var bygdur eftir
føroyskum byggisiði, men var alíkavæl
øðrvísi enn aðrir føroyskir garðar.
Garðurin hjá Nólsoyar Páll var
bygdur við fýra lonum kring eitt væl
vart steinsett tún og stóð í 120 ár á
Biskupstøð.
Nú er ætlanin at endurbyggja garðin
eitt steinkast frá staðnum, har uppruna
ligi garðurin stóð.
– Garðurin skal byggjast á so trú
ligan hátt sum til ber, og samstundis
skulu húsini gerast nýtilig til nútíðar
nýtslu, sigur Archibald Black, sum er
høvuðsmaður í ætlanini.
Hetta verður gjørt fyri at varðveita
minnið um Nólsoyar Páll, og eitt
Nólsoyar Pálls savn fær innivist í hús
inum, sum harumframt verður nýtt til
onnur serlig høvi.
Ætlan gjørd
Ein ítøkilig ætlan um byggingina av
garðinum er gjørd. Í ætlanini er frá
greiðing um gamla bóndagarðin, og
hvussu hann kann endurskapast nú
á døgum. Skitsur og tekningar eru
gjørdar, og eisini er eitt modell gjørt.
Kostnaðarmetingin sigur, at sjálv
byggingini kostar góðar tríggjar
milliónir krónur, men afturat tí kemur
kostnaðurin at fáa lendi og gera tað
byggiklárt.
Ætlanin er, at garðurin hjá Nólsoyar
Páll skal brúkast til mentanartiltøk,
móttøkur, smærri veitslur og annað.
Teir, sum eru við í Áhugafelag
Nólsoyar Páll eru Archibald Black,
Finnur Kjølbro, Líggjas í Bø og Anfinn
Kallsberg.
»Hví hoppaði
tú á sjógv?«
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Barbara Holm / Mynd: Rebekka Rafael
klumman
Ítøkilig ætlan er gjørd um at endurbyggja
gamla garðin hjá Nólsoyar Páll í Klaksvík
Svensku starvsfelagarnir vóru bilsnir
dagin eftir, at filmurin av mínum sjóhoppi
var lagdur út á Facebook. Eg greiddi frá
tilnevningini og straffinum, um eg ikki
hoppaði, men tey sóu líka bilsin út.
– Tað er ein dilla, royndi eg, men uttan at
fáa tey at skilja tað.
Aftaná kom eg í tankar um eina klummu
í ferðablaðnum Vagabond, har klummu
skrivarin heldur við, at oyggjabúgvar er
nakrir løgnir sniglar. Hon tekur sum dømi
íslendingar, sum eta rotnan háv, hava eitt
savn við djórasnillum og Reykjavík, sum um
hugsar at hava Mumindalin sum vinarbý.
Í Føroyum hevði hon sæð »Jesus« skrivað
á fleiri støðum inni í tunli, vit hava høgan
skatt á slikki og sodavatni, og so er tað gamla
spruttlógin, sum helst ger tey flestu bilsin.
Og hvat so? siga tit kanska nú! Hetta er jú
gerandiskostur í okkara lítla samfelag. Men
fyri ein journalist, ið ferðast um allan heim,
eru siðvenjur í oyggjasamfeløgum ein perla
at skriva um.
Vit eru jú so deiliga serlig. Og so finna
vit uppá býtt og festlig ting, sum at hoppa á
bláman á vetrartíð.
Eg bíðaði bara eftir, at onkur fór at rópa
varskó og ávara móti sjóhoppinum, tí soleiðis
er tað nú einaferð við øllum, sum er frammi.
Eftir eina tíð skulu spurnartekin setast, og
hetta er jú ikki púra ófarligt, um blóðtrýstið
er høgt, ella um hoppað verður, har tað er ov
grunt.
Orsøkin til, at starvsfelagirnir ikki skilja
okkara »dillu«, trúgvi eg faktiskt er, at tey
ongantíð hava hoyrt til ein bólk á sama hátt,
sum føroyingar gera. Vit eru ein 50-60.000
persóna stórur bólkur, har tey flestu á onkran
hátt hava samband við tey flestu. Tí kunnu
dillur sum sjóhoppið vaksa seg so sterkar
– og stuttligar – og tí eru okkara siðvenjur
rættuliga serligar eisini.
Klummuskrivarin í Vagabond byrjaði sína
klummu við, at dreymurin er at eiga eina
egna oyggj. Paradís verður ofta lýst sum ein
oyggj við pálmum og hvítum sandi.
Pálmir ella ikki – at verða ein partur av
einari oyggj, haldi eg er heilt ókey.
So segði
hon...
Endurbyggja garð
hjá Nólsoyar Páll
– Eg spurdi, um eg kundi hjálpa við nøkrum,
men skiparin hugdi upp á mínar klønu armar
og segði: Nei, við hasum ørmunum kanst tú
einki gera – far tú bara og slappa av
Lisbeth Nebelong, danskur rithøvundur, sum í sínari
fyrireiking at skriva bók fór til skips í Føroyum
Inna
Törnroos
Soleiðis skal bóndagarðurin hjá Nólsoyar Páll síggja út, tá ið hann verður endurbygdur á Biskupstøð í Klaksvík