Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mai 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Bjørn á Heygum Tíðargrein síða 23 Poli­ tikkur sum vinnu­vegur Oddvør Johansen Kjak síða 26 Hug­ leið­ing um um­hvø­rv­ is­viku – Hugsjónin um ríkisfelagsskapin er við at kámast, og vandi er nú fyri, at vit fáa eina fullveldissamgongu. Tað vóru fyrstu við­merk­ing­ar­nar frá løgmanni eftir veljar­a­kann­ing­ina fríggja­dagin, sum gav Sam­bands­flokk­ i­num ein sera stóran lús­ing. Sambært kann­ing­ini er aft­ur­gongd­in hjá Sam­ bands­flokk­i­num størri enn nakrantíð í 108 ára longu søgu floksins. Tað man uttan iva vera ein roynd at flyta fokus, tá úrslitið av velj­ara­kann­ ing­ini fær løgmann at hugsa um eina full­veld­is­samgongu. Tí tann støðan er ikki broytt. Tjóðveldi gongur 4,7 pro­ sent­stig fram, men Fólkaflokkurin gongu neyvt tað sama aftur. Og eitt sam­starv millum Fólkaflokkin og Tjóð­ veldi um fullveldi man liggja rætt­i­liga langt úti í óvissuni. Tað verð­ur uttan iva seinur dagur, til full­veld­is­málið aft­ur stendur ovast á breddanum. Men løgmaður hevur uttan iva fing­ið ein hvøkk. Hóast allar á­var­ing­ ar­nar, bæði innanhýsis og uttan­hýs­is, so hevur løgmaður hildið fast um linj­ una hjá Fólkaflokkinum. Kanningin bendir á, at vit skulu hava nýggja leiðslu í Tinganesi. Sum fjórði størsti flokkurin fær Sam­bands­ flokk­urin ikki leiðsluni, og tí hevði tað verið Aksel V. Jo­hann­e­sen, sum skuldi skip­að nýggja sam­gongu. Hann hev­ur tveir møgu­leik­ar. Annar er, at and­støð­ an tek­ur ræði og samgongan verður and­støða. Aksel V. Johannesen hevur helst styrkt støðu sína við at avskriva Fólk­a­ flokkin. Tí nú veit veljarin við vissu, at sam­starv ikki verður við Fólkaflokkin, og tí fer Aksel V. Johannsen ikki at líða und­ir tí sama sum Kaj Leo Johannsen – og Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoy­dal – at hann er í lummanum hjá Fólka­flo­kkinum. Tjóðveldisflokkurin hevur ikki – og fer ikki – at avskriva Fólkaflokkin sum sam­starvs­flokk. Tað er politiskt ó­gjørligt. Hendan støðan fer uttan iva at ávirka javnvágina millum Javn­að­ar­ flokk­in og Tjóðveldi. Sambært hes­ari kanningini til fyrimuns fyri Javn­að­ ar­flokk­in. Annar samgongumøguleiki er, at Javn­að­a­r­flokkurin og Sam­bands­flokk­ ur­in skipa samgongu – helst sam­an við einum triðja flokki. Tað kundi ver­ ið Tjóðveldi, men meir sann­líkt ein av teimum smáu flokk­u­num. Tann møgu­leik­in er ikki akt­u­ellur sambært hes­ari kann­ing­ini, tí undirtøkan hjá Sam­bands­flokk­i­num er so lítil, at tað mugu í minsta lagi tveir av teim­um smáu flokk­unum við­. Eyðvitað liggur ein boðskapur frá velja­r­u­num í eini slíkari velj­ara­kann­ ing. Eini greið boð til løgmann, at nú má hann saðla um. So stórar flyt­ing­ar, sum vit síggja í hesari velj­ar­a­kanningi, siga okkum, at ó­nøgd­in er stór. So stór, at tað helst fer at síggjast aftur á val­ i­num. Tá veljarin ikki tímir meira Um vikuskiftið hevur Dr. Jakobsesens gøta í Havn verið stongd fyri allari ferðslu. Orsøkin er, at eini eldri hús eru tikin niður. Talan er um húsini gomlu húsini hjá Bena Wardum. Tað er Siri Eysturoy, sum nú eigur ognina. Hon fer at byggja ein handils- og í­búð­ar­bygn­ing uppaftur á grundina. Menn arbeiddu allan leygardagin við at fáa húsini niður. At hjálpa sær hava teir eina stóra maskinu hjá Tórs­havn­ar Ko m m ­u n u , sum van­liga ar­beiðir við gomlum jarni á Sand­víka­ hjalla. Hetta er einasta mask­ina av slíkum slag í land­inum, og hon lættir sera nógv um hjá teimum, sum eitt nú skulu ríva eini hús niður sum hesi. Býarmyndin broytst í Havn – Jú, tað passar, at eg havi sagt meg úr starvi á Port­al­ i­num. Tað váttar Svei nur Trónd­ar­s­on, sum hevur ver­ið tíðindaleiðari á Port­ al­i­num síðani Knassar í summ­ar keyptu Portalin frá Før­oya Tele. Sveinur Tróndarson vil einki siga um orsøkina, hví hann brádliga segði seg úr starvi og hevur heldur ong­ ar viðmerkingar um leys­a­ søg­ur um løn og annað. – Eg tími ikki at siga nak­ að alment um hetta, sigur Svein­ur Tróndarson. Men hann váttar, at hann segði upp hósdagin fyrsta mai. Niklái Nysted, stjóri í Knass­um, váttar, at Sveinur Trónd­arson er farin úr starvi, og hann váttar eis­ini, at ósemja hevur verið mil­ lum partarnar um løn­ina. – Men tað fáa vit upp á pláss í loypi av degnum, sigur Niklái Nysted. Sveinur sagt upp á Portalinum Sambandsflokkurin hevur søguliga stóra afturgongd Sveinur Tróndarson hevur verið tíðindaleiðari á portal.fo, síðan Knassar keyptu Portalin frá Føroya Tele í summar Leygardagin vórðu hesi húsini í Dr. Jacobsensgøtu í Havn tikin niður. Nýggjur handils- og íbúðarbygningur verður bygdur í staðin